týsdagur 10. juni 2014síða 46
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Sosialurin
Mikudagur 11. juni 2014
Ert tú úr Argentina, lágvaksin, lámur og
enntá somikið góður fótbóltsspælari, at
10-talið mest sum sjálvvirkandi verður sett
á ryggin, so er ikki løgið, at sammetingarnar
við Maradona fylgja við.
Tann »nýggi Maradona« er fleiri ferðir út
nevndur, og eingin hevur oftari enn Lionel
Messi fingið stemplið á seg. Ikki færri enn
fýra ferðir er Messi kosin besti spælarin í
heiminum, og hann er heiðraður mest sum
óteljandi ferðir fyri fótbóltsbrøgd síni. Og
sjálvur Maradona segði – tá hann var lands
liðsvenjari – at »Messi er mín Maradona«
Hann hevur enntá eisini “skallað” eitt
mál við hondini, og bara eina viku undan
hesum skeyt hann framúrskarandi mál,
har hann rak av egnari hálvu fram við fleiri
mótstøðumonnum, áðrenn hann sendi
kúluna í kassan. Við bert einari viku ímillum
gjørdi hann soleiðis Maradona kynstrið eftir,
um vit tosa um tey bæði gitnastu málini hjá
Maradona. Og kanska eisini tey gitnastu í
HM-søguni.
Trupulleikin hjá Messi er, at meðan hann
gjørdi tey bæði nevndu málini í liga-dystum
móti meðal-góðum liðum í sponsku La
Liga, so gjørdi Maradona tey innan fyri fýra
minuttir í einum og sama dysti. Fjórðings
finaluni í 1986 móti hataðu fíggindunum úr
Onglandi. Gloymið alt um rivalisering millum
Argentina, Brasil og Uruguay. Bretland er
landið, sum Argentina fram um alt vil vinna
á. Tað var bretski venjarin, sum á sinni rópti
argentinsku spælararnar fyri dýr, og tað
vóru bretar, sum á sinni noktaðu at geva
Argentina ræðið á Falklandsoyggjunum, og
ístaðin fóru í beinleiðis kríggj við Argentina.
Hetta bert trý ár undan HM-kappingini í
1986.
Fjórðingsfinalan í 1986 var so øgiliga
nógv meira enn bara ein fótbóltsdystur
fyri Argentina, og einki handrit kundi skapt
eina betri dystargongd enn tað sama. Tá
Maradona við hondini skoraði, prógvaði
hann fyrst og fremst, at hann var til reiðar
at gera alt tað, sum var loyvt – og eisini eitt
sindur meira – í royndunum at basa bretum.
Og við seinna málinum vísti hann, at hann
var heimsins besta spælari. Við níggju
bóltnertingum skoraði hann tað, sum av
mongum verður mett sum vakrasta málið
í HM-søguni.
Og næstu vikuna staðfesti Maradona sína
støðu sum tann einasti spælari, ið veruliga
tolir at verða sammettur við Pelé. Hvør
teirra var tann besti, eru minst tvær mein
ingar um. Men tað kann staðfestast, at við
Maradona á odda vann eitt annars meðal
gott argentinskt landslið HM-heitið. Og
hesa ferð uttan hjálp frá einum korruptum
hernaðarstýri, sum fyri alt í verðini vildi
syrgja fyri sigrinum á heimavølli. Eitt
hernaðarstýri, sum fekk sín stóra part
av skuldini, tá illgitingar vóru um risa-
sigurin hjá Argentina á Peru í 1978, og sum
tryggjaði teimum vegin í finaluna. Hesa ferð
var tað fótbólturin, Maradona og so eisini
Guds hond, sum var í fokus.
Og fyrr enn Messi hevur vunnið HM-
heitið, vilja fólk í heimlandinum ikki somikið
sum tosa um eina sammeting við El Diego.
So kann Messi hava vunnið nóg so nógv
annað enn tað, sum fall Maradona í lut.
Hann kann seta tey met í málskjóting, sum
honum lystir. Hann kann skikka sær nakað
nógv betur uttan fyri vøllin, og hann kann
spæla dreymafótbólt við Barcelona. Tað
ræður um at vera tann besti, júst tá tjóðin
hevur tørv á tí, og tað hevur Messi ikki
megnað enn.
Messi er ikki Maradona
Bólkur F
Tekstur: Jákup Mørk
Hóast hann fýra ferði r er kosin heimsins besti
spælari, so røkkur Lionel Messi framvegis ikki
á mál í samanberingini við Maradona
Bosnia-Hersegovina er helst sterkasta
fótbóltstjóðin av teimum londum, sum
spurdust burtur úr, tá jugoslaviska lýð
veldið skrædnaði.
Og her hevur Bosnia-Hersegovina
nakað at liva upp til. Gaman í vann
Jugoslavia ongantíð HM, men ikki færri
enn sjey ferðir spældi landið seg til tey
seinastu átta í endaspælinum. Seinasta
ferðin var í 1990, tá liðið spældi framúr
vakran fótbólt, men kortini mátti lúta
fyri
argentinskum
brotsspørkum
í
1/4-finaluni.
Og so hevur Bosnia-Hersegovina eis
ini nakað at prógva í mun til søguna.
Við bronsuni í 1998 vísti Kroatia, at teir
so sanniliga dugdu at standa á egnum
beinum, og eitt av fremstu málunum
hjá Bosnia-Hersegovina er, at landsliðið
skal standa seg betur, enn nakað av fyrr
vernadi jugoslavisku lýðveldunum hevur
gjørt.
Sterk HM-søga á Balkan
21 steyp hevur Lionel Messi lyft saman
við liðfeløgunum í Barcelona. Hann hevur skotið
313 mál í 379 dystum, og hevur met sum
mest skorandi spælarin í søguni hjá felagnum.