týsdagur 10. juni 2014síða 50
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
30
Sosialurin
Mikudagur 11. juni 2014
Bólkur G
Tekstur: Teitur Joensen
Tað er ikki ofta, at brøður hava tikið lut í
einum og sama endaspælið. Hetta er tó
meira enn so komið fyri, men tað er tó ein
meira enn óvanlig sjón, at brøður eru við í
sama endaspælið, men ikki umboða sama
land.
Hetta er tó ein sannroynd fyri brøðurnar,
Kevin-Prince og Jerome Boateng, sum
umboða ávikavist Ghana og Týskland.
Tað er bara eitt gott ár á muni millum
teir báðar brøðurnar, sum báðir eru vaksnir
upp í týska høvuðsstaðnum, Berlin. Pápin er
tann sami, men hóast hetta eru teir báðir
ikki vaksnir upp saman. Teir hava báðir búð
hjá mammunum, men sambandið hevur
altíð verið gott, og mest sum frá barnaárum
hava teir báðir verið vinmenn.
Áhugamálini hava eisini verið tey somu.
Frá heilt ungum aldri fóru teir báðir at spæla
fótbólt, og evnini hava altíð verið eyðsýnd.
Eldri bróðurin, Kevin-Prince Boateng, hevur
nevniliga leikt fleiri enn 40 ungdóms
landsdystir fyri Týskland, meðan yngri
beiggin, Jerome Boateng, hevur leikt fleiri
enn 30 ungdómslandsdystirnar fyri Týsk
land. Hetta hevur gjørt, at tað líka síðani
hevur ligið í kortunum, at teir báðir hava
havt eina framtíð á týska landsliðnum.
Eldri beiggin ópopulerur
í heimlandinum
Men sjálvt um tað var væntandi, at báðir
brøðurnir eina ferð skuldu umboða Týsk
land, so bleiv hetta ongantíð veruleikin.
Kevin-Prince Boateng hevði nevniliga
trupult við at vinna sær pláss í hópinum hjá
týska landsliðsvenjaranum, Joachim Löw,
og stutt undan HM-endaspælinum í Suður
Afrika í 2010 rendi hann seg í eina hending,
sum ikki bara gjørdi hann ópopuleran í heim
landinum, men sum eisini skapti eina spenta
støðu millum teir báðar beiggjarnar.
Í dysti fyri felag sítt Portsmouth, har
teir møttu Chelsea í FA Cup-finaluni, endaði
Kevin-Prince Boateng við at gera týska
landsliðsliðskiparan,
Michael
Ballack,
skaddan eftir eina bæði óneyðuga og
ófantaliga takkling. Úrslitið var eitt slitið
liðband til Ballack, og eitt farvæl til HM hjá
týska liðskiparanum.
Av tí sama gjørdist Kevin-Prince Boateng
ein ópopulerur maður millum týsku fót
bóltsfjeppararnar,
og
ein
av
mongu
kritikkarunum var yngri beiggin, Jerome
Boateng, sum úttalaði seg í ikki so vøkrum
vendingum um óneyðugu takklingina.
Ghana gjørdi sær
dælt av støðuni
Eftir hendingina og úttalilsini hjá yngra
beiggjanum kendi Kevin-Prince Boateng seg
órættvíst viðfarnan, og hann kvetti í eina tíð
sambandið við beiggjan.
Um somu tíð setti ghanesiska fótbólts
sambandið seg í samband við Kevin-Prince
Boateng fyri at fáa hann at umboða Ghana
í staðin fyri Týskland. Av tí at pápin hevur
ghanesiskar røtur, so var hetta ein møgu
leiki, og tað tók ikki langa tíð hjá Kevin-Prince
Boateng at taka av hesum møguleikanum.
Fáar dagar seinni var skiftið komið
ígjøgnum, og Kevin-Prince Boateng var eins
og Jerome Boateng klárur til sítt fyrsta
HM-endaspæl – ikki fyri Týskland, sum tað
annars var væntað fá ár frammanundan,
men fyri heimlandið hjá pápanum, Ghana.
Tað sermerkta var, at Ghana og Týskland
vóru endað í sama bólki, og tí brustu teir
báðir beiggjarnir saman fáar dagar eftir
nógv umtalaða skiftið, og her eydnaðist tað
Týsklandi at vinna 1-0.
Nú eru fýra ár liðin síðani størstu krepp
una í brøðra- og vinalagnum millum Kevin-
Prince og Jerome Boateng. Stríðsøksin
er langt síðani løgd á hillina, og teir báðir
brøðurnir eru komnir víðari frá keðiligu
hendingini við skaðanum hjá Michael Ballack.
Enn eitt endaspæl stendur fyri framman, og
lutakastið hevur lagað seg soleiðis, at enn
eitt stríð stendur fyri framman millum teir
báðar. Týskland og Ghana eru nevniliga enn
eina ferð endað í sama bólki, og spennandi
verður at síggja, um tað hesa ferð verður
eldri beiggin, sum megnar at toga sigurin í
land móti favorittunum úr Týsklandi.
Brøður í hvør sínari legu
Ein hending undan seinasta HM-endaspælið skapti øsing millum teir báðar brøðurnar, Kevin-Prince og Jerome
Boateng, sum annars altíð hava verið væl. Síðani tá er stríðsøksin tó løgd á hillina, men nú er tað áhugaverda
so hent, at teir annað endaspælið á rað eru endaðir í sama bólki umboðandi ávikavist Ghana og Týskland
100 Týskland verður fyrsta landið,
sum rundar 100 dystir í HM-søguni. Hetta hendir
tann 16. juni, tá teir møta Portugal í teirra fyrsta
dysti. Vertirnir úr Brasil runda eisini dyst nummar
100, men tað verður ikki fyrr enn 23. juni.