Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-06-10, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 10. juni 2014síða 36

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Sosialurin Mikudagur 11. juni 2014 Lítla suðuramerikanska landið, Uruguay við bert 3,3 miljónum íbúgvum, sum liggur millum risarnar Brasil og Argentina hevur vunnið heili 20 heiti. Uruguay hevur vunnið suðuramerikanska meistaraskapið 15 ferðir, tvær ferðir hava teir verið heimsmeistarar (í 1930 og 1950), tvær ferðir hava teir verið olympiskir meistarar, og í 1980 vann Uruguay á heimavølli eina kapping fyri allar fyrrverandi heimsmeistarar millum 1930 og 1978. Fyrsta HM-endaspælið í fótbólti varð eisini avgreitt í Uruguay á sumri í 1930. Sostatt er tjóðarleikvøllurin, Centenario leik­vøllurin í høvuðsstaðnum, Montevideo vøggan hjá HM-fótbóltinum. Tískil var tað við stórum spenningi, at ein fór á ferð við klaks­víks­búgvanum, Ivani Eginssyni Eystur­ land at vitja forkunnuga lítla landið í Suður­ amerika, sum hevur gjørt vørr omaná vørr í altjóða fótbólti. Møttu risastórari hetju Hepnið var sanniliga við okkum, tá vit vitjaðu fótbóltsmuseumið hjá fótbólts­sam­ bandinum í Uruguay. Har var lagnan okkum sann­iliga blíð. Tað er bert ein maður eftir á lívi av teimum, sum spældu tann avgerandi HM- dystin í HM-endaspælinum í Brasil í 1950. Maðurin, sum enn er á døgum, er tann 87 ára gamli Alcides Ghiggia, sum er ein risa­ stór hetja í Uruguay. Ì 1950 skeyt tann tá 24 ára gamli vongurin, Alcides Ghiggia sigurs­ málið til 2-1 ímóti Brasil á Maracana leik­ vøllinum í Rio de Jaineiro. 200.000 brasilsk viðhaldsfólk vóru sigursvís áðrenn dystin, og sjálvt táverandi FIFA-forsetin, Jules Rimet hevði fyrireikað eina sigurstalu á portugisiskum. Eitt vinnara­lag varð gjørt, sum skuldi spælast fyri teimum brasilsku heimsmeistarunum, men stutt undan leikloki spilti Alcides Ghiggia alla veitsluna hjá Brasil við at medda bóltin í brasilska netið, og deyðatøgn varð millum teir 200.000 áskoðararnar á Maracana leik­ vøllinum. Péle uggaði pápan Stóra brasilska fótbóltsikonið, Pelé minnist hvussu pápi hansara græt frammanfyri útvarps­lurtitólinum. Tá segði tann bert 9 ára gamli Pelé við pápa sín, at hann fór at syrgja fyri, at Brasil fór at gerast heimsmeistari. Átta ár seinni í HM-endaspælinum í Svøríki helt ein bert 17 ára gamal Pelé orð, tá Brasil sigraði 5-2 á Svøríki á Råsunda leikvøllinum í Stockholm. Fram til HM-finaluna í 1950 spældi Brasil við hvítum troyggjum og hvítum brókum. Teir litirnar hava ongantíð verið brúktir aftur hesi farnu 64 árini. Enn tann dag í dag tosa brasiliumenn um, at eitt spøkilsi »Maracanazo« spøkir á Maracano-leik­ vøllinum. Eitt brasilskt blað prentaði enntá eina mynd sama morgun finalan varð spæld við yvirskriftini: »Her eru heims­ meistararnir«. Ein serlig løta Tað var ein heilt serlig løta fyri okkum at sleppa at heilsa uppá hesa stóru hetjuna, og at sleppa at geva honum ein mynda­ kalendara frá Miðlahúsinum. Alcides Ghiggia var blíður og týður. Sjálvur hevur hann sagt: – Tað eru bara tríggir mans, sum hava fingið eina fjøld uppá 200.000 fólk at tiga; pávin, Frank Sinatra og eg. Áðrenn dystin millum Uruguay og Jordan varð Alcides Ghiggia heiðraður. Sigursmálið hjá honum varð víst á stórskíggja, og heima­ fjøldin gav honum tann fagnaðin, sum hann ikki fekk á Maracana leikvøllinum, tá hann syrgdi fyri, at tað gjørdist deyðakvirt. Uruguay-búgvar, og klaksvíksbúgvin, Ivan liva í vónini, at undurið endurtekur seg 64 ár seinni! Tá Ghiggia knústi brasilska dreymin Bólkur D Tekstur: Heri Simonsen Tað ríður brasiliumonnum, sum ein søgulig marra, at Alcides Ghiggia og Uruguay fóru avstað við heimsmeistaraskapinum í fótbólti í 1950, hóast Brasil hevði heimavøll, og vóru risafavorittar at vinna kappingina. Í november í fjør møttu vit manninum, sum søkti Brasil fyri 64 árum síðani 1 vunnan dyst Tað var nóg mikið til HM-hálvfinalu hjá Belgia í 1986 og Onglandi í 1990. Tá verður tó ikki roknað við sigrum, sum komu í hús eftir longda leiktíð og/ella brotssparkskapping.