týsdagur 3. juni 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63
34
Sosialurin
mentanarnáttin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Umframt at handlarnir í miðbýnum
í Havn fara at hava opið til langt út
á kvøldið á Mentanarnáttini, fyri
liggur eisini ein stór og fjølbroytt
skrá, har høvi er til alskyns vitjanir
og framsýningar.
Súsanna Sondum, sum sam
skipar Mentanarnáttina fyri Visit
Tórshavn, sigur, at nøkur aftur
vendandi tiltøk líka sum eru við
á hvørjum ári - og onnur eru við
annaðhvørt ár ella so.
– Tað eru so nógv, sum gleðiliga
vilja vera við, og tí er tað eisini so
stuttligt at samskipa hetta stóra
tiltak.
Hon vísir á, at Mentanarnáttin
byggir á fleiri smærri tiltøk, men so
eru tað eisini tiltøk, sum eru størri
og meira krevjandi.
Lata dyrnar upp
– Vit eru ómetaliga fegin um, at
Landssjúkrahúsið er við í ár, og vit
eru eisini ómetaliga fegin um, at
Føroya Rættur aftur letur dyrnar
upp í ár - bara fyri at nevna nakrar
av forkunnugu og forvitnisligu
møguleikunum úr rúgvuni.
Súsanna Sondum sigur, at stórur
áhugi var fyri at vitja Føroya Rætt á
Mentanarnáttini í fjør, og hon ivast
onga løtu í, at soleiðis verður eisini
í ár.
– Vit halda tað eisini vera sera
áhugavert og forvitnisligt, at Lands
sjúkrahúsið er við í ár og letur
sínar dyr upp og fer at greiða frá tí
arbeiði, sum har verður gjørt.
Vænta nógv fólk
Samskiparin vísir til skránna, sum
er í blaðnum í dag og sigur, at her
eru óteljandi møguleikar, og tí
vóna tey eisini, at nógv fólk fara
at streyma til Havnar, bæði til
Mentanarnáttina fríggjakvøldið -
og eisini leygardagin til marathon
og heilsurenning.
– Jú, vit vænta rættiliga nógv fólk
bæði fríggjakvøldið og leygardagin,
og tí kann tað vera skilagott at biðja
sær pláss á matstovum, um ætlanin
eisini er at fáa sær ein bita.
Súsanna Sondum sigur, at nógv
ir handlar í miðbýnum hava opið
til klokkan 23, og vanligt er á Ment
anarnáttini, at eingin verður koyrdu
út aftur, tó at klokkan kanska fer
um 23, og fólk tá framvegis hava hug
at hyggja seg um inni á gólvinum.
Eisini í Tinganes
Umframt, at Føroya Rættur og
Landssjúkrahúsið lata dyrnar upp
á Mentanarnáttini, bjóðar Føroya
Landsstýri eisini fólki út í Tinganes
at síggja nøkur av gomlu húsunum
har, eitt nú Sjóbúðina, Vektarbúðina,
Salinum og Skansapakkhúsið.
– Eg vil avgjørt mæla fólki til at
hyggja í skránna fyri Mentanar
náttina, sigur samskiparin, Súsanna
Sondum.
Tað er gleðiligt at so
nógv vilja verða við
- Tiltakið við Mentanarnátt í Havn byrjaði
í 2001, og vit kunnu siga, at tiltakið
er vaksið ár undan ári, sigur Súsanna
Sondum, samskipari hjá Visit Tórshavn
– Vit eru ómetaliga fegin um, at Landssjúkrahúsið er við í ár, og vit eru eisini ómetaliga fegin
um, at Føroya Rættur aftur letur dyrnar upp í ár - bara fyri at nevna nakrar av forkunnugu
og forvitnisligu møguleikunum úr rúgvuni, sigur Súsanna Sondum, samskipari