Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Jógvan við keldu Tíðargrein síða 11 Hví sæst so ymiskt upp á tap Eyðgerð m. kruse Eygamálið síða 10 Summ­ arið boðar frá lívið – Grovi ágangurin móti mær sein­ astu manaðirnar úr Kringvarpi Før­ oya og Portal.fo kann ikki longur góð­tak­ast. Hesum boðar Jørgen Niclasen, lands­stýrismaður, frá í skrivi frá ad­ vo­kati sínum, sum varð sent miðl­u­ num mikukvøldið. Tað er eftir at løgmaður hevur giv­ið Fólkaflokkinum fjúrtan dagar at loysa málið, at Jørgen Niclasen nú hóttir við at stevna. Tað hevur staðið á gomlum nøglum, og gera tað enn, tá tað snýr seg um samstarvið millum Fólka­flokk­in og Sambandsflokkin. Løg­mað­ur er trýstur, tí baklandið hjá hon­um hevur ikki álit á Jørgen Nicl­a­sen sum landsstýrismann. Helgi Abrahamsen, tingmaður Sam­ bands­floks­ins, sigur, at ein stevn­in­g ikki er nóg mikið at loysa trú­virð­is­ trup­ul­leik­an – hon loysir bara tað jur­id­iska. Tað er einki at ivast í, at Fólka­ flokk­in keypir sær tíð við hesi stevn­ing. Jørgen Niclasen veit full­væl, at slitar samgongan, so miss­ir Fólkaflokkurin valdið. Bæði flokk­urin og Jørgen Niclasen tola at fara út í eitt valstríð, tí stuðl­ar floksins eru tryggir við leiðsl­una hjá Jørgen Niclasen. Men slitn­ar sam­gong­an nú, so verður held­ur eing­in samgonga millum Fólka­ flokk­in og Sam­bands­flokk­in eft­ ir eitt løgtingsval. Og uttan Kaj Leo Holm Johannesen, so miss­ir Fólkaflokkurin valdið. Kaj Leo Holm Johannesen er soleiðis garanturin fyri valdinum hjá Fólkaflokkinum. Men góðtekur løgmaður hetta stig­ið hjá Fólkaflokkinum sum nóg mikið at loysa málið innan ásettu 14 dagarnar, so gongur øll tíð­in fram til valið, áðrenn málið kem­ur fyri í Føroya Rætti. Tað er tó lítið hugsandi, at stevn­ ing­in frá Jørgen Niclasen er nóg mik­ið til at kyrra baklandið hjá Sam­bands­flokk­inum – ein hugs­andi alternativ samgonga mill­um Fólk­ a­flokk­in, Tjóðveldi og Framsókn hev­ur ikki meiriluta – uttan hjálp frá øðrum av teimum smáu. Tí er ein slík samgonga útilokað. Eitt løgtingsval skal tí til. Og eftir eitt løgtingsval, sum kem­ur av einum brotið millum Sam­bands­ flokk­in og Fólkaflokkin, so stendur Fólk­a­flokk­ur­in heilt vist uttan á­virk­an. Javnaðarflokkurin hevur av­ skriv­að Fólkaflokkin, og hóast Tjóð­ veldi ikki fær seg til at siga tað, so er eitt samstarv við Fólkaflokkinum næstu tíðina útilokað. Tí er Fólkaflokkurin í trongum skóm og má gera alt fyri at bjarga sam­gonguni og harvið halda seg at vald­i­num. keypir sær tíð við at stevna Hóast fimm mánaðir er farnir, sí­ðani public servce sáttmálin mill­um Kringvarp Føroya og Mentamálaráðið, sum eigur Kringvarpið, fór úr gildi, so er enn eingin nýggjur sáttmáli undirskrivaður, so sum ásett er í kringvarpslógini. Bjørn Kalsø boðaði frá á Rás2 mikudagin, at tað held­ ur ikki verður nakar sátt­máli næstu tveir mán­að­ir­nar, tí uppskotið til nýggj­an sátt­ mála verður ikki lagt fyri ting­ið fyrr enn á ólav­søku, og hann verður ikki und­ir­skriv­ að­ur, fyrr enn hann hevur ver­ið umrøddur í tinginum, gjørdi Bjørn Kalsø greitt. Vit sum umboða aðrar miðl­ar, enn almenna skatta­ fíggj­aða kringvarpið eru sum vera man spent uppá, um lands­stýr­is­mað­ur­in fer at tora at taka burtur krav­ ið, sum var í hesum sátt­mála um, at Kring­varp­ið skal tjena 10 milliónir upp á lýs­ing­ar og spon­so­r­at frá hand­ils­ monn­um, og ístaðin gera kringvarp fyri teir pengar, sum stovnurin fær í kring­ varps­gjaldi, júst soleiðis, sum tað átti at verið: At privatu miðl­arnir hava sponsorat og lýsingar, meðan Kringvarpið fær kring­varps­gjald ella annað alment gjald, sum kundi komið í staðin. Men tað torir Bjørn Kalsø ikki. Politisk gjøgn­um­slags­ kraft er ikki til slíkt í Menta­ mál­a­ráð­num – tíverri, mugu vit staðfesta. Tað var ein ólukka fyri privatu miðlarnar, at Helena Dam á Neystabø tók hendan partin við í public serice sátt­ mál­an, tí tað sigur seg sjálvt, at tað er beint tað øvugta, sum skal standa í einum sátt­ mála millum fólkið og Kring­ varpið. Tað skal vera óheft av handilsligum áhugamálum. Við at lata standa til verður Bjørn Kalsø tann menta­mál­ a­ráð­harr­in, sum tók lívið av priv­atu miðlunum. Men tað er kortini ein vón í tí, at sáttmálin verður lagdur fyri tingið. Kanska kunnu ting­fólk fáa Bjørn Kalsø, Kaj Leo Johannesen og Jørgen Nicl­asen upp á betri tankar – tí tað kann undir ongum um­støð­um vera rætt, at ein al­mennur stovn­ur miðvíst skal kvala privat virk­semi. Tað er tað, sum hend­ir við Kring­varp­ið Før­oy­a, sum ligg­ur í kapp­ ing við priv­at­ar miðl­ar um lýs­ing­ar og spon­sor­at – og hetta er ein al­menn­ur stovn­ ur, sum er fær 60 milliónir krónur for­er­andi á hvørjum ári! Tí er tað blóðskeivt at lata ein slíkan stovn kappast við privat virksemi! Tað er sera løgið, at ein borg­arligur liberalur pol­it­ ikari sum Bjørn Kalsø ikki fæst at skilja tað. Hann kann eins­a­mallur taka avgerðina um, at Kringvarpip skal halda seg langt vekk frá lýsingum og spon­s­or­at­um. Men tað torir hann ikki, tíverri... Bjørn torir ikki at strika lýsingar og spon­s­or­at­ini – Hetta er tíanverri ofta tað sama sum hendir í Før­oyum, leysir pástandir frá part­a­ pol­itiskum AD HOC huldu­ fólkum til fjølmiðlar, bert fyri at skapa rok og ó­trygg­ leika, hetta einans fyri at selja bløð. Soleiðis skrivar løgmaður á Face­book – helst við íblástri av rokinum kring Vinstra­for­ mann­in, Lars Løkke Ras­mus­ sen, sum á sjey tíma longum floks­leiðsl­u­fundi í gjár varð vig­að­ur og funnin nóg lættur at halda fram sum formaður og for­sæt­is­ráð­harr­a­val­evni hjá Vinstra­flokk­inum. Løgmaður vísir á, at eft­ir­ met­ing­arnar av søguni longu eru byrj­aðar. – Men eftir stendur at fremstu og sterkastu donsku miðl­a­hús­ini lótu seg ríva við av ein­ari ódokumenteraðari søgu – har leitað var við lykt eftir øðrum søgum og út­sagnum, sum kundi und­ ir­byggja ­tað, sum red­ak­ti­ón­ irnar í­ donsku miðla­húsu­ num – hildu og mettu verða ver­u­leikin, sigur Kaj Leo Holm Johannesen. Løgmaður nevnir tó einki um, hvat tað er, sum ikki er dokumentað í donsku miðl­u­num. Rokið um Lars Løkke Rasmussen í donsk­ um miðlum hesaferð snúði seg um, at hann hevur kosta Vinstraflokkinum 152.000 krónur í klæðum og eyka­ rokningar fyri at vaska royk­ frítt hotellkamar, sum hann hev­ur roykt inni í. Fjøl­miðlar skapa bara rok og ótryggleika Kaj Leo er trygdin fyri valdinum hjá Fólkaflokkinum Lisið á