fríggjadagur 18. juli 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
8
Ólavsøkan 2014
K
appróðrarárið syngur upp á
síðsta vers. Ólavsøkuaftan
verður síðsti róðurin, og
so verður friður í sið
bundna kappróðrinum fram til á
norðoyastevnu í 2015. Hetta er ein
langur steðgur, og kappróðrarárið er
stutt. Seinnu árini er tað vorðið alt
meiri vanligt, at fleiri leggja nógv
fyri í inniróðrinum.
Tríggir meistarar eru longu
funnir. Teir eru 5-mannafarið Silja
við gentumanning, 6-mannafarið
Jarnbardur við kvinnumanning og
10-mannafarið Drekin Reyði.
Hesir tríggir bátarnir hava vunnið
allar seks kappingarnar í summar, og
tað er eingin, sum hevur møguleika
at røkka stigatalinum hjá teimum.
Í kappingini millum 8-mannaførini
er tað bara í ástøðinum, at tað ber til
at koppa Kvívíkingi, sum er fimm stig
frammanfyri Knørr.
Í hinum kappingunum er spenn
ingurin framvegis stórur. 5-manna
farið Fípan Fagra við dreingjum er
fýra stig undan Bliki. Serligt í hesi
kappingini er, at Fípan Fagra hevur
tvey gul kort á konuni.
Í kappingini millum 6-mannaførini
við monnum hevur Hvessingur trý
stig fleiri enn Jarnbardur.
Størsti spenningurin er millum
5-mannaførini við gentum. Har
stendur á jøvnum millum Drekan
hjá Havnar Róðrarfelag og Silju úr
Fuglafirði. Harvið verður avgerandi
finaluróður á ólavsøku millum hesar
báðar bátarnar. Tann, sum endar
fremri av hesum báðum, verður
føroyameistari.
Langt millum metini
Tá ið tað skal eftirmetast, hvussu
róðrarárið nú royndist, so eru fleiri
mátar at gera tað uppá. Ein er at
sammeta luttakaratalið við undan
farnu árini. Hóast talan ikki hevur
verið um hækkandi tal av mann
ingum, so ber til at siga, at aftur
gongdin er steðgað.
Talan hevur ikki verið um so
nógvar kærur. Ein kæra, sum hevur
havt stóran týdning, var tann hjá
6-mannafarinum Gongurólvi við
monnum. Kært varð um, at róðurin
ikki varð skotin av, tá ið Gongurólvur
hekk fastur í startinum á Sundalags
stevnuni. Niðurstøðan er, at róðurin
er strikaður.
Tá ið tað snýr seg um avrikini,
so hava Jarnbardur við kvinnum,
Erla Kongsdóttir við kvinnum og
Drekin Reyði verið framúr. Undan
ólavsøku hava hesir bátarnir fult
stigatal.
Um tíðirnar verða roknaðar sum
grundarlag fyri avrikunum, so hevur
hetta árið ikki verið framúr. Higartil
eru bara trý met sett tilsaman á
teimum seks stevnunum, sum hava
verið: Kvinnurnar á Erlu Kongsdóttir
settu met á eystanstevnu, og á
vestanstevnu settu genturnar á Silju
og Miðvingur met.
Tá ið sammett verður við undan
farin ár eigur sjálvandi at havast
í huga, at í ár verður bara kappast
á 1000 metrum. Tað vil siga, at í
kappingini millum 10-mannaførini,
8-mannaførini og 6-mannaførini við
monnum er hetta fyrsta árið, at tað í
fleiri róðrarøkjum verður kappast á
hesum teininum. Í hesum høpi eru
einsamallu vinnaratíðirnar á nýggju
teinunum ikki roknað at vera mettíðir.
Metini á ólavsøku
Tað verður ikki gjørt so nógv burturúr
kappróðrartíðum, sum tað verður
gjørt burturúr tíðum hjá súkklarum,
svimjarum og rennarum. Orsøkin er
tann, at umstøðurnar kunnu vera so
ymiskar, tá ið tað verður róð.
Hóast ætt, vindstyrki, streymur,
rák, hiti og eisini avfall heilt víst
spæla inn, og tað tískil er torført at
sammeta, so er einki at liggja omaná,
at kapprógvararnir væl vita, hvørjar
mettíðirnar eru.
Á ólavsøku er róðrarteinurin bara
901,3 metrar. Í 1992 róði Skálabáturin
teinin av Argjahøvda og inn undir
Skipafelagið í tíðini 3.52.00. Hetta
er framvegis skjótasta tíðin, sum
nakar bátur hevur róð teinin í kapp
róðrinum á ólavsøku.
Royndir hava verið gjørdar at taka
20 ára gomlu mettíðina hjá Skála
bátinum. Tað hevur onkra ferðina
verið heilt tætt við, men higartil
hevur tað ikki eydnast. Tættast
við var Havnarbáturin í 2001, tá ið
vinnaratíðin var 3.52.03. Næsttættast
við var Klaksvíkingur í 2009, tá ið
vinnaratíðin hjá honum var 3.56.19.
At tvey av kappróðrarmetunum vórðu á vestanstevnu kann vera
ábending um, at tað eisini er møguleiki fyri nýggjum mettíðum
á ólavsøku, har fleiri av metunum eru rættuliga gomul
Tað er langt millum metini
Jóannes Hansen, joannes@sosialurin.fo Mynd: Álvur Haraldsen
5-mannafør dreingir
Súlan . . . . . . . . . . . . . . . .(1994) 4.14.68
5-mannafør kvinnur
Aldan . . . . . . . . . . . . . . . (1981) 4.38.40
5-mannafør gentur
Drekin . . . . . . . . . . . . . . . (2008) 4.29.24
6-mannafør kvinnur
Jarnbardur . . . . . . . . . . . (1995) 4.21.12
6-mannafør menn
Tvørabáturin . . . . . . . . . (2009) 4.12.06
8-mannafør
Ørvur . . . . . . . . . . . . . . . . (1999) 4.03.21
10-mannafør
Skálabáturin . . . . . . . . . (1992) 3.52.00
Mettíðir á Ólavsøku