Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 18 Sosialurin mentanarnáttin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Savna góð minnir saman Vilmund Jacobsen Nógv ymiskt og áhugavert er í skránni fyri Mentanarnáttina 2014 í høvuðsstaðnum fríggjadagin og fríggjakvøldið. Eitt, sum ivaleyst skapar for­ vitni, er ein rundvísing á Lands­ sjúkra­húsinum, har starvsfólk á sjúkrahúsinum fylgja tær og siga frá áhugaverdum og stuttligum søgum á leiðini. Tað er soleiðis, at tilmelding er ikki neyðug, og pláss er fyri umleið 25 fólkum á hvørji rundvísing. Hvør rundvísing tekur umleið 70 minuttir, og byrjað verður í reyða bygninginum á Eirargarði 16. Áhugaverd skrá Á ferðini kring Landssjúkrahúsið verður eitt nú greitt frá psykiatriska økinum á Eirargarði, og greitt verður frá menningini innan psyki­ atriska økið. Tá fyrsta vitjanin er liðug, verður gingið umvegis tunnilsskipanina undir J.C. Svabosgøtu og oman í B-bygningin, sum hann verður róptur. Á ferðini verður stutt frágreiðing um eitt nú neyðhospitalið undir jørð, um vaskaríið á Eirargarði, um eldri og nýggjari tøkni, og vitj­að verður á sektiónsstovuni í B-bygninginum. Obduktiónir og kanning Tey, sum verða við á ferðini á Lands­sjúkrahúsinum, sleppa eisini at hoyra um obduktiónir, eins og vitjað verður í nýggja skannara­ umhvørvinum, har greitt verður frá um CT-og MR-skannarar. Eftir stutta kunning um virk­ semið annars á Lands­sjúkra­ hús­inum, verður høvi til at seta spurn­ingar aftur við einum góðum kaffi­munni í fundarhøllini í B-bygninginum. Tiltakið á Landssjúkrahúsinum verð­ur fríggjakvøldið, ávikavist klokkan 18, 18.30 og klokkan 19. LSH vil opinleika Katrin Joensen, sum er fulltrúi hjá sjúkrahússtjóranum, Sigurdi Óla­son Vang, sigur, at tað, sum Landssjúkrahúsið vil við fram­ vísingini, er, at geva fólki, sum ikki vanliga koma kring um á einum sjúkrahúsi, høvi at síggja, hvat er innan fyri veggirnar. – Vit vilja soleiðis vísa opinleika um tað dagliga virksemi, sum eru her. Hon vísir á, at hetta er fyrstu ferð, at Landssjúkrahúsið er partur av skránni fyri Mentanarnáttina, men hon væntar ikki, at hetta verður seinastu ferð. – Tað vísir seg nevniliga, at aðrar deildir enn tær, sum vit hava valt hesa ferð skulu vera partur av framvísingini, eisini vildu verið við. Men, túrurin skal jú helst ikki gerast alt ov drúgvur, og tí er væl hugsandi, at onkrar deildir ella partar av virkseminum á Lands­ sjúkrahúsinum, sum ikki eru við hesaferð, koma við eina aðru ferð. Bumbutryggjað Fulltrúin vísir á, at tað eru ikki øll sum vita, at gangandi er um tunnil umvegis J. C. Svabosgøtu og oman í B-bygningin, og tað eru heldur ikki øll sum vita, at bygn­ing­urin, har sjúkrahúsleiðslan húsast á Landssjúkrahúsinum, er bumbu­ tryggjaður frá krígstíðini. – Vit hava onga hóming av, um áhugi er fyri rundvísingini, nú so nógv annað verður á skránni fyri Mentanarnáttina, men vit vóna, at fólk hava hug at síggja umhvørvið á Landssjúkrahúsinum og vilja brúka hetta høvi, sigur Katrin Joensen, fulltrúi. Landssjúkrahúsið bjóðar til rundvísing á Mentanarnáttini – Tað, sum vit vilja við framvísingini, er, at geva fólki, sum ikki vanliga koma kring um á einum sjúkrahúsi, høvi at síggja, hvat er innan fyri veggirnar. Vit vilja soleiðis vísa opinleika um tað dagliga virksemi, sum er á Landssjúkrahúsinum, sigur fulltrúin hjá sjúkrahússtjóranum, Katrin Joensen - Tey, sum verða við á ferðini á Landssjúkrahúsinum, sleppa eisini at hoyra um obduktiónir, eins og vitjað verður í nýggja skannaraumhvørvinum, har greitt verður frá um CT-og MR-skannarar, sigur Katrin Joensen, fulltrúi