hósdagur 17. juli 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Fríggjadagur 18. juli 2014 · Nr. 81
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
fótbóltur
Jóannes Hansen
Týskvøldið varð føroyskur
fótbóltur
enn
eina
ferð
mintur á, at tað er brøtt mót
brekka, tá ið vitjað verður á
Balkan.
Eftir
at
hava
varpað
Lincoln
Red
Imps
av
Gibraltar úr kappingini vóru
føroyameistararnir í HB týs
kvøldið í Beograd. Mótstøðu
liðið var seks falda serbiska
meistaraliðið FK Partizan,
sum vann 3-0. Hóast leikliga
yvirvágin hjá heimaliðnum
var ógvuliga stór, so var
hálvleiksstøðan 1-0, og í HB
harmast teir um bæði fyrsta
og síðsta málið:
Serbiski
landsspælarin
Danko Lazović skoraði tvey
tey fyrstu málini. Tað fyrra
stútaði hann eftir horna, tá
ið eitt lítið korter var farið,
og tað seinna skoraði hann
í 64. minutti, tá ið hann var
fyrstur á, eftir at roynd hjá
Petar Skuletic var brostin
á tvørtræið aftanfyri Teit
Matras Gestsson, sum aftur
hesa ferð var sannur brand
ur í málinum. Síðsta málið
stútaði Petar Skuletic í 71.
minutti.
Sum 2. hálvleikur leið,
var tað týðuligt, at tað var
munur á heiltíðar yrkis
spælarunum úr Serbia, og
føroysku spælarunum, sum
eisini høvdu tungu luftina og
nógva hitan at stríðast við.
Heimavøllurin
Týsdagin í næstu viku fær
HB vitjan av FK Partizan,
og úrslitið týskvøldið leggur
upp til, at tað verður serbiska
liðið, sum fer at spæla seg
víðari í triðja innleiðandi
umfarið. So langt hevur
einki føroyskt felag megnað
at strítt seg, síðani føroyskur
fótbóltur í 1992 fyri fyrstu
ferð royndi seg í europeisku
meistarakappingini.
HB er tað felagið, sum
oftast hevur vunnið FM, og
tí sigur tað seg sjálvt, at tað
er HB, sum er tað føroyska
felagið, ið oftast hevur verið
við í hesi kappingini. 2014
er áttanda árið, at HB er
við í europeisku meistara
kappingini, og 2014 er fyrsta
árið, at tað hevur eydnast
felagnum at spæla seg víðari
í kappingini.
Úrslitini undanfarnu sjey
ferðirnar hava verið misjøvn.
Felags fyri øll árini er tó, at
tað hvørja ferð hevur roynst
betri í Gundadali, enn tað
hevur gjørt tað á útivølli.
Síðsta dømið um hetta
var í fyrsta innleiðandi um
farinum í ár, tá ið tað endaði
1-1 suðuri á Gibraltar, og
tá ið HB síðani vann 5-2 á
Tórsvølli.
Eitt annað dømi um hetta
var í 2004, tá ið HB noyddist
longu leiðina til Georgia at
spæla ímóti FC WIT Georgia.
Fyrri dysturin var 14. juli
á útivølli, og hann endaði
5-0 til heimaliðið. Harvið
kendist møguleikin hjá HB
at spæla seg víðari at vera
burtur. HB megnaði ikki at
taka
georgisku
leiðsluna
aftur á heimavølli, men tað
varð meiri spennandi, enn
tað frammanundan kundi
roknast við.
HB vann heimadystin 3-0!
Tað tók sína tíð at fáa hol á,
men tá ið Eli Thorsteinsson
í 66. minutti hevði sett hol
á, gekk tað skjótt. Rókur
Jespersen økti um munin
tríggjar minuttir seinni, og
í 88. minutti skoraði Símun
Eliasen til 3-0. At hvør dystur
livir sítt egna lív, var hesin
dagurin staðfesting av. Tveir
minuttir eftir steðgin sá ein
av
mótstøðumonnunum
reytt, og tað hevði sjálvandi
ávirkan á gongdina í 2. hálv
leiki og úrslitið.
joannes@sosialurin.fo
Týskvøldið løgdu FM vinnararnir í HB rygg til 3-0 tap í Serbia
ímóti FK Partizan, og hóast vánirnar undan heimadystinum at
sleppa víðari í kappingini ikki eru góðar, so siga tølini, at HB altíð
stendur seg betri á heimavølli í europeisku meistarakappingini
HB heimavøllurin
telur nógv í Europa
FK Partizan - HB 3-0 (1-0)
Týsdagin 15. Juli 2014 kl. 19.45 á Partizan stadion í Beograd.
2. innleiðandi umfar í europeisku meistarakappingini.
1-0: Danko Lazović 14.
2-0: Danko Lazović 64.
3-0: Petar Skuletic 71.
Dómari: Sven Bindels úr Luksemborg
HB Teitur Matras Gestsson – René S. Joensen (Bartal Wardum, 63.), Rógvi
S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Alex José dos Santos – Fróði Benjaminsen,
Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal – Jógvan Rói Davidsen (Andrew av Fløtum, 77.),
Jóan Símun Edmundsson, Kristin R. Mouritsen (Poul Ingason, 66.)
Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Thomas Knudsen, Pál M. Joensen
Gult kort: Fróði Benjaminsen, Alex José dos Santos
Venjari: Heðin Askham
HB í europeisku meistarakappingin
2014
HB - FK Partizan . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .
2014
FK Partizan - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3-0
2014
HB - Lincoln Red Imps . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5-2
2014
Lincoln Red Imps - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1-1
2011
HB - Malmö FF . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1-1
2011
Malmö FF - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2-0
2010
HB - FC Salzburg . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1-0
2010
FC Salzburg - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5-0
2007
HB - FH Hafnarfjørður . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0-0
2007
FH Hafnarfjørður - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4-1
2005
FBK Kaunas - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4-0
2005
HB - FBK Kaunas . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 2-4
2004
HB - FC WIT Georgia . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 3-0
2004
FC WIT Georgia - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 5-0
2003
FB Kaunas - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 4-1
2003
HB - FBK Kaunas . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 0-1
1999
FC Haka - HB . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 6-0
1999
HB - FC Haka . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . 1-1