Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jón Brian Hvidtfeldt Tolið er um at vera uppi hjá Hans Tausen Olsen. Um hálvan august í fjør fór hann inn á býráðsskrivstovuna í Runa­vík við eini umsókn. – Eg bað um loyvi til at seta upp ein minnisvarða yv­ir Anton Olsen. Eg skeyt upp at seta hann á eitt stað mitt í Rituvík. Men fyri meg var avgerandi at fáa at vita, um kommunan var áhugað, sig­ur Hans Tausen Olsen. Áhugan frá Runavíkar Kom­munu hevur Hans Tau­sen Olsen torført við at fáa eyga á ídag. – Jú, gamaní hava fólk frá kommununi verið í Ritu­vík og hugt eftir ymsum møgu­leik­um, men so sker ikki meira. Tað hendir snøgt sagt einki í hasum málinum, sigur Hans Tausen Olsen harmur á rødd­ini. Hans Tausen Olsen sat í Runa­víkar Býráð frá 1981 og í samfull 24 ár, fýra ár sum borgar­stjóri. Hann dylur ikki fyri, hvussu vónbrotin hann er av síni kommunu. – Kommunan hevur ong­ an áhuga víst fyri hesi æt­ lan. Ja, eg og onnur við mær eru sera vónbrotin av kom­ mun­uni, sigur Hans Tausen Ol­sen. Sambært Hans Tausen Ol­sen hevur familjan hjá A­n­ton Olsen í skjótt nógv ár tos­að um, at ein minnisvarði átti at verið reistur yvir ritu­ vík­ingin, sum við stóru bjarg­ ing­ini í 1975 skrivaði seg inn í heimssøguna. Pápi Hans Tausen Olsen var syst­kina­ barn við Anton Olsen, og Hans hevur vegna familjuna átik­ið sær uppgávuna at fáa ynsk­ið framt í verki. Millum ann­að tí at hann í okkurt um 30 ár hevur selt gravsteinar og tí er vanur við at fáast við slíkt. – Eg havi so latið ein minnis­varða gera og hann kom til landið í oktober í fjør. Men hann liggur so tíverri fram­vegis innpakkaður, stað­ fest­ir Hans Tausen Olsen harm­ur á røddini. Hann er harmur um drál­ið, ikki minst tí at fleiri í familjuni hjá Anton Olsen longu eru farin herfrá, með­an onnur eru komin væl til árs. Minnisvarðin er gjørdur og rokningin goldin. Ætlanin Nógv er skrivað um tilburðin, tá Clara Mærsk hin 2. mai í 1975 stóð fyri tí, sum skuldi vísa seg at vera ein av størstu bjargingum til havs í heims­søguni. Clara Mærsk við Anton Olsen á brúnni var stødd í suðurkinesiska havi­num, tá skipið fekk neyðar­kall frá søkkandi skipi. Umborð á søkkandi skipi­num vóru fleiri enn 3600 flóttarfólk úr Vietnam. Onkrir fjølmiðlar vildu vera við, at talan var um fleiri enn 4000 flóttafólk, ið vórðu stúgv­að saman umborð. Øll blivu tey bjargað umborð á Claru Mærsk, ið síðani førdi tey til Hong Kong. Har varð skip­að fyri tíðindafundi, har skip­ ar­in úr Rituvík greiddi frá hendingini. Tíðindini fóru um allan heimin. – Her er talan um ein mann, ið skrivaði seg inn í heims­søgu­na. Bjarg­ingin vakti stóran ans tá, nógv er skriv­að um hana í altjóða bjargingarbragd Innpakkaður minnisvarði – Eg haldi at okkara nærumhvørvi eigur at minnast rituvíkingin Anton Olsen, sum við sínum bragdi skrivaði seg inn í heimssøguna, sigur Hans Tausen Olsen, sum er vónbrotin av manglandi áhuganum hjá Runavíkar Kommunu