týsdagur 10. juni 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juni 2014 · Nr. 65
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er ikki sørt ørkymlandi boð
skapur, sum kemur frá ávísum pol
itikarum í Tórshavnar Kommunu í
sambandi við hitamiðstøðina, sum
í meira enn eina fjórðings øld hevur
verið ætlað at byggja í Hoyvík.
Í síðstu viku komu fýra býráðs
limir kropp á kroppi fram og góvu
teimum rætt, sum eru kritisk. Fyrr
verandi varaborgarstjórin í Tórs
havnar kommunu, Bogi Andreasen,
fór á Rás2 so langt sum meira ella
minni at mæla fólki frá at búgva
í Hoyvík og at mæla fólki frá at
brúka fleiri pengar upp á hús síni,
tí tey fara at minka í virði.
Slíkt er ikki serliga álitisvekjandi
frá einum politikara, sum hevur
havt evstu ábyrgd. Meinti Bogi
Andreasen nakað við tað, so hevði
hann óivað hópin av møguleikum
at steðgað hesi hitamiðstøðini, tá
hann hevði ávirkan í Tórshavnar
býráð sum varaborgarstjóri fyri
Tjóðveldi.
Helena Dam á Neystabø tosar
um at »umhugsa allan orkupoli
tikkin hjá Tórshavnar kommunu
av nýggjum«, og reisir spurningin,
um tað yvirhøvur er skilagott at
útbyggja fjarhitan í Tórshavnar
kommunu.
At
»umhugsa
av
nýggjum« merkir ofta hjá politik
arum at súlta og útseta mál.
Vit mugu krevja meira av okkara
fólkavaldu. Sambært nevndarfor
manninum í Fjarhitafelagnum, so
vita hesir politikarar als ikki, hvat
teir tosa um. Tað er so lætt at taka
temperaturin í fólkaviljanum og so
meina tað, sum gagnar tær sjálvum
best.
Harvið skal ikki sigast, at óttin
hjá íbúgvunum í Hoyvík er ógrund
aður. Men teimum skyldar Fjarhita
felagið og Tórshavnar kommuna
eina greiða forkláring. Okkurt er
tað eisini sum ger, at støðin fær sína
umhvørvisgóðkenning tvær ferðir.
Tað síðsta í málinum er, at stjórin
á Føroya Tele nú er bangin fyri, at
bygningurin hjá Føroya Tele kann
verða sprongdur í luftina, um okkurt
gongur galið á hitamiðstøðini.
Altso álvaratos, er tað so galið, so
hevur tað størri týdning at bjarga
mannalívum hjá hoyvíkingum, enn
samskiftisnetinum hjá Føroya Tele.
Og um slíkur vandi er, so skal eingin
bensinstøð liggja millum hús – og so
slett eingir oljutangar á Viðarnesi,
skamt frá Landssjúkrahúsinum.
Sjálvandi skulu kritiskar røddir
frá hoyvíkingum takast í størsta
álvara. Men tað ber ikki til, at óvit
andi ella populistiskir býráðspoli
tikarar í Havn fara upp at gáka sum
best ber til. Vit mugu hava eina ord
iliga forkláring frá Hitafelagnum og
frá Tórshavnar kommunu.
Eingin skorsteinur ella oljufýring
er í flestu býlingum í Hoyvík. Tað er
fantastiskt – og sjálvandi skulu vit
hava grøna orku. Men alt sjálvandi
við skili.
Ørkymlandi tá politikarar
fara upp at gáka
Stjórin á Føroya Fólka
háskúla seinastu 26 árini,
Rói Patursson, leggur nú
frá sær. Tí verður í hesum
døgum søkt eftir nýggjum
stjóra til háskúlan frá kom
andi skúlaári.
Føroya Fólkaháskúli skip
ar hvørt ár fyri einum longri
vetrarskeiði fyri føroyskum
og útlendskum ungdómum.
Stevnan er at vekja ans fyri
andligum
og
kropsligum
mentum, sum sagt verður,
og undirvísingin byggir á tað
skapandi, mennandi og upp
lýsandi.
Virksemið hjá Háskúla
num er rættiliga umfatandi,
og umframt fasta skeiðið ski
par háskúlin javnt og samt
fyri øðrum skeiðum so sum
seniorskeiði,
skriviskeiði,
sjónleikaraskeiði,
familju
skeið, filmsskeiði og eftirføð
ingarskeiði.
Føroya Fólkaháskúli, sum
heldur til í Hornabø í Havn,
hevur havt stóran týdn
ing fyri fólksliga føroyska
samleikan og tjóðarmenn
ingina. Skúlin byrjaði í 1899
í fyribilshølum í Klaksvík, til
nýbygdur skúli stóð liðugur í
Føgrulíð árið eftir. Í 1909 var
skúlin fluttur til Havnar, har
hann hevur verið síðan.
Háskúlastjórin
hevur
fíggjarligu og umsitingarligu
ábyrgdina av Háskúlanum, og
hann myndar skúlan inneftir
og úteftir. Bústaðarskylda er
knýtt at starvinum sum há
skúlastjóri, og stjórin býr í
gamla háskúlabygninginum,
sum á sinni varð fluttur til
Havnar.
Starvið sum háskúlastjóri
er áramálssett í fimm ár. Um
sóknarfreistin er 15. juli.
Háskúlin skal hava
nýggjan stjóra
at meina tað sum fólkið vil
Knústu
alla mót
støðu
Ítróttur á síðu 18
Spar
ingar
tyngja
eldraøkið
Tíðindi á síðu 8
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
– Eg ivaðist ikki í, at mað
urin fór at detta niður úr
krananum, sigur eitt eygna
vitni til tilburðin hvítusunn
umorgun klokkan hálvgum
seks, tá ein fullur maður
hevði klintrað upp í stóra
byggikranan, sum sendur á
byggiplássinum hjá Havnar
Arbeiðsmannafelag við Ting
húsvegin í Havn.
– Tíbetur spældi tað væl
av. Politiið kom á staðið,
men eg haldi ikki, at teir
fingu gjørt so nógv, tí tá fór
maðurin at ganga innaftur,
sigur eygnavitnið.
– Men áðrenn tað stóð
hann og tosaði í telefon og
veipaði við ørmunum uttan
at halda sær í nøkrum, sigur
eygnavitnið, sum heldur, at
hasin kranin má tryggjast
betur.
– Eg ivaðist ikki í, at hann
fór at detta niður, sigur vitnið,
sum helt tað vera ræðuligt at
standa og hyggja at slíkum
ørskapi uttan at kunna gera
nakað.
Sambært Arbeiðseftirliti
num, so er tað ikki uppgávan
hjá teimum at halda eftirlit
við slíkum, tí teirra uppgáva
er at hugsa um trygdina hjá
arbeiðsfólki. Av politistøðini
í Havn siga tey, at tey gera
einki við málið.
Sjúrður Holm, stjóri á Bú
setur, sum varðar av kranan
um sigur, at hann veit ikki so
nógv um málið, men at teir
fara at kanna tað og finna
onkra loysn. Ein trupulleiki
hjá teimum er eisini, at kranin
stendur á parkeringsøkinum
hjá Ebenezer, sum verður
brúkt um vikuskiftini.
Ivaðist ikki í at maðurin
datt niður úr krananum
Myndin er tikin úr Bøkjarabrekku hvítusunnumorgun og vísir
fulla mannin uppi í krananum. Maðurin sæst í reyða ringinum