hósdagur 5. juni 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Juni-KAPPinGin
Hvønn dag í juni mánaða verða Sudoku uppgávur at
finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess størri møguleika
hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan mánadagin 14. juli 2014
kl. 10.00 og merki brævbjálvan »Sudoku«.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll uppgávan verða loyst.
Vinningurin er eitt
gávukort frá The Pier
virði 2000 krónur
á Hálsi · Smyrilsvegur 7 · 357500
Eitt Sindur
øðrvíSi
Fiskimálaráðið
Fiskimálaráðið søkir eFtir
avloysara Fyri Fulltrúa
Starvið
talan er um eitt avloysarastarv fyri fulltrúa
í farloyvi til 31. desember 2014, har
uppgávurnar verða serliga í sambandi við
fiskiveiðisamráðingar umframt at gera
reglur fyri føroysk skip í føroyskum og
fremmandum sjógvi og fyri fremmand skip
í føroyskum sjógvi. roknast kann við nakað
av fundarvirksemi uttanlands.
Førleikakrøv
• tú hevur viðkomandi hægri útbúgving í
til dømis stjórnmálafrøði, fiskivinnufrøði,
løgfrøði ella búskaparfrøði.
• vit leggja dent á, at tú hevur
hegni at síggja møguleikar í eini
samráðingarstøðu.
• tú arbeiðir sjálvstøðugt og við nærlagni,
dugir at leggja til rættis, samstarvar væl
og virkar til lítar í einum umhvørvi, har
mál kunnu hava nógvan skund.
• tú hevur eisini lætt við at orða teg
munnliga og skrivliga á føroyskum og
enskum.
• royndir á einum ella fleiri av
virkisøkjunum eru ein fyrimunur.
Vit bjóða
vit bjóða eitt starv, har tú fert at arbeiða
við fjølbroyttum og fakliga mennandi
uppgávum saman við starvsfeløgum,
ið hava hollar royndir í ymiskum
yrkisgreinum.
Starvstreytir
starvsstaðurin er Fiskivinnustovan.
setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og
stovnar tess, umframt løgmansskrivstovuna
og stjórnarráðini annars. løn og setanar
treytir verða sambært sáttmála millum
Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Umsóknir
umsóknir við avritum av prógvum,
lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi
skjølum skulu sendast til
Fiskimálaráðið
Yviri við Strond 15
Postrúm 347
110 Tórshavn
ella til fisk@fisk.fo, og skulu vera okkum
í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. juni
2014.
Fyrispurningar um starvið kunnu setast
andrasi kristiansen, deildarstjóra,
á telefon 553241 ella um tpost til
andras.kristiansen@fisk.fo.
www.gevidblod.fo
Vilt tú vera við til at bjarga lívum, kanst tú
teknað teg hjá einum av blóðgevarafeløgunum
ella umvegis heimasíðuna www.gevidblod.fo
Fólk kunnu geva blóð 3. hvønn mánað.