Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2014síða 17

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mikudagur 11. juni 2014 · Nr. 65 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Móttøka Í sambandi við at Edvard Heen tók við sum stjóri á Almannaverkinum tann 1. juni 2014, verður boðið til móttøku í hølunum á Smyrilsvegi 20 fríggjadagin 13. juni millum kl. 14 og 17. Hjartaliga vælkomin almannaverkið Fiskimálaráðið Fiskimálaráðið søkir eFtir avloysara Fyri Fulltrúa Starvið talan er um eitt avloysarastarv fyri fulltrúa í farloyvi til 31. desember 2014, har uppgávurnar verða serliga í sambandi við fiskiveiðisamráðingar umframt at gera reglur fyri føroysk skip í føroyskum og fremmandum sjógvi og fyri fremmand skip í føroyskum sjógvi. roknast kann við nakað av fundarvirksemi uttanlands. Førleikakrøv • tú hevur viðkomandi hægri útbúgving í til dømis stjórnmálafrøði, fiskivinnufrøði, løgfrøði ella búskaparfrøði. • vit leggja dent á, at tú hevur hegni at síggja møguleikar í eini samráðingarstøðu. • tú arbeiðir sjálvstøðugt og við nærlagni, dugir at leggja til rættis, samstarvar væl og virkar til lítar í einum umhvørvi, har mál kunnu hava nógvan skund. • tú hevur eisini lætt við at orða teg munnliga og skrivliga á føroyskum og enskum. • royndir á einum ella fleiri av virkisøkjunum eru ein fyrimunur. Vit bjóða vit bjóða eitt starv, har tú fert at arbeiða við fjølbroyttum og fakliga mennandi uppgávum saman við starvsfeløgum, ið hava hollar royndir í ymiskum yrkisgreinum. Starvstreytir starvsstaðurin er Fiskivinnustovan. setanarøkið fevnir um Fiskimálaráðið og stovnar tess, umframt løgmansskrivstovuna og stjórnarráðini annars. løn og setanar­ treytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsóknir umsóknir við avritum av prógvum, lívsgongdarlýsing og øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast til Fiskimálaráðið Yviri við Strond 15 Postrúm 347 110 Tórshavn ella til fisk@fisk.fo, og skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 23. juni 2014. Fyrispurningar um starvið kunnu setast andrasi kristiansen, deildarstjóra, á telefon 553241 ella um t­post til andras.kristiansen@fisk.fo. Postboks 2048, 165 Argir, tel 342400, fax 342401, us@us.fo Søkt verður við hesum eftir starvsfólki til verkætlan knýtt at Granskarasetrinum iNOVA. Starvið verður sett á deildini fyri Gransking á Umhvørvisstovuni, er tíðar- avmarkað til eitt ár og byrjar 1. august 2014 ella eftir nærri avtalu. Starvsøkið Starvið fevnir um at fremja evnafrøðiligar kanningar av perfluoreraðum evnum við framkomnum kanningartóli (UHPLC MS/ MS Waters Xevo TQ-S ). Um neyðugt, er partur av starvinum at læra at gera kanningarnar, og krevur hetta møguliga uppihald uttanlands í nærri avtalað tíðarskeið. Umframt at gera kanningar, mást tú taka lut í at meta um og lýsa kanningarúrslitini, eisini skrivliga. Høvuðsarbeiðsplássið verður á Granskara- setrinum iNOVA. Tú kemur at virka í einum samstarvi millum almennar vitanar- og myndugleikastovnar og týðandi fiskivinnu- og alifyritøkur, sum í felag hava sett sær sum mál at menna kanningar- og gransk- ingarførleikar til gagns fyri m.a. marknaðar- føring av føroyskari fiskavøruframleiðslu. Nærri fæst at vita um PFC-samstarvið og ætlanir tess á www.us.fo Starvið verður sett á deildini fyri Gransking á Umhvørvisstovuni, sum serliga arbeiðir við at kanna útbreiðslu og árin av umhvørviseitrandi evnum. Førleikar Umsøkjarar skulu í minsta lagi hava útbúgving á MSc stigi í evnafrøði ella lívfrøði. Dentur verður lagdur á tol og hegni við starvsstovuarbeiði, nærlagni og góð samstarvsevni, og at tú hevur góð evni at samskifta á norðurlendskum og enskum, og skilir føroyskt. Tað er ein fyrimunur, um tú hevur koyrikort. Harafturat mást tú vera fleksibul í mun til at útinna ymiskar uppgávur. Setanarviðurskifti Talan er um fulltíðarstarv. Starvstíðarskeiðið er avmarkað til eitt ár. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmála- ráðið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn, saman við CV, avrit av prógvum v.m. skal verða Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 20. juni 2014. Umsóknir kunnu sendast við telduposti til us@us.fo við cc. til mariad@us. Fleiri upplýsingar Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Mariu Dam, deildarleiðara, tlf. 342470, mariad@us.fo ella Petur Nielsen, stjóra, tlf. 342400, peturn@us.fo. Lýsing av Granskarasetrinum iNOVA sæst á www.iNOVA.fo og av virkseminum á deildini fyri Gransking á Umhvørvisstovuni á www.us.fo Tíðaravmarkað starv til verkætlan knýtt at Granskarasetrinum iNOVA