hósdagur 5. juni 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 6. juni 2014 · Nr. 64
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Kom og ven
við Bragdinum !!
)
Bragdið og Kvinna sKipa fyri
Kvinnurenning leygardagin 23. august
Kl. 15.30 á tórsBreyt í Havn
ókeypis venjing til Kvinnurenningina!
Kom við - vit byrja hósdagin 5. juni kl. 17 á Tórsbreyt
Bragdið bjóðar øllum kvinnum at koma og venja ókeypis til Kvinnu renningina. ALLAR
kunnu vera við - tit, sum ganga og kanska renna eitt lítið sindur, tit, sum ganga og
renna, tit, sum hava runnið eina tíð - og sjálvandi eisini tit, sum hava runnið leingi.
Venjingin er fyri ALLAR kvinnur, sama hvørjum formi tú ert - ella ikki ert í ;)
Vit venja á Tórsbreyt hesar tíðir:
leygarmorgun kl. 8.30 og hósdag kl. 17.00.
Leygardagar eru styttri og longri túrar á skránni - summar ganga og renna styttri
teinar og aðrar renna longri túrar. Hósdagar venja vit styrki og teknikk av ymsum
slagi. Stuttlig intervallir, sum fáa pulsin upp eina løtu. Her verða vit deildar upp í
ymsar bólkar - alt eftir hvussu vanar vit eru við at renna og venja.
Sunniva Bjarnastein og Ann Thomsen eru venjarar.
Ikki er neyðugt at melda til, tú møtir bara upp :)
Kom við - tað er gott fyri teg... Vit síggjast!
Kvinnudeildin hjá Bragdinum
kvinnu
renningin2014