hósdagur 5. juni 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin nr. 64 · 6. juni 2014
12
VIKUSKIFTI
HM
Pætur Albinus
albinus@sosialurin.fo
Brasilsku fótbóltsleikararnir eru eyð
sæddir kring allan heim við teknisk
um dugnaskapi og litríkum spælistíl,
og ígjøgnum ár og dag hava fleiri
brasilskir leikarar eisini ríkað um før
oyskan fótbólt. Tveir teirra, ið hava
steðgað á longst í Føroyum, eru fram
vegis í Føroyum og eru virknir leikarar.
Eru teir nevndir, so eru teir kendir.
Clayton Soares, sum er her á 12. ári,
og Alex José dos Santos, sum er her
á 11. ári.
Úr bygd og býi
Alex José dos Santos, sum kom til
Føroya í 2004 og hevur spælt útivið
300 dystir tilsamans í Effodeildini við
B36, EB/Streymi og HB, er ikki heilt
óvandur við smáar umstøður eins og í
Føroyum. Hann er nevniliga úr Itajuípe
norðaliga í Brasil, har íbúgvatalið ein
ans er 22.000.
Soleiðis er støðan ikki hjá vinmanni
hansara, 36 ára gamla Clayton Soares,
sum hevur verið í Føroyum síðani 2002
- tó ikki kappingarárið 2010 - og eins og
Alex hevur spælt útivið 300 dystir við
táverandi FS Vágum, B71, 07 Vestur og
nú ÍF. Hann kemur nevniliga úr Rio de
Janeiro, har tað búgva 6,3 milliónir fólk.
Brasiliumenn hyggja saman
Seinastu ferð HM var á skránni, savn
aðust fleiri brasiliumenn í Føroyum fyri
at hyggja eftir dystunum hjá Brasilia.
Soleiðis verður aftur í ár, siga teir báðir.
Tað er Alexandre Silva, sum – hóast
hann ikki spælir meira – framvegis er
í Føroyum og dugir væl at samansjóva.
– Eg fari at
hyggja eftir øllum
dystunum, sum eg
havi møguleika fyri
at síggja. Tað má
passa saman við
arbeiðið og annað,
sigur Alex, meðan
Clayton peikar á
eina aðra forðing
hjá teimum.
– Vit skulu spæla
evropeiskan fótbólt
um hatta mundið,
men eg vóni at
síggja so nógv sum tilber, sigur Clayton.
Eftir dystirnar hjá ÍF í Europa League
fer Clayton til heimlandið á feriu, men
tað hevur ikki eydnast honum at fáa
atgongumerki til HM-finaluna. Hann
ætlar sær tískil at hyggja eftir finaluni
heima við hús saman við familjuni.
Hann verður í Brasilia dagin áðrenn
finaluna.
Sterkir heima
Alex metir, at heimavøllurin er ein fyri
munur hjá Brasilia.
– Tað hevur ógvuliga nógv at siga, at
teir eru við. Vit sóu tað í Confederations
Cup í fjør. Tað er veruliga ein 12. maður,
sigur Alex.
Brasilia vísti nevniliga ræðandi
styrki í Confederations Cup í fjør, sum
eisini av fyriskiparunum varð nýtt sum
ein fyrireikandi kapping til at standa
fyri HM-endaspælinum í ár. Brasilska
landsliðið vann kappingina – í finaluni
vunnu teir greitt 3-0 ímóti verandi
heimsmeistarunum úr Spania.
Brasilia vann allar dystirnar í kapp
ingini. Dystirnar vunnu ímóti Italia,
Meksiko, Japan, Uruguay og Spania.
Heili átta brasilskir leikarar vórðu
valdur á besta liðið
í kappingini, og
eftirskriftin var,
at Brasilia vísti
ræðandi styrki á
heimavølli, sum
Alex eisini peikar á.
Fólk og
mentan
Eitt, sum tey mongu
ferðandi til HM-
endaspælið koma
at uppliva meiri enn
fótbóltin sjálvan, er
Brasilia sum land. Her metir Clayton
Soares, at Brasilia hevur nógv at bjóða.
– Fólk eru altíð glað í Brasilia, so
øll fara at verða væl móttikin. Brasilia
hevur eisini eina heilt øðrvísi og vakra
mentan, sum fólk vónandi ætla sær at
uppliva, sigur Clayton.
Fram ímóti HM-kappingini hevur
spurnartekin verið sett við eitt nú
trygdina eftir at ófriður hevur valdað
um fleiri dystir í heimligu kappingini,
men hesum stúrir Clayton ikki fyri.
Hann kennir á sær, at trygdin fer at
vera í hásæti.
– Lond hava ymiskar trupulleikar,
og tað hevur Brasilia eisini. Eg vil
siga, at tað eru nógv fleiri góð ting við
Brasilia enn keðilig ting, sigur hann.
Brasilia og hini
Teir báðir, sum eru góðir vinmenn, eru
ikki í iva um hvønn teir skulu nevna,
tá ið prátið gongur um hvør man vera
favorittur at vinna HM. Heimlandið
Brasilia verður nevnt alt fyri eitt, men
teir hava eisini sínar góðu orsøkir til
metingar teirra.
– Hetta er tað sterkasta brasilska
landsliðið, sum eg havi sæð í mínari tíð.
Tað er serliga verjan, sum er stinnari
enn nakrantíð. Tveir av heimsins bestu
miðverjum og tveir royndar bakkspæl
arar, umframt at nakrir sterkir eru til
reiðar at koma av bonkinum. Mið
vøllurin er ein góð blanding av ferð og
teknikki, meðan álopið við Neymar á
odda eisini er sterkt. Men tað er serliga
verjan og miðjan, sum skarar framúr,
sigur Alex.
Clayton hevur eisini hug at peika á
verjuna sum besta ketan, og hinvegin
stúrir hann eitt sindur fyri álopspart
inum.
– Eg vænti, at Neymar fer at vera
heilt avgerandi. Hann hevur eina
meiri fría rollu enn hann hevur í FC
Barcelona, og tað gagnar honum væl.
Hinvegin hava vit ikki nakran krút
sterkan áleypara, sum áður hevur gjørt
liðið so vandamikið. Eg sakni leikarar
sum Ronaldo og Romario. Vit hava
Fred, men hann er ikki í heimsklassa,
heldur Clayton.
Spania ella Týskland
Tá ið einans eftir er at spyrja teir
báðar hvør teir meta fer at vinna HM,
er tað púrasta greitt, at báðir atkvøða
fyri heimlandinum Brasilia. Tískil er
spurningurin bara, hvør fer at vera
argasti kappingarneyti teirra.
– Spania ella Týskland, sigur Alex,
meðan Clayton er púra samdur í teim
um báðum, men tó hevur onnur góð
boð.
– Italia eru altíð drúgvir í enda
spølum. Argentia eru eisini sterkir við
Messi á odda, vísir hann á.
Tað ber ikki til at kleyna teir báðar
fyri at vera litaðar í síni meting um
Brasilia, tí alheims veddingarfyritøkur
og meiningamátingar vísa, at Brasilia
er favorittur at vinna.
mynd: Rakul hansen
ivast ikki í
heimlandinum
Brasiliumenninir Alex José dos Santos og Clayton Soares hava góðar
vónir til heimlandið í HM-kappingini. – Hetta er tað sterkasta brasilska
landsliðið, sum eg havi sæð í mínari tíð. Tað er serliga verjan, sum er
stinnari enn nakrantíð, sigur Alex. Hóast Clayton heldur brasilska
landsliðið manglar typur sum Ronaldo og Romario á liðnum, so
metir hann Brasilia vera favoritt til at vinna kappingina
Alex og Clayton