Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-10, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2014síða 32

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Sosialurin Mikudagur 11. juni 2014 Bólkur C Tekstur: Tróndur Arge Undan HM endaspælinum í 1994 hevði Kolumbia eitt tað mest spennandi og sprutlandi landsliðið, men ófriður í heimlandinum órógvaði annars frálíka og góða spælið hjá ræddu landsliðs­ spælarunum. Í 26 dystum undan HM endaspælinum í USA tapti Kolumbia bara tann eina, meðan talan var um sannførandi sigrar á millum annað Diego Maradona og hansara Argentina. Tað gongur so væl, at navnframi Pelé er so bersøgin, at hann metir, at Kolumbia er millum favorittarnar at vinna HM enda­spælið. Alt gongur tó ikki sum Pelé prædikar. Narkopengar styrkja Kolumbia Í Kolumbia er fótbólturin í stóran mun fíggj­ aður av rúsevnispengum. Serliga er tað narko­barónurin Pablo Escobar, sum hevur fíggjað fótbóltin. Tað hevur hann gjøgnum felagið hjá sær, Atlético Nacional, sum eigur bróður­partin av lands­liðsspælarunum, tá ferðin til HM endaspælið byrjar. Í útjarðarinum í Kolumbia er Pablo Escobar líka so nógv ein hetja, sum hann er ein brots­maður. Í nærumhvørvinum tveitur hann runt um seg við pengum, og fót­bólturin hevur fangað hansara áhuga. Ein av teimum, sum fær ágoðan av hesum er Andrés Escobar. Hóast sama eftirnavnið, so er einki samband millum narkobarónin, sum eitt skifti verður mettur at verða millum tey ríkastu fólkini í heiminum, og fótbólts­ pælaran, sum gongur undir at verða millum bestu verjuspælararnar í heiminum. Pablo Escobar doyr At byrja við sær alt gott út. Við spælarum sum Faustino Asprilla, Freddy Rincón, Leonel Álvarez, Carlos Valderrama, Adolfo Valencia, René Higuita, umframt Andrés Escobar, vinnur Kolumbia at kalla alt sum er at vinna. Millum sigrarnar er ein 5-0 sigur á Argentina, sum endaliga slær fast at Kolumbia skal takast í álvara. Men í 1993 brestur satt narkoskríggj á. Pablo Escobar rennur undan til fortíðin fær fatur á honum, og seinasti andadráttur frá einaræðis narko­ baróninum í Kolumiba er veruleiki. Eftirspælið er ruðuleiki, sum ikki sæddur fyrr. Ongin spyr seg fyri hjá Pablo longur og hvør í sínum lagi stríðast undirsáttar fyri fáa veldið í sín lut. Fallið móti vertstjóðini Ófriðurin ávirkar landsliðið og millum annað verður navnframi málverjin, René Higuita, settur í geglið. Tí má nýggjur málverjin inn í staðin. Hóast Kolumbia hevur nógv skot á mál í fyrsta dystinum í endaspælinum, so tapa teir fyri Gheorghe Hagi og Rumenia. Nú er trýst á undan dystinum móti USA, sum skal vinnast. Søgan sigur, at venjarin verður hóttur eftir lívinum um hann ikki broytir uppstillina. Francisco Maturana boyggir seg og broytir. Út fer Barabas Gomez og í hansara stað kemur Hernán Gaviria. USA vinnur 2-1. Myndirnar, sum fara kring heimin eru av Andrés Escobar, ið ger sjálv­mál. Fáar dagar seinni verður Andrés Escobar skotin uttanfyri eina barr í Kolumbia, eftir hann og tveir mans fóru at skeldast. Søgnin sigur, at hann bleiv skotin orsaka av sjálvmálinum móti USA, men tað er ikki heilt so søgan verður útløgt í dag. Heldur var talan um skeldarí. Sannførandi avrik í 2014 Í árunum eftir at narkoveldið hjá Pablo Escobar fall fór fótbólturin í Kolumbia at kalla sama veg. Nú er Kolumbia av álvara komið seg og bleiv nummar tvey í samlaða undan­kappingarbólkinum fyri Suður­ amerika. Fólk eru farin at nevna Kolumbia sum eitt boð upp á ein »outsidara«, men eins og I 1994, so er órógv í hópinum. Hesa ferð eru tað fót­bólts­skaðar, ið gera um seg. Stóra alopsstjørnan Radamel Falcao verður ikki tøkur eftir beinbrot. Eisini Luis Muriel og Luis Perea hava meldað avboð vegna skaðar. So er spurningurin um hetta verður ein endurtøka av HM endaspælinum í 1994, ella HM endaspælið har Kolumbia endiliga ber fullan ávøksur av fótbóltstalentinum í land­inum? Narkokríggið gjørdi enda á dreyminum hjá Kolumbia Flott fótbóltsspæl, ein knúsandi sigur á Diego Maradona og Argentina, saman við eini útsøgn hjá Pele, gjørdu at Kolumbia brádliga gjørdist favorittur at vinna HM í 1994. Narkobarónar, ófriður og ein vánalig byrjan sendi tó kolumbianar tómhentar heim aftur, har Andres Escobar bleiv skotin 0! Liðini í hesum bólkinum hava ongantíð spælt móti hvørjum øðrum í HM samanhangi. Sostatt verður søga skriva hvørja ferð hesini liðini spæla í Brasil. Somuleiðis koma liðini frá hvør sínum heimsparti og hava ymiskan spælistíl.