Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-17, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 17. juli 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Marin Katrina Frýdal Kjak síða 12 Borgar­ stjórin tryggjar familjuna Summar síða 7 Ikki tørv á at definera list Um eina góða viku verður politiska ar­beiðið tikið uppaftur eftir summ­ ar­steðg­in, tá Kaj Leo Holm Jo­hann­ e­sen, løgmaður, fer at halda sættu løgmans­røðu sína. Tað hevur verið eitt sindur ym­ iskt, hvat skiftandi løgmenn hava lagt í løg­mans­røðuna. Til dømis nýtti Kaj Leo Holm Johannesen høvi á ólavsøku í 2012 at leggja fram sínar dreymar um at broyta rík­is­felgs­skap­in til ein ríkja­fel­ags­ skap mill­um tjóðir á jøvn­um føti. Ikki júst eitt kend sam­bands­sjón­ ar­mið, um tú tókst orðini so, sum tey vórðu søgd. Løgmaður tulkaði sjálvur røðu sína sum eitt ynski um at nýskipa rík­is­fel­ags­skap­in, meðan onnur tulk­aðu tað sum grundleggjandi broyt­ingar í samstarvinum millum rík­is­part­ar­nar. Avbjóðingarnar hjá løgmanni hesa­ferð eru eisini sera stórar. Løg­ mað­ur og soleiðis øll samgongan eru í trup­ul­leikum av málinum um Jørg­en Niclasen. Røddir í Sam­ bands­flokk­i­num vóru so kritiskar, at tveir tingmenn atkvøddu ímóti boð­um frá løg­manni um misálit á Jørg­en Nicl­a­sen. Tað er eisini púra greitt, at løgmaður hevur ikki neyð­ ug­an stuðul í flokkinum í hesum máli – sum tó varð lagt á hyllina fyri summ­ar­steðg­in. Løgmaður segði tá, at »mál­ið varð út­sett fyri­bils«. Og »fyri­bils« kann væl verða, nú tingið kem­ur saman aftur eftir ólavsøku. Spurningurin er tí, hvat løg­mað­ ur fer at gera við hendan trup­ul­ leik­an? Fer hann at loysa málið við at Jørg­en Nicla­sen legg­ur frá sær ella verð­ur koyrdur frá? Ella fer løg­ mað­ur bara at halda fast við støðu sína og verja Jørgen Niclasen? Tann síðsti møguleikin er ógv­ u­liga sann­líkur – men pol­it­iskt sera vandamikil fyri løg­mann og samgonguna, sum longu hevur fingið álvarsligar trú­virð­is­trup­ul­ leik­ar av hesum máli. So stórar, at trígg­ir samgongumenn atkvøddu fyri mis­álitinum. Annað mál er dómarakanningin av løg­manni og Kári P. Højgaard, sum Hans Gammeltoft Hansen er í ferð við. Hetta er eisini ein kann­ing, sum varð sett í verk vegna inn­an­ hýsis trú­virð­is­trupulleikar í sam­ gong­uni. Um ein mánað ella so verður løg­maður avhoyrdur í hesum máli – sum lættliga kann gerast lagnan hjá løg­manni og samgonguni. Tað liggja stórar avbjóðingar fyri framm­an. Avbjóðingar, sum eru so stórar, at bert eitt nýval kann reinsa luftina. Enn eigur løg­mað­ur av­gerð­ ina. Men tað er ikki vist, at hann varð­veit­ir tann avgerðarrættin so leingi. stórar avbjóðingar – Eg skilji væl, at fólk føla ómegd, tá fólk doyggja ferðsluni Tað sigur Brynhild Høgna­ dótt­ir, stjóri í Ferðslutrygd í sam­band við útsøgnina hjá Preb­en Hansen um at nokta ung­um undir 25 ár at koyra bil um náttina. – Fleiri lond hava skipanir við roynd­ar­koyrikorti, har tað at nokta ungum at koyra um nátt­ina eisini er ein part­ur. – Vit royna áhaldandi at fylgja við effektini, sum onn­ ur lond hava av slíkum skip­ a­n­um, so at vit kunnu hava rætta grundarlagið, tá vit sjálv skulu taka støðu til slíkt, sig­ur Brynhild Høgnadóttir við Rás2. Hon sigur, at í øðr­um lond­ um eru góð úrs­lit av skipanum við roynd­ar­koyr­i­korti­. – Við at seta slíkt forboð, so skera vit øll yvir ein kamb. Vit vita, at tey allar flestu ungu eru ábyrgdarfull, sigur Bryn­ hild Høgnadóttir. Hon vísir á, at vit onga koll­ek­tiva ferðslu hava um nátt­ina, og tað er eisini ein tru­p­ul­leiki. Og tey, ið vilja hava spenn­ingin við at koyra skjótt, tey gera tað helst kort­ini. Síð­ani vísir hon á, at vit hava eina skipan við at fáa klipp í koyr­i­kort­ið. Hon heldur, at ein góð loysn hevði verið, at løgreglan var meira sjónlig, tí tað hevur ávirkan á tey váðafúsu ungu. Brynhild Høgnadóttir vís­ir eisini á, at nýggjar kanningar vísa, at tað við foreldrum sum fyri­mynd­ir hevur stóran týdn­ ing fyri at­ferðina hjá ungum í ferðsl­uni. Tað eiga foreldur at vera tilvitað um – og so leggur hon eisini dent á, at neyð­ugt er alla tíðina við upp­lýs­ing. Foreldur eiga at vera fyrimyndir í ferðsluni – Ung fólk undir 25 ár eiga ikki at koyra bil um náttina. Tað heldur Preben Hansen á Argjum. Tann 4. juli mintust vit tey deyðu í ferðsluni við blómum á støðum, har tey so meingsleyst eru deyð. Blómurnar eru ein positiv heilsan og gagna okkum, skrivar Preben Hansen á Facebook. Tað var tann 11. januar í ár, at ein 17 ára gomul genta doyði í eini ferðsluvanlukku, tá ein bilur fór út av vegnum á Traðargøtu og fór tvørtur ígjøgnum garðin hjá Preben Hansen, har hann breyt fyri sær bæði garð og bil fyri síðani at enda í túninum hjá grannanum hinu megin Støðlagøtu. Les eisini: Fór við nógvari ferð ímillum tvey hús Preben Hansen hevur lagt nakrar vraklutir av bilinum saman við blómum á staðið, har vanlukkan hendi. – Onkur heldur kanska, at hetta er óhugnaligt, men hetta er bara tann nakni veruleikin, skrivar Preben Hansen á Facebook. – Eg loyvi mær at spyrja og mæla okkara politikarum til at hava mót til at broyta ferðslulógina so tað til dømis ikki verður loyvt ungum undir 25 ár at koyra bil millum midnátt og klokkan sjey um morgunin, sigur Preben Hansen, sum vísir á, at hetta er gjøgumført í fleiri londum við góðum úrsli Ung skulu ikki koyra bil um náttina Stórar avbjóðingar eru fyri framman hjá løgmanni Ein 17 ára gomul genta doyði í eini ferðsluvanlukku í garðinum hjá Preben Hansen á Argjum 9. januar. Í sambandi við minningardagin hevur Preben Hansen lagt vrakpetti av bilinum saman við blómunum á staðið