fríggjadagur 18. juli 2014síða 4
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
4
Ólavsøkan 2014
H
eilt frá landnámstíð hevur
Havnin verið miðdepilin
og náttúrligi høvuðs
staðurin í Føroyum, og
tað merkir samstundis, at Havnin er
heimstaður hjá øllum føroyingum.
Her eru øll vælkomin, tí Havnin er
sum ein opin favnur, ið tekur ímóti
øllum, og her kunnu vit av sonnum
siga, at øll eiga heimarætt.
Sum høvuðsstaður eru vit fullgreið
yvir ta serligu og krevjandi uppgávu,
vit hava, og ein høvuðsstaður er ikki
bara ein býur sum allir aðrir býir,
men ein býur, sum er kosin til hesa
serligu uppgávu. Tað eru ongantíð
bara nøkur, ið kunnu kanna sær
høvuðsstaðin, men hann er til fyri
øll og øll eiga vit høvuðsstaðin sum
okkara egna.
Allar dagar á árinum eru øll
hjartaliga vælkomin til Havnar og
kunnu eisini púra sjálvsagt kenna
seg sum heima her, men tó er nakað
serligt við ólavsøkudøgunum, tí tá
vilja vit øll gera eitt sindur eyka
burturúr – bæði vertir og gestir. Tað
skal bæði síggjast og merkjast, at nú
er ólavsøka.
Úr bygd og bý og úr útlondum
savnast øll um tjóðarhátíðina í
okkara felags høvuðsstaði, og hóast
tíðin flytur seg skjótari enn nakran
tíð, er ólavsøkan í botn og grund hin
sama, sum hon altíð hevur verið. Hon
hevur altíð fylgt við tíðini og funnið
seg til rættis í rákinum, og so er enn.
Alt tað, ið áður hevur eyðkent
ólavsøkuna, er framvegis við, men tey
fólk og feløg, ið vara av ólavsøkuni
og skránni, hava enn einaferð gjørt
sítt besta fyri at endurnýggja til
tøkini, so tað aftur í ár ber til at
uppliva nakað nýtt og forkunnugt,
ið ikki hevur verið hini árini.
Aftur í ár hava túsundtals fólk
lagt eitt risastórt arbeiði í at gera
tjóðarhátíðina so góða, so ríka, so
spennandi, so stuttliga og so undir
haldandi sum gjørligt, so ongum
nýtist at keða seg ella ikki at fáa
tíðina at ganga á ólavsøku. Og eg
skal heilsa og siga, at eg vænti, at
tíðin enn einaferð flýgur avstað,
tí Havnin hesar dagarnar hevur so
nógv at bjóða.
Ólavsøkan er okkara størsta
fólkaveitsla, og tí eigur pláss at vera
fyri okkum øllum, og her savnast
bæði høgur og lágur. Vit hittast
og heilsast og geva okkum stundir
til eitt hugnaligt prát, tí soleiðis er
ólavsøkan – og soleiðis eigur hon at
vera.
Men samstundis sum ólavsøkan
er okkara tjóðarhátíð, er hon á
mangan hátt so nógv øðrvísi og
innihaldsríkari enn slíkir dagar í
øðrum londum, tí hóast ólavsøkan er
tjóðdagur alra føroyinga, verður hon
bara hildin í høvuðsstaðnum. Meðan
aðrir høgtíðsdagar leita okkum upp,
er ólavsøkan øðrvísi, tí vit leita okk
um til hennara.
Tað merkir fyri okkum í høvuðs
staðnum, at tað liggur á okkum at
skula fyriskipa og halda hesa hátíð
føroyinga, men tað gera vit sjálvandi
við stórari gleði, tí í okkara eygum er
ólavsøkan ein gáva, ið vit á hvørjum
ári fyrst síggja fram til í langa tíð og
síðani gleðast leingi um aftaná.
Lat okkum leggja gerandisdagin
til viks eina løtu og njóta tað góða
samanhaldið, felagskensluna og allar
hesar góðu løturnar, vit kunnu fáa
saman við hvørjumøðrum. Tað er
hetta, sum gera okkum til ta serstøku
tjóð, vit føroyingar eru.
Vælkomin til Havnar og
vælkomin á ólavsøku!
Heðin Mortensen
borgarstjóri
Kennið tykkum sum heima!