hósdagur 17. juli 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 81 · 18. juli 2014
2
VIKUSKIFTI
Um vikuskiftið verður G! festivalurin
hildin á 13. sinni. Festivalurin hevur
ment seg nógv, síðan festivalurin
var hildin fyri á leið túsund
festivalgestum á Gøtusandi í 2002.
Í ár eru Sister Sledge, Kaleo og Týr
millum høvuðsnøvnini. Eitt eyðkenni
hjá festivalinum øll árini hevur
verið mongu og ofta alternativu
tiltøkini, sum ikki beinleiðis eru
knýtt at tónleikinum so sum sauna,
heitir pottar og festivalkirkja. Í
ár sleppa børnini at spæla rættir
víkingar, har tey kunnu íklæða
seg víkingaklæði, kríggjast og eta
víkingamat. Uttan iva eitt spennandi
vikuskifti í Gøtu fyri framman.
Fólka
tónleikara
stevna
Føroya best goymda stevna - ella festivalur
- kalla summi hana. Stevnan verður hildin á
fleiri støðum – gjarna smáum plássum - yvir
fleiri dagar. Sunnudagin kl. 15 fer hon av
bakkastokki í Norðurlandahúsinum, og heldur
hon fram til næsta fríggjadag. Stevnan verður
hildin í Tórshavn, Mikines, Nólsoy, Svínoy og
Fugloy. Av luttakandi nøvnum kunnu nevnast
Guðrið Hansdóttir, Kári P., Lív Næs og Brandur
Enni.
Summartónar
Summartónar, sum er heitið á konsertrøðini,
ið Felagið Føroysk Tónaskøld hava skipað
fyri síðan 10. juni, halda fram hetta
vikuskiftið. Leygardagin kl. 11.30 spælir
Aldubáran í Havnakirkju, har tað er ókeypis
atgongd. Sunnudagin verður ein forkunnug
grottukonsert í Klæmintsgjógv í Hesti, har
Dávur Juul Magnussen fer at spæla trombon.
Atgongumerki á 450 krónur kunnu bíleggjast á
nordlysid.com.
Laksa- og
sølutorg í
Runavík
Kommunan og kunningarstovan í Runavík skipa
saman fyri laksa- og sølutorgi leygardagin,
sum hevur verið afturvendandi tiltak í nøkur
ár. Tiltakið kann síggjast sum ein familjudagur,
har serligur dentur verður lagdur á sølu og
smakkiroyndir av laksi og øðrum góðum mati
úr sjónum. Byrjað verður klokkan 10, tá John
Andersen bjóðar vælkomin, og torgið endar kl.
16. Skráin er fjølbroytt, og er nógv at fara til
bæði fyri børn og vaksin.
Útferð
til Tindhólm
Sunnudagin verður møguleiki hjá fólki at vitja
Tindhólm, tá ferðalið fer við báti úr Sørvági
kl. 14. Útferðin varar á leið fimm tímar, og
á túrinum verður ferðaleiðari, sum fer at
greiða frá søgum og sagnum, ið eru knýttar
at hólminum. Luttakandi fáa bjóðað te og
kaffi úti á hólmanum. Túrurin verður gjørdur,
um nokk melda seg til. Tilmelding gerst við at
ringja til Vága Kunningarstovu á 333455 ella
gjøgnum teldupost vagar@vagar.fo
G! festivalurin
Summar redaktør: Óli Jákup Jacobsen
mynd: beinta á torkilsheyggi