týsdagur 10. juni 2014síða 19
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 11. juni 2014 · Nr. 65
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Ítróttarblaðið
André Olsen
HB - EB/Streymur 1-2 (0-0)
1-0 Johan Troest Davidsen, 67.
1-1 Egil á Bø, 75.
1-2 Niels Pauli Danielsen, 81.
EB/Streymur fór úr Gundadali
við øllum trimum stigunum í gjár.
EB/Streymur
vann
dystin
1-2.
Tað var annars HB, ið legði seg á
odda um miðjan fyrra hálvleik, tá
verjuleikarin Johan Troest Davidsen
fekk skalla eitt hornaspark í málið.
Stutt frammanundan hevði HB
fingið eitt reytt kort, tá Heini
Vatnsdal fekk beinleiðis reytt eftir
stempling.
Tað eydnaðist tó EB/Streymi
at venda dystinum. EB/Streyma
veteranurin Egil á Bø javnaði
fyri EB/Streym eitt korter undan
leikloki og 7 minuttir fyri tíð legði
Niels Pauli Danielsen EB/Streym á
odda við framúr langskoti.
KÍ - ÍF 4-0 (2-0)
1-0 Ndende Adama Gueye, 32.
2-0 Johan Jacobsen, 40.
3-0 Ísak Simonsen, 73.
4-0 Páll Klettskarð, 90.
Í Klaksvík vann KÍ sannførandi 4-0
sigur á ÍF. Og 4-0 sigurin var fult í
tráð við leikgongdina í dystinum.
Ndende
Adama
Gueye,
Jóhan
Jacobsen, Ísak Simonsen og Páll
Klettskarð skutu málini fyri KÍ.
KÍ vann seg sostatt tættari teim
um ovaru plássunum við sigrinum.
AB - Víkingur 0-3 (0-0)
0-1 Súni Olsen, 51.
0-2 Súni Olsen, 79.
0-3 Finnur Justinussen, 82.
Víkingur vann ein greiðan 0-3 sigur
úti í Vika á Argjum. Hóast AB síðsta
vikuskiftið fekk eitt stig við sær úr
Gundadali móti B36, var eingin ivi
um, at Víkingur var greitt tað betra
liðið á Argjum.
Hálvleiksstøðan var tó 0-0,
men í seinna hálvleiki kom Ví
kingur í gongd. Dagsins leikari á
Víkinga liðnum var Súni, ið fekk
2 av málunum hjá Víkingi, meðan
Finnur Justinussen skoraði tað
seinasta málið fyri Víking.
Skála - B36 0-3 (0-1)
0-1 Alex Mellemgaard, 43.
0-2 Jákup á Borg, 49.
0-3 Rasmus Dan Sørensen, 88.
B36 skuldi reisa seg eftir javnleikin
móti AB á heimavølli síðsta viku
skiftið og tað eydnaðist eisini.
B36 vann ein greiðan 0-3 sigur á
Skála. Málskjúttar hjá B36 vóru
Alex Mellemgaard, Jákup á Borg og
Rasmus Dan Sørensen. Sostatt økti
B36 um munin við HB og eru teir nú
5 stig á odda í Effo-deildini.
B68 - NSÍ 0-2 (0-0)
0-1 Andy Olsen, 59.
0-2 Árni Fredriksberg, 78.
Grannauppgerðin á Svangaskarði
millum B68 og NSÍ endaði við
einum 0-2 sigri til útiliðið NSÍ. NSÍ
legði seg á odda tíðliga í seinna
hálvleiki, tá Andy Olsen legði NSÍ
á odda úr skjótálopi. B68 royndi
at trýsta stóran part av seinna
hálvleiki, men móti leikgongdini í
seinna hálvleiki eydnaðist tað NSÍ
at økja um leiðsluna. Tað var Árni
Fredriksberg, ið skoraði seinna
málið fyri NSÍ.
B36 rennur undan
HB tapti um vikuskiftið fyrsta dystin í hesum kappingarárinum, meðan
B36 vann sín dyst og eru nú heili fimm stig fremst.
EB/Streymur vann í Gundadali á Føroyameistarunum
Mynd: Álvur Haraldsen
Trupla gongdin hjá argjamonnum heldur fram
Mynd: Álvur Haraldsen