Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 22 Sosialurin mentanarnáttin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Savna góð minnir saman Kl.17 fríggjadagin tann 6. juni, Ment­anarnáttina í Havn, verður ein almenn sýning av symfoniska marionett­ævintýrinum “Veiða vind” hjá Karavella Marionett-Teatri. Sýn­ ingin verður í Snikkarastovu í Sjón­ leikar­húsinum. Fleiri túsund føroysk og íslendsk børn hava upplivað søguna saman við stórslignum symfoniorkestri, og nógv hava eisini lisið bókina, men tað er heilt ørvísi at síggja smáar livandi leikarar spæla søguna fyri tær á pallinum. Leikurin hevði frum­sýning á Ólavsøku í fjør og hevur síðani ferðast um landið. Á Mentanar­náttini hava havnabørn og -vaksin møguleika at síggja lítla­ beiggja fara út at veiða vind og møta ævintýrunum í hugaheimi sínum. Tey sleppa at hitta stórabeiggja og systir, sum eru um hann, uttan at hann varnast tað. Drekin fer at flúgva um pallin, alt meðan vakri tónleikurin hjá Kára Bæk spælir undir. Í 2011 spældi Føroya Symfoni­ orkestur fyrstu ferð tón­leika­ævin­ týrið á barnakonsert­unum í mai. Verkið var bílagt frá tónasmiðinum Kára Bæk og høvundanum Rakel Helmsdal og Janus á Húsagarði var síðani biðin at gera myndir til søguna. Bókin við søgu, myndum og fløgu við tónleikinum kom út á Bókadeildini um sama mundi. Í fjør verkið framført í Hørpu av íslendska symfoniorkestinum og bókin kom út á íslendska Forlagnum. Hetta er triðja leikverk hjá Kara­ vella Marionett-Teatri, sum Rakel Helmdal setti á stovn í 2011. Rakel Helmsdal hevur skrivað leikrit og er marionettførari. Hedvig Wester­ lund-Kapnas hevur leik­stjórnað. Sýningin verður kl. 17, men um fyrra sýningin skuldi verið útseld, verður eykasýning kl. 18.15. Atgongumerki kunnu fáast ein tíma undan sýning og kunnu bíleggjast hjá Karavella Marionett-Teatri. Veiða vind í Sjónleikarhúsinum Sýning av symfoniskum marionettleiki verður í Sjónleikarhúsinum Margarinfabrikkin er ein miðdepil hjá teimum ungu í høvuðsstaðnum. Pláss er gjørt fyri skapandi kreftum, og stuðlað verður upp undir, at fólk eru virkin í eitt nú tónleiki. Tað hevur gjøgnum árini ført við sær nógvan spennandi tónleik, og fleiri av stóru nøvnunum í før­ oyskum tónleiki hava eina fortíð á Margarinfabrikkini. Tað er tí upplagt, at Margarin­ fabrikkin eisini er við á Mentanar­ náttini, og tað eru tey. Skipað verður fyri konsert, har fýra ymisk nøvn fara at spæa. Kl. 21.00 verður tað evnaríka Rebekka Petersen, sum fer á pallin at framføra. Eftir hanan verður møguleiki at uppliva lívliga dansi­ bólkin KTM. Kl. 22.00 fer Frank In A Phonebox at framføra, og kvøldið endar við, at teir væl kendu og festligu Lover Lover fara at spæla nakrar sangir. Irish Pub við ameri­ kanskum tónleikara – Mentanarnáttin er sum ein mini-ólavsøka, sigur Hans Andreasen, sum rekur Irish Pub Tað verður rættiligt lív í Havnini fríggjakvøldið, og tey, ið vanliga skipa fyri tiltøkum í Havnini, eru sera fegin um júst hetta kvøldið. - Mentanarnáttin hevur riggað avbera væl, og tað er næstan sum eini mini-ólavsøka. Stemningurin er sera góður, fólk eru tíðliga í býnum, og tí er tað eisini hugaligt at gera eitt sindur eyka burtur úr hetta kvøldið, sigur Hans Andreasen, sum rekur Irish Pub. Har hava tey forkunnuga vitjan um vikuskiftið. Amerikanski tónleikarin David Pedroza, ið hevur ferðast víðahvar kring heimin, fer at spæla. David Pedroza er sera dugnaligur tónleikari, ið er vanur at spæla á skeinkistøðum og dugir at fáa góðan stemning í millum fólk, sum eru farin út at hugna sær. Pedroza spælir kendar sangir, og hann hevur eina sera fjølbroytta skrá. Seinastu tíðina hevur Pedroza verið á ferð í norðurlondum, og nú er hann komin til Føroya at spæla fyri væl hýrdum føroyingum á Mentanarnáttini. Konsert á Margarinfabrikkini Fýra bólkar fara at spæla á Margarinfabrikkini á Mentanarnáttini