týsdagur 10. juni 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 11. juni 2014 · Nr. 65
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Fýra aftrat fingið bjóðað bústað
Visitatiónsnevndin hevur gjørt av at bjóða fýra aftrat frá Psykiatriska Deplinum bústað uttanfyri hospitalsøkið
Marjun Dalsgaard
Í alt 11 av teimum 15,
sum hava fastan bústað
á Psykiatriska Deplinum,
hava nú fingið bjóðað bústað
uttanfyri hospitalsøkið. Ein
av teimum hevur sagt nei
takk.
Fríggjadagin
hevði
visitatiónsnevndin
sín
seinasta fund viðvíkjandi
sambýlinum
Eystan
Heyg.
Eingi
pláss
eru
eftir í sambýlinum, sum
upprunaliga skuldi byggjast
til tey, sum hava fastan
bústað
á
Psykiatriska
Deplinum, hóast at tey eru
liðugt viðgjørd.
Í alt sjey av hesum 15
hava fingið bjóðað bústað í
sambýlinum, Eystan Heyg,
men
einans
seks
hava
tikið ímóti tilboðnum. Nú
hava fýra aftrat fingið
bjóðað pláss í øðrum betri
egnaðum sambýlum, sigur
Hallur Thomsen, stjóri í
eldradeplinum.
Sostatt
hava í alt 11 av teimum 15,
sum hava fastan bústað
á Psykiatriska Deplinum
fingið
bjóðað
bústaa
uttanfyri
Psykiatriska
Depilin. Tað er ikki vist,
at tey seinastu fýra siga
ja – um tey ikki gera er
tað upp til leiðsluna á
Psykiastriska
Deplinum,
hvat skal gerast fyri tey,
sigur
Hallur
Thomsen.
Visitatiónsnenvdin arbeiðir
framvegis
við
at
finna
hóskandi tilboð til øll 15.
Trúgvi vit finna eina
loysn
Heilsumáláðharrin,
Karstin Hansen, var sera
avgjørdur, tá tað kom fram,
at tey, sum hava fastan
bústað
á
Psykiatriska
Deplinum kortini ikki fingu
framíhjárætt til sambýlið
Eystan Heyg. Hann sigur nú,
at hann trýr upp á, at viljin
at finna eina loysn í ár er til
staðar.
- Tey skulu verða úti
áðrenn 1. Januar 2015, og
eg trúgvi, at viljin er til
staðar at finna ein loysn,
sigur
Karsten
Hansen.
Eitt av búfólkunum, sum
hevur fingið bjóðað bústað
í sambýlinum Eystan Heyg
hevur sagt nei takk, og tað
er ikki vist, at øll ynskja at
koma út av Psykiatriska
Deplinum. Um so er, mugu
vit finna eina virðiliga
loysn,
sum
tekur
atilit
til
teirra
ynskir,
sigur
heilsumálaráðharrin.
Tað undrar hann, at fleiri
av íbúðunum eru bygdar
soleiðis, at tær ikki eru
egnaðar til eldri fólk millum
annað tí tær hava hems.
- Hetta ber brá av, at hesi
fólkini hava fingið hjálp 20
- 30 ár ov seint, og vit mugu
finna eina so virðiliga loysn
sum gjørligt fyri øll, sigur
Karsten Hansen.
Marjun Dalsgaard
Eldradepilin
setti
fyri
nøkrum vikum síðani eina
trivnaðarkanning
í
verk
millum heimahjálpararnar
í Suðurstreymoyarøkinum.
Úrslitið var sera atfinning
arsamt mótvegis leiðsluni
og endin var, at økisleiðarin
Cecilia Vestureið fór frá. Sam
bært Felagið Føroyskir Sjúkr
arøktarfrøðingar er Ceciliga
Vestureið syndabukkur og
er hongd út av politikarum,
sum vilja hava frið um eitt
øki, sum hevur verið spart
inn á bein seinastu árini,
áðrenn tað skal leggjast út til
kommunurnar. Forkvinnan í
sjúkrarøktarfelagnum, Ólvua
í Gong kallaði sostatt kann
ingina fyri ”óskikkiligan at
burð”.
Stjórin fyri eldradepilin,
Hallur Thomsen, viðgongur,
at nógvar sparingar hava
pínt økið niður seinastu ár
ini, og at umráðið er niður
lagað av tí at tvey ellis- og
røktarheim eru komin í Suð
urstreymoyarøkinum sein
astu árini, men tað setur júst
hørð krøv til leiðsluna, held
ur hann.
– Tað hevði verið so nógv
ónøgd á økinum, at vit gjørdu
av at gera eina kanning av
trivnaðinum. Ætlanin var,
at kanningin skuldi føra til
tiltøk, sum kundu betra um
trivnaðin, men tá kanningin
var liðug, vísti hon so stórt
ónøgdsemi við leiðsluna, at
vit kendu okkum noydd til at
taka eitt prát við økisleiðaran
um, hvussu vit komu víðari,
sigur
hann.
Partarnir
samdust sostatt um, at økis
leiðarin skuldi gevast.
Løddir spurningar
Forkvinnan
í
Felagið
Føroyskir Sjúkrarøktarfrøð
ingar er somuleiðis sera at
finningarsom mótvegis sjálv
ari kanningini og sigur, at
talan ikki eru um eina trivn
aðarkanning, men um eina
støðumeting. Hon heldur, at
gert tú eina støðumeting eftir
fleiri ár við niðursparingum
ber ikki til at fáa annað
enn negativt svar, tá tú
spyrt starvsfólkið, hvussu
tey hava tað. Haraftrat at
spurningarnir í kanningini
eru løddir og kanningin var
háttað soleiðis, at hon mátti
seta leiðsluna í eit ringt ljós.
Sjúkrasystrafelagið
hevur
sent kanningina til fakfólk,
sum hava staðfest, at talan er
um eina støðumeting og ikki
eina trivnaðarkanning, sigur
Óluvá í Gong við Sosialin.
Hallur
Thomsen
við
gongur at spurningarnir eru
stuttir, men heldur ikki, at
tað broytir nakað.
– Vit hava álit á Helga Ras
mussen, sálarfrøðing, sum
vit hava fingið at gera kann
ingina, og uttan mun til, um
spurningarnir eru stuttir, so
slepst ikki undan at úrslitið
av kanningini var sera neg
ativt mótvegis leiðsluni, sig
ur hann.
Orsøkin til at trivnað
arkanningin var sett í verk
var
ónøgdsemið
millum
starvsfólk og avvarðandi,
har funnist hevur verið at
fakliga støðinum, eins og
Heilsuhjálparafelagið hevur
funnist at Heimatænastuni
fyri ikki at lýsa størvini leys.
Meira enn helvtin av
heimahjálparunum í Suð
urstreymoyarøkinum hava
onga fakliga útbúgving, og
nógvar av teimum eru sam
bært tølum frá Almanna
málaráðnum settar fýra tey
seinastu árini.
Sparingar tyngja eldraøkið
Tað er rætt, at stórar sparingar tyngja Suðurstreymoyarøkið innan Heimatænastuna, sigur stjór
in fyri eldradepilin, Hallur Thomsen. Hann stendir tó við, at kanningin av trivnaðinum í Heima
tænastuni var so atfinningarsom mótvegis leiðsluni, at okkurt mátti gerast
Hallur Thomsen, stjóri á Eldra- og menningardeplinum, og
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumáum