hósdagur 5. juni 2014síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 64 · 6. juni 2014
4
VIKUSKIFTI
Sunda
fergan
Sunnudagin 1. juni vitjaðu starvsfólk í Miðlahúsinum umborð
á gomlu Sundaferguni, sum Thomas Blachman, ið er best
kendur frá tónleikakappingini X Factor nú eigur
Sundafergan
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Í ár eru 60 ár liðin síðan Sundafergan
varð bygd. Upprunaliga navnið á
ferguni var Fritz Juel. Skipið varð
bygt úr eik á Ring-Andersens værft í
Svendborg í 1954 og sigldi fyrstu árini
millum Svendborg og Vindeby.
Frá 1969 til 1976 varð fergan seld
til Føroyar og sigldi millum Selatrað,
Hósvík og Oyri. Tað vóru Joen Peter
Andreasen, Jóhan Jacobsen, Hans
J. Magnussen, Zacharias Joensen
og Christian Vilhelm Jacobsen sum
áttu ferguna og fekk hon navnið
Sundafergan. Joen Peter hevði tá í nøkur
ár siglt við rutubátinum Sigmundi
millum Hvalvík og Sundabrúnna á Oyri
við ferðafólki.
Fyrstu árini sigldi Sundafergan
millum Hósvík, Oyri og Selatrað. Tá
so brúgvin um Streymin varð liðug í
1973, var einans siglt millum Hósvík
og Selatrað til Norðskálatunnilin
lat upp í 1976. Tá var ikki brúk fyri
ferjusambandi í Sundalagnum meira,
og Sundaferjan varð seld av landinum.
Í fleiri ár sigldi fergan millum
Hardeshøj á oynni Als og Ballebro í
Suðurjúlandi undir navninum Jacob
Hardeshøj.
Í dag er Sundafergan bygd um til
húsbát. Tað vóru DSA-Arkitekter ið
gjørdu tekningarnar til bátin, sum
hann sær út í dag. Meginparturin av
bildekkinum er innilokað og ferjan
kann nýtast bæði sum bústaður og
arbeiðspláss.
Í fjør keypti kendi jazzmusikarin og
komponisturin Thomas Blachman, ið er
best kendur sum dómari í tónleikakapp
ingini X Factor, ferguna, sum liggur við
bryggju við Holmen í Keypmannahavn.
Thomas Blachman brúkar ferguna sum
sítt arbeiðspláss. Maskinan er tikin úr
skipinum, og verður maskinrúmið í
staðin nýtt sum arbeiðsrúm.
Blachman og