Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. juni 2014síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin nr. 64 · 6. juni 2014 6 VIKUSKIFTI Onkur saknar lív fyri deyðan – í miðbýnum í Havn. Og so verða nógvir skatta­ pengar brúktir til at royna at svara spurninginum: hvussu fáa vit lív í miðbýin í Havn? Ella hvussu fáa vit lív aftur í miðbýin í Havn? Onkur heldur seg ørminnast, at fyrr var lív. Uppskotini eru nógv. Tað eru tey altíð, tá nógvir pengar skulu brúkast. Einfaldasta, skjótasta og nógv tann bíligasta loysnin er tann, sum ein góðir gamal Havnar­ maðir, kanska var tað Rasmus, kom við: at opna Kondittaríið aftur. Men einfaldar loysnir kunnu ikki brúkast. Og so als ikki loysnir, sum kosta lítið ella minni enn tað. Alt kostar, segði ein. Jú, alt skal kosta. Annars hevði verið stuttligt hjá okkum, sum standa spyrjandi, at fingið at vita, júst hví mið­ býurin skal verða livandi, ella livna við aftur. Hvør vil hava miðbýin livandi? Hevur mið­ býurin í Havn altíð verið deyður, hálv­deyður, skindeyður ella stein­ deyður. Havi ikki frætt um nakra kann­ing um livandi miðbý. Um fólk í Havn eru spurd, um tey sakna lív í miðbýnum. Um tey halda, at miðbýurin er stein­ deyður. Ella um hatta bara er ein romantisk hugsjón undan væðingini. Kondittaríið doyði. Pylsu­ vogna­brigadan 57 pylsu­longdir vestan fyri Vaglið er rullað burtur sum eitt líkfylgi. Men løgtingið er har enn, tó uttan velt lendi á takinum. Tað kundi annars givið eitt sindur av lívi, tá løgtingsformaðurin fór við byrsuni eftir grágæsnum. Í løgtinginum er tó lív, eisini í summarferiuni, og um kvøldið viðhvørt, ja, út á náttina, tá heilt væl stendur til. Taka vit lokið av Havnará, sleppa spilllivandi rotturnar upp okkara millum at hugna sær. Tær fara ikki lort í býin. Kirkjugarðurin í miðbýnum er kanska nakað deydligur, men tey, sum har búgva, hava ævigt lív í mið­býnum í Havn. Gravið fleiri har, so verður meira ævigt lív í mið­býnum. Hóskvøld, fríggjanátt, fríggja­ kvøld, leygarnátt, leygarkvøld og sunnunátt er lív, nógv lív, mest sum ov nógv lív í miðbýnum. So nógv, at nøkur mugu takast upp við spaka og koyrast til Klaks­ víkar at taka avleiðingarnar av at liva lívið. Haldi ikki, nakar heldur hevur kannað, um fleiri fólk fara at mala og hugna sær í miðbýnum, tá allar milliónirnar hjá teimum eru brúktar í miðbýnum. Teir fáu dagar, sólin skínur, logn er og turt, alt í senn, vilja fólk heldur vera heima í sínum egna garði uttan fyri mið­býin saman við grillini og trambolin­ uni. Og kanska hevði ein kanning staðfest, at miðbýurin í Havn er fínasta slag. At fólk stórtrívast í Tórshavn C, dead or alive. Samanbering: tey gomlu hava tað so ringt, so ringt, kanning: tey gomlu hava tað so gott, so gott. Eitt er vist. Tað verður ikki livandi í miðbýnum, tá hann verður eitt stórt byggipláss. Eina ferð varð ein gongugøta proklamerað, trivnaður, tit vita. Har hevur ongantíð verið gang­ andi fyri bilum. Ein møguleiki, sum skapar nógv livandi lív, er at bjóða mið­býin fram til allar mótmælis­ gongur­nar og kravgongurnar. Til dømis kravgongu í Tórshavn C um at c verður strikað og forboðið í Føroyum. Var ikki ein røðarastólur, arkitekt­teknaður sjálvsagt, settur upp til gøtuparlamentið beint við hitt parlamentið? Har kunnu øll, sum tað vilja, brúka kjaft um alt, millum annað deyða miðbýin. Men eingin ger tað. Tey, sum búgva í Hoyvík, siga, at tey búgva í 188 Paradise. Kann býráðið ikki bara samtykkja, at miðbýurin er í Hoyvík? Ein onnur, eisini bílig loysn, ja, meira at siga ókeypis, er at sam­tykkja, at miðbýurin í Havn er á Trappu­trøðni. Í SMS er altíð lív. Umafturafturum høgni djurhuus Móðurmálsviðursløn 2012 Tórshavn C live Hvat tekst tú við? – Eg eri arbeiðsleysur í løtuni. Hvønn eginleiki hjá tær ert tú fegnast um? – Eg eri lættur av lyndi. Hvør eginleiki hjá tær irriterar teg? – Við hvørt haldi eg, at eg eri ov organiseraður. Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir? – Progressivum Rock/Metal, pop, country, funk, folk. Hvør er besti sangur, sum er gjørdur? – Tað havi eg onga meining um. Sum tónleikari havi eg nógvir favorittar. Hvat er tað besta við at spæla tónleik? – Tað er stuttligt, spennandi og læruríkt. Hvat ger teg glaðan? – At koma heim til konuna – og at spæla tónleik bæði live og í studio. Hvat ger teg keddan? – Tá eg av óvart komið at sára onkran. Hvat er luksus fyri teg? – At kunna fara at ferðast ella út at eta uttan at hugsa um pengapungin. Hvat ert tú glaðast fyri at eiga? – Heimastudio og guitarútgerðina. Hvat brúkar tú frítíðina til? – Konuna, tónleik, vinir og familju. Hvat tímur tú ikki at hoyra uppá? – Tá fólk baktala. Hevur tú eina fyrimynd? – Eg havi fleiri. Dann Huff, John Petrucci, Steve Vai, Guthrie Govan, Paulo Mendonca fyri at nevna nakrar fáar. Hvat gleðir tú til? – Summarfestivalin og túr til Danmarkar og Svøríkis seinni í august. Mikkjal Hvannastein lagt til rættis: Eyðun Klakstein Eg verði glaður av at spæla tónleik Tónleikarin Mikkjal Hvannastein er lættur av lyndi, men heldur seg við hvørt verða ov organiseraðan. Hann er fegin um at eiga tónleika­útgerð og hava heimastudio