týsdagur 3. juni 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. juni 2014 · Nr. 63
36
Sosialurin
mentanarnáttin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jørgen de Mylius er ein av stóru
profilunum í donskum tónleiki.
Ikki tí, at hann hevur spælt ella
skapt tónleik sjálvur, men tí hann
hevur verið partur av donsku
populertónleiki í fleiri áratíggju.
Hann var blaðungur, tá ið hann
vann fram sum radiovertur, ið
spældu teir nýggjastu popptónar
nar.
Tað, sum vit í Føroyum ivaleyst
kenna Mylius best fyri, eru hansara
uppgávur sum sjónvarpsvertur fyri
væl umtóktum sendingum. Mylius
var í nógv ár frásøgumaður í danska
Grand Prixnum og til europeisku
finaluna.
Ein tann mest sædda sjónvarps
sendingin í Danmark í áttatiárunum
var sendingin Eldorado, sum pre
senteraði nýggjan tónleik. Hend
an sendingin varð eisini sýnd í
føroyskum sjónvarpi. Jørgen de
Mylius tosaði við tónleikarar, onkrir
høvdu framførslur í sendingini, og
so vórðu videoløg eisini spæld.
Øll árini hevur Jørgen de Mylius
eisini verið plátuvendari til øll hugs
andi tiltøk kring Danmark. Hann
dugir væl at velja góðan tónleik úr
áttatíárunum, og tiltøkini, sum hann
luttekur á, lukkast vanliga sera væl.
Jørgen de Mylius er framvegis eitt
stórt navn í Danmark, og hann
er sera nógv umbiðin.
Aftur til Føroya
Jørgen de Mylius hevur
áður vitjað í Føroyum – sein
ast var afturi í 80’unum. Hann er
síðani fleiri ferðir boðin at koma
hendanvegin, men tað hevur ikki
ligið fyri – fyrr enn nú.
Um vikuskiftið kemur Jørgen
de Mylius aftur at vitja her á landi,
og hann kemur fyrst og fremst í
leiklutin sum plátuvendari. Hann
hevur nógvar góðan 80’ara tónleik
við sær og fer at undirhalda
fólki í Luux fríggjakvøldið
frá kl. 23.00.
Mylius fer sum vera
man at velja tónleik,
sum fólk minnast frá
sendingin Eldorado –
typiskur 80’ara tónleikur,
sum framvegis livir væl á
okkara døgum.
Upprunaliga skuldi til
takið verða í Hoyvíkshøllini,
men fyrireikararnir hava valt
at flyta tiltakið í eksklusiva
dansistaðið Luux mitt í
Havnini. Har ber til at
skapa
góðan
80’ara
stemning og hugna um
hjá fólki.
Umframt
Jørgen
de
Mylius
sleppa
fólk eisini at uppliva
kenda føroyska út
varpsvertin og plátu
vendaran Jákup Magnussen. Hann
hevur seinasta árið havt leygar
kvøldssendingina
Plátubarrina,
har hann hevur spælt nógvan eldri
tónleik. Jákup Magnussen dugir
væl at velja løg úr 80’unum, sum
rigga væl til kát fólk á dansigólvi.
Fyriskipararnir siga, at hugsanin
við tiltakinum er at skapa ein aftur
lítandi
stemning
og
hugna, soleiðis sum
tað plagdi at verða
í 80’unum.
Landsstýrið
bjóðar inn
Klokkan 20 og 21 ber til at kaga innar í landsstýrinum úti í Tinganesi.
Rundvísing verður í Tinganesi, og í ár verður vitjað í Vektarbúðini,
Sjóbúðini, Salinum og í Skansapakkhúsinum. Avmarkað atgongd er
til rundvísingarnar.
Mylius á
Mentanarnátt
Kendi danski sjónvarpsverturin og plátuvendarin
undirheldur í Luux fríggjakvøldið
Fesk list á
Kongabrúnni
Fýra listafólk sýna verk hjá sær fram í hølum hjá Trygginarfelagi
Føroya á Kongabrúnni. Listafólkini eru Heidi Andreasen, Jóhan
Martin Christiansen, Heiðrik á Heygum og Jón Sonni Jensen.
Framsýningin kallast FESKT og er opin frá kl. 19.00 til 22.00.
Tórshavnar havn skipar fyri einum
nýggjum
forkunnugum
tiltaki
mánadagin 9. juni, sum hevur fingið
heitið HavnarDagur.
Fram
við
bryggjukantinum
í Havn eru nógvar fyritøkur og
stovnar, sum onkursvegna hava
sítt virksemi á sjónum ella fram
við sjóvarstrondini. Vanliga er hetta
avbyrgt øki fyri almenninginum,
men 9. juni verðru opið hús. Tá
verður høvi hjá øllum áhugaðum
at støkka inn á gólvið hjá fyritøkum
og stovnunum og kunna seg um
virksemið.
Tiltakið byrjar klokkan 12:00 við
Eystaru bryggju, haðani verður farið
á vitjan hjá stovnum og fyritøkum
fram við bryggjukantinum. Alla
staðni verður okkurt forvitnisligt á
skránni umframt livandi tónleik og
okkurt til matna. Bjargingarbáturin
Lív og Pressarin fara at flyta fólk
millum Eystaru og Vestaru bryggju.
Tiltakið endar hjá Mest við Vestaru
bryggju umleið klokkan 17:00.
Alt tiltakið er ókeypis. Skrá fyri
dagin er send hvørjum húsarhaldi í
Tórshavnar kommunu.
Luttakarar á HavnarDegnum
eru:
Skansi Offshore
Smyril Line
Taks
Smyril Blue Water
Tórshavnar havn
Faroe Ship
Vónin
Bakkafrost
Magn
Samskip
Mest
Sjóvinnan letur dyrnar upp
Uppskotini sum komu inn til arkitektakappingina um miðbýin
í Havn verða nú sýnd alment fram í Müllers Pakkhúsi. Vinnarin
gjørdist arkitektagreipan, ZETA architects, við Ragnari Zachariassen
og Søreni Yde Jensen.
Sjey uppskot komu inn, og verða tey nú sýnd fram á almennari
framsýning, sum byrjaði fríggjadagin í Müllers Pakkhúsi.
Opið verður gerandisdagar millum kl.15 og 18.
Mentanarnáttina 6. juni verður longur opið. Framsýningin endar
7. juni.
Umframt heiðurin fekk vinnandi uppskotið 350.000 krónur.
Dómsnevndin mælir samstundis til, at felagið ZETA architects
verður tengt at kommununi sum ráðgevi í framhaldandi arbeiðinum
at menna miðbýin í Havn.
Sýna fram uppskot til miðbý í Havn