týsdagur 10. juni 2014síða 13
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mikudagur 11. juni 2014 · Nr. 65
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TSÚ á Føroya Handilsskúla
Lestrarbyrjan í september 2014
Kundi tú hugsa tær at útbúgva teg innan KT? Í september 2014 byrjar nýggjur flokkur á TSÚ.
HVAT ER TSÚ?
TSÚ er ein vinnurættað hægri útbúgving í KT, sum tekur 2½ ár.
Endamálið við útbúgvingini er at førleikamenna teg til sjálvstøðugt og í
verkætlanum at loysa tær mongu uppgávurnar, sum knýta seg til KT.
Sum lesandi hevur tú møguleika at mynda útbúgvingina í mun til
áhugamál tíni, millum annað tí tú á útbúgvingini
-
hevur møguleika at gera fleiri spennandi verkætlanir
-
hevur vallærugreinir, sum kunnu myndast í mun til ynskir og tørv
hjá tær
-
fer í praktikk í KT virki ella virki, sum hevur størri KT skipanir
-
ger høvuðsuppgávu, har tú í verki kann nýta tað, sum tú hevur
lært á útbúgvingini
HVÍ VELJA TSÚ?
TSÚ er lagað til føroysk viðurskifti í undirvísing og verkætlanum
TSÚ sameinar ástøði og ta verkliga
TSÚ gevur beinleiðis vinnuførleika
TSÚ gevur atgong til framhaldandi lestur á øðrum hægri útbúgvingum
HVAT GER EIN ÚTBÚGVIN TELDUSTØÐINGUR?
Sum TSÚ´ari verður tú før/ur fyri at greina, gera ætlanir og verkseta
loysnir, sum snúgva seg um menning og samskipan av KT-skipanum hjá
privatum virkjum og almennum stovnum.
Fleiri teldustøðingar velja at fara í starv beinan vegin og dømi um størv,
sum TSÚ´arar hava, eru KT mennari, Netumsitari og Forritari. Góðir
møguleikar eru eisini fyri framhaldandi lesturi. Framhaldandi lestur til
bachelor tekur millum 1-1½ ár.
HVAR KANN EG FÁA NÆRRI KUNNING UM TSÚ?
Tú kann frætta meiri um útbúgvinga á heimasíðu okkara. Tú kann eisini
venda tær til skúlan á teldupost postur@fh.fo ella ringja til okkara á
317177.
HVUSSU KANN EG KOMA INN Á TSÚ?
Nýggjur flokkur byrjar í september 2014. Umsóknarfreistin er 1. juli
2014. Á heimasíðu okkara, www.fh.fo er umsóknarblað og nærri
kunning.
FØROYA HANDILSSKÚLI - Janusargøta 2 - Postsmoga 177 - 110 Tórshavn - Tlf 317177