Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-05, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2014síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 64 · 6. juni 2014 2 VIKUSKIFTI Tetris Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Skapini eru eyðkend, litirnir nógvir, útávurnar óteljandi, og spælið fangandi sum fá. Í dag eru liðin 30 ár, síðani teldu­ spælið Tetris varð útgivið fyrstu ferð. Alexséi Pázhitnov starvaðist á Dorodnicyn Computing Centre í Moskva, tá ið hann forritaði fyrstu út­gávuna av spælinum, sum síðani er gjørd til allar hugsandi spælskipanir og telist millum mest spældu og mest seldu telduspølini nakrantíð. Hugskotið er í grundini einfalt. Tað er ræður um at fáa ymiskar figurar at passa saman – sum við einum putispæli – og sum við teimum bestu einføldu hug­skotinum, so vísti Tetris seg at verða genialt – fangaði støðugt nýggj ættarlið og nýggja tøkni. Nýtt lív á telefonum Síðani snildfonirnar skaptu møguleikar fyri spølum í lógvanum, eru ymiskar út­gávur av Tetris tiknar niður fyri gjald meira enn 425 milliónir ferðir. Frammanundan var Tetris selt umleið 100 milliónir ferðir til aðrar spæliskipanir – tann mest selda av teimum til Game Boy. Harvið er Tetris, sum kann metast sum ein leivd frá gamla Sovjet­sam­ veldinum, ein pengamaskina í nýggju tøknitíðunum. Arbeitt verður støðugt við at gera nýggjar útgávur av spælinum og varð­ veita spælið viðkomandi, tá ið tøkni gerst óviðkomandi, og nýggjar skipanir og tøknilutir vinna fram. Grasrøtur slóða fyri Redaktørur: Eyðun Klakstein Útgevari: Sosialurin, www.sosialurin.fo Sniðgevi/umbróting: Pætur Eyðunsson Jensen, Sosialurin Forsíðumynd: Alex José dos Santos / Mynd: Álvur Haraldsen klumman Spælitøknin er broytt, men russiska Tetris er fram­ vegis á lívi sum eitt tað mest spælda talgilta spælið Eg bleiv so glað, tá eg hoyrdi um kunningar­ fundin fyri tveimum vikum síðan um GMO, ílegubroyttar organismur. Hóast hetta evnið hevur verið rættiliga nógv frammi í lond­ unum rundan um okkum, so hevur verið púra kvirt um tað hjá okkum. Kunningar­ fundurin varð hildin í sambandi við mót­ mælis­tiltøk kring heimin, kallað »March Against Monsanto«. Tað er Monsanto, sum stendur aftan fyri gmo. Í sending greiddu tveir av fyrireikarunum í stuttum frá avleiðingum. Hvussu hart tað økonomiskt rakar bøndur í fátæku lond­ unum. Hvussu jørðin, dyrkað verður í, verður útpínd og oyðiløgd. Og ikki minst ávirkan­ina á heilsuna hjá menniskjum. M.a. fortaldu tær, at tað er prógvað, at í Argentina liva óvanliga nógv børn við blóðkrabba orsakað av gmo. Gott at vit hava fólk, sum vísa á slík viður­skifti. Sum síggja út um okkara lítla dunnu­hyl. Hóast fyrireikarnar vístu á, at vit í Føroyum ikki eru so illa stødd á hesum øki sum aðrastaðni, so vístu royndir, fyri­reikararnir høvdu fingið gjørt, at kýr í Føroyum fáa gmo-fóður. Tað skulu also gras­rótar­rørslur til, tí vit kunnu ikki líta á, at myndug­leikarnir ganga á odda. Vit hava ikki so frægt sum lóggávu á hesum øki. Fyrireikararnir vístu á stuttskygni innan dyrking við gmo. Tað sama vísir seg í svína­ stallunum. Í DR greiddi danskur svínabóndi frá, at hann var farin frá gmo-fóðuri til traditionelt fóður, sum er dýrari. Fíggjarliga fekk hann álíkavæl meira burturúr: Heilsustøðan hjá dýrunum varð betri, og tørvurin á heilivági minkaði. Hetta síðsta, at hugsað verður um, hvussu dýrini hava tað í matvøruframleiðsluni, er so týdningarmikið. Vit vita, hvussu ræðuligt lívið hjá m.a. hønum, høsnarungum og svínum er í stórframleiðsluni. Eitt stutt, pínu­fult lív er tað, tey skulu ígjøgnum fyri at enda sum bíligar tilboðsvørur. Hetta kunnu vit ikki bjóða dýrunum og vit eiga ikki at finna okkum í slíkum. Og vit kunnu hjálpa og gera mun. Tí fleiri vit verða, sum keypa økologiskar matvørur, og matvørur, sum eru fram­leiddar við djóravernd í hásæti, meira moti­veraðir verða framleiðararnir. Tí teir fylgja eftirspurninginum. So segði hann... Tetris í tríati ár – Samgongan, sum tá var, gjørdi skjótt greitt, at hon ætlaði ikki at koma okkum til hjálpar, og fleiri politikarar úr bæði samgongu og andstøðu jublaðu næstan, tá vit snaraðu lykilin um. Meinhard Jacobsen, sum var stjóri, tá ið Faroe Seafood fór av knóranum Simona Weihe Tey munnu verða mong, sum eru fangað av Tetris-spælinum Russiski Alexséi Pázhitnov skapti Tetris í 1984 og arbeiðir framvegis við spælinum