Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. juni 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 mentanarnáttin Skattaveiða á bókasavni Býarbókasavnið skipar fyri skattaveiði við bókstavum og orðum á barnabókasavninum. Børnini kunnu við hjálp frá bókstavum og orðum finna fram til krógvaða skattin. Hetta ber til at royna frá kl. 10 á morgni til kl. 21 á kvøldi. Rundvísing í Kringvarpinum Kringvarpið hevur nakrar rundvísingar í Kringvarpshúsunum. Klokkan 19.30, 20.30 og 21.30 fer til at fara á ferð í Kringvarpinum, síggja høli og studio, og eisini fáa fólk høvi at uppliva beinleiðis sjónvarps- ella útvarpssendingar. Kringvarpið hevur eisini onnur tiltøk á skránni – eitt nú hava Marius, Greta Svabo Bech og Lena & Niclas konsert. Reiðfólk skipa fyri gongu við borgarstjóranum Heðini Mortensen og reiðmanninum Svenningi Reinert á odda. Hestarnir og Merkið ganga undan, og síðani eru fólk væl komin at koma í fylgi við hesi, súkklu ella til gongu. Gingið verður frá Berg Hestum og niðan á Kleynisvarða, har Poul Hansen, sum hevur verið reið­maður í 54 ár, heldur røðu. Eisini verður felagssangur, áðrenn gongan aftur setur kós ímóti Berg Hestum. Gonga við reiðfólki Býarbókasavnið bjóðar heldur øðr­ vísi upplestur av skaldskapi. Før­ oyskir rithøvundar, sum eru staddir uttanlands, fara umvegis inter­ netið at lesa skaldskap upp á stór­ skíggja. Eitt nú fara Katrin Ottars­ dóttir, Tóroddur Poulsen, Sissal Kampmann, Carl Johan Jensen og Kim Simonsen at lesa upp. Loftborin skaldskapur Garðurin hjá Ríkisumboðnum er sera hugatakandi og vakur, og í sambandi við Mentanarnáttina verða fólk boðin innar í garðin at hyggja seg um og njóta blómur og trø. Ríkisumboðið letur eisini dyrnar upp og bjóðar fólki inn í móttøkuhøli og stovur í Amts­ mans­húsunum. Tórshavnar Brass Ensamble spælir í garðinum kl. 21.00. Vitja Ríkis­umboðið Tóroddur Poulsen Katrin Ottarsdóttir Sissal Kampmann Carl Johan Jensen