týsdagur 3. juni 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63
32
Sosialurin
mentanarnáttin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vitja á kirkjugarðinum
Seinastu árini hevur Óli Jacobsen skrivað um fólk, ið liggja grivin
í gamla kirkjugarðinum við Dr Jakobsens gøtu. Nógvar spennandi
søgur eru um fólkini, sum eru jarðað har, og í sambandi við
Mentanarnáttina fer Óli Jacobsen at greiða frá um kirkjugarðin.
Hetta verður kl. 16.30.
Ellisakfør úr garasjunum
Føroya Ellisakfør luttaka eisini á
Mentanarnáttini. Tey fara at koyra
ígjøgnum býin í skipaðari røð. Møtt
verður í hølunum Yvir við Strongd
kl. 17.00, og løtu seinni verður koyrt.
Eftir eina ferð ígjøgnum Havnina,
savnast ellisakførini í Tórsgøtu, har
tey verða sýnd fram.
Væl
útgjørda
bjargingartyrlan
hjá Atlantic Airways lendir á
Bursatanga og verður standandi
har, so at fólk kunnu síggja, hvussu
tyrlan sær út og fáa eitt sindur at
vita um, hvat tyrlan kann í sam
bandi við bjarging. Hetta verður
millum kl. 17.30 og 20.30.
Bjargingartyrla á Bursatanga
Sif setur
Mentanar
náttina
Almenna setanin av Mentanar
náttini verður í gamla Komm
unuskúlagarðinum kl. 18.00. Har
fer íslendski stjórin í Norður
landahúsinum í Føroyum at
flyta fram røðu og seta tiltakið.
Eisini spælir orkestrið GHM
undir setanini.
Eftir sniðgøtunum
wSkipað verður fyri gongutúri av Skúlaheiminum og oman í miðbýin.
Sagt verður, at gingið verður eftir sniðgøtum. Tað er gongubólkurin hjá
felagnum Tórshavn, ið skipar fyri túrinum. Tey siga, at bussleið 1 koyrir
úr Steinatúni kl. 18.33, og byrjað verður at ganga kl. 18.45.
Sangløta í
Ebenezer
Kl. 21.00 verður sangløta í
samkomuhúsunum Ebenezer
í miðbýnum. Kórið í Ebenezer
syngur eldri og nýggjari
sangir. Eisini verður fram
førsla av klassiskum tónleiki,
og felagssangur er eisini á
skránni.
Eftir
sangløtuna
bjóða tey drekkamunn. ±
Føroyski tjóðarbúnin
hevur rættiliga verið inni í
hitanum seinastu árini. Alt
fleiri fólk brúka búnan á
ólavsøku og í øðrum høpi,
og hugurin hevur verið
stórur at gera nýskapandi
samansetingar. Hjá
Marjun Heimá skipa
tey fyri mótasýning við
børoyska búnanum, og
tey geva nøkur boð upp á,
hvussu búnin kann síggja
út í 2014. Búnar til menn,
kvinnur og børn verða
sýndir fram.
Hetta verður kl. 19.30.
Mótasýning við
føroyska búnanum