Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-18, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 2 Ólavsøkan 2014 Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Samskipari: Dagfinn Olsen Blaðfólk: Dagfinn Olsen, Eyðun Klakstein, Rannvá G. Fossaberg, Jóannes Hansen, Barbara Holm, Áki Bertholdsen, Jákup Mørk, Andre Olsen, Dánjal av Rana og Leo Poulsen Myndir: Álvur Haraldsen, Dagfinn Olsen, Sigmar Mørkøre, Páll Hellu o.o. Framleiðsla: Miðlahúsið Prent: Prentmiðstøðin A t kappróðurin er ein óloysi­ligur partur av summar­stevnunum, hevur í øllum førum higar­til verið ein stað­festing, sum eingin hevur viljað pilkað við. Men um tað verður soleiðis í framtíðini, kann verða ivasamt. Í Sosialinum um vikuskiftið – og í miðlunum okkara í Miðla­ hús­inum seinastu vikuna, hevur nógv verið gjørt burtur úr kapp­ róðri og summarstevnum. Nevnt hevur millum annað verið, at kapp­ róðurin eigur at loysast frá summar­ stevnunum, soleiðis at kappróðurin kann mennast – kanska við at hava fleiri kappróðrar og fleiri ymsar teinar at rógva. Bæði teir siðbundu tein­arnar, men eisinin teinar, har mann­ingarnar rættiliga kunnu spenna seg út, eins og longri teinar, har seiggið í mannignini, kunnleiki til veður og streym og annað kann verða partur av kappingini. Tó skal enda­bresturin vera á ólavsøku. Slík sjónarmið eru áhugaverd, og uttan iva eru nógvar meiningar um, hvør loysnin er hin rætta. Men fyri tað, um kappróðurin í mong ár hevur verið fyriskipaður soleiðis, sum vit kenna hann, so er tað ikki vist, at so nýtist verða framyvir. Hóast kappróðurin fyllir nógv á ólavsøku, so er ólavsøkan so nógv meira og annað enn kappróðurin. Ólavsøkan er eisini søga – upp­ runin er jú at minnast Ólav kong, sum fall á Stiklastøðum í Noreg í 1030. Tí nertir ólavsøkan eisini við okk­ara uppruna og okkara samleika – og okkara kristna kjølfesti. Ítróttin setir sín serliga dám á ólav­søkuna – fyrst og fremst kapp­ róð­urin, har ársins vinnarar verða funnir. Og stór er hátíðarløtan á Vaglinum, tá ítróttarfólk ganga skrúð­gongu í sambandi við setanina – sum er beint fyri kappróðurin. Og tá kapp­róðurin er, tá er ólavsøkan byrjað, eisini hjá teimum, sum ikki vóru á Vaglinum til setanina. Hátíðarliga byrjar ólavsøkudagur við kirkjugongd, tá yvirvøldin fer í skrúðgongu í og úr Havnar kirkju. Tingárið byrjar eisini á ólavsøku, tá løgmaður leggur fyri tingið tann politikk, sum rekast skal næsta árið. Tað ger hann við ólavsøkurøðu síni, har hann boðar frá, hvørji átøk og hvørji lógaruppskot verða løgd fyri tingið næsta árið. Løtan er vøkur og hátíðarlig, tá prestar, tingfólk, landsstýrisfólk og embætis­fólk ganga skrúðgongu – og ikki minni hugnalig er løtan á Vaglinum við sangi og røðu, áðrenn ting­fundurin verður settur. Ólavsøka er sum nevnt eisini søga – og tá tríva vit mangan í bókmentir við tilsipingum til Havnina og ólav­ søkuna. Fastur fúsur er skaldið Pól F við »Tórshavn tú Føroyalands mið­ støða er«, men eins fastur táttur er Kári Jacobsen vorðin við sanginum »Tað er einaferð um árið, at ólavsøka er«. Hetta vísir okkum, hvussu gomul og siðbundin mentan kann finna saman við nýggjari og modernaðari mentan. Eisini kundu vit trivið í William Heinesen og hansara gomlu havnar­ myndir – ella áarstovu­brøðurnar Janus og Hans Andreas. Annar við mergjaðu yrkingunum og týðingini av Illionskvænum hjá Homer – og hin, barnavinurin mikli við Barna­ rím­unum – ella við »Kistuni av kamfertræ«. Hóast ítróttur, mentan, siðsøga eins og hugni og vertskapur hava nógv at siga á ólavsøku, so hevur verðið sum altíð nógv at siga. Er veðrið gott, so leita vit øll okkum oman í býin. Men regnar – og regnar illa, so kann tað gerast rættiliga fólka­ tómt. Men ólavsøkan verður kortini hildin, bara ikki so nógv uttandura, sum tá veðrið er gott. Vit vænta sjálv­ andi gott veður á ólavsøku! Við takkarorðunum hjá Pól F. Joensen heilsa vit í Miðlahúsinum øll­um góða ólavsøku: Tøkk fái Havnin og fólkið, har býr, fyri góð minnir og gleim, sum hon á Ólavs halgaðu tíð gav til hvørt Føroyalands heim. Tí ólavsøkan skal øld eftir øld reka burtur klandur og sorg. Veri, so leingi sum føroyingur er, Tórshavn vár miðstøð og borg. Eirikur Lindenskov blaðstjóri »Tað er einaferð um árið at ólavsøka er«