fríggjadagur 18. juli 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
16
Ólavsøkan 2014
T
að er eingin ivi um, at tey
siðbundnu føroysku klæð
ini eru best umtókt, men
hinvegin velja alsamt fleiri
fólk at ogna sær til dømis eitt øðrvísi
skjúrt ella ein heilt serstakan vest. Á
tann hátt kunnu tey brúka føroysku
klæðini eitt nú til serligar veitslur og
føðingardagar.
Soleiðis sigur Maibritt Jacobsen
frá handlinum Marjun Heimá, har
tey seinastu mánaðirnar hava havt úr
at gera við at seyma føroysk klæðir.
So mikið nógv, at síðani 1. apríl hava
tey verið noydd at siga nei til allar
nýggjar bíleggingar.
Bíleggingarnar hava fyrst og
fremst snúð seg um tey vanligu, sið
bundnu føroysku klæðini, men fleiri
og fleiri vilja gera føroysku klæðini
meira persónlig og ynskja at brúka
tey til onnur høvi enn bara á ólav
søku.
– Av tí sama merkja vit ein
øktan eftirspurning eftir øðrvísi
turrikløðum, einlittum troyggjum,
vestum í serstøkum liti og eisini
skjúrt í ymsum longdum, sigur
Maibritt Jacobsen.
Nýggir litir
Seinastu árini er ein stór broyting
farin fram, hvat litsamanseting og
føroyskum klæðum viðvíkur. Hetta
ger seg galdandi bæði hjá kvinnum
og monnum.
– Vit síggja rættiliga nógva varia
tión í vestalitinum hjá monnum.
Vestar í litunum grønt, blátt og lilla
eru ógvuliga væl umtóktir, og liturin
kann saktans vera nokkso sterkur.
Júst vesturin hevur eisini stóran
týdning fyri búnan og er tað, sum
veruliga kann gera hann persónligan,
so sterkir litir í vestinum er nakað,
sum fleiri og fleiri mannfólk velja,
sigur Maibritt Jacobsen.
Hjá kvinnunum er tað serliga
litirnir reytt og blátt, ið verða brúktir.
– Bæði troyggjur og skjúrt eru
fyri tað mesta í reyðum, men tann
blái liturin er av álvara eisini blivin
væl dámdur, sigur Maibritt Jacobsen
og heldur fram:
– Rákið í ár er, at kvinnurnar velja
at ogna sær eina eyka troyggju, so
leiðis at tær ikki bara hava ta sið
bundnu, reyðu troyggjuna við
svørtum bindingarmynstri. Einlittar
troyggjur, serliga tær svørtu, rokni
eg við, verða nógv at síggja hesa
ólavsøkuna, sigur Maibritt Jacobsen,
sum tó vónar, at siðbundna reyða og
svarta troyggjan ikki verður heilt
gloymd.
– Vónandi tekur tann einlitta
troyggjan ikki fullkomiliga yvir,
tí tað, sum er so sjarmerandi við
troyggjunum, eru tey serstøku
bindingarmynstrini. Har haldi eg, at
tað kundi komið meira variatión í, tí
tað finnast so nógv vøkur bindingar
mynstur, sigur Maibritt Jacobsen.
Turriklæði modernað aftur
Í nøkur ár hevur ein partur av kvinn
unum valt ikki at brúka turriklæði til
tey føroysku klæðini, men sambært
Maibritt Jacobsen kunnu vit vænta
at síggja fleiri turrikløð hesa ólav
søkuna.
– Turrikløðini eru á veg inn aftur,
haldi eg meg kunna siga. Tað, sum so
er serligt við turrikløðunum í ár, er,
at vit í størri mun fara at síggja hesi
blomstrutu, russisku turrikløðini, ið
líkjast teimum, sum mammurnar og
ommurnar brúktu, tá tær vóru ungar,
greiðir Maibritt Jacobsen frá.
Umframt turrikløðini er eisini
ein ávís broyting í troyggjunum hjá
kvinnum.
– Fyri tað mesta er troyggjan,
sum vit fara at síggja á ólavsøku,
tann siðbundna, men nógv velja nú
at gera ermarnar trýkvartar, og har
afturat skal troyggjan sita ordiliga at.
Tað ganga konufólkini ógvuliga høgt
uppí nú, sigur Maibritt Jacobsen og
leggur afturat:
– Tær gomlu troyggjurnar vóru
eitt sindur meira fýrkantaðar í tí,
meðan troyggjurnar í dag eru seym
aðar til tann einstaka og sita væl.
Orsøkin er ivaleyst at troyggjan í dag
er meiri sjónlig, av tí at turriklæði
ikki er sum eitt stórt sjall, soleiðis
sum tað ofta var fyrr, sigur Maibritt
Jacobsen.
Góðtaka tað nýggja
Í handlinum hjá Marjun Heimá
uppliva tey í alsamt størri mun enn
áður, at fólk bíleggja ávísar partar
av føroysku klæðunum, sum eru
alternativ til tað siðbundna. Og tað,
heldur Maibritt Jacobsen, er eitt tekin
um, at tað er blivið meira vanligt og
góðtikið, at fólk velja alternativir
framm um tað siðbundna.
– Kjakið er nærum hvørt ár, men
eg haldi ikki, at vit hoyra so nógvan
larm um tað longur. Fyri tað mesta
verður tað góðtikið, at okkurt øðr
vísið verður gjørt við føroysku klæð
ini, so leingi tað verður gjørt virðiligt,
pent og handverksliga situr ordiligt,
sigur Maibritt Jacobsen.
Á mentanarnáttini í Havn fyrst
í juni mánaði hevði Marjun Heimá
stóra mótasýning, har eisini føroysk
klæðir, stakkar og sjóstúkur vórðu
Áhugin fyri føroyskum klæðum er størri enn nakrantíð, og vit tora
betur og betur at taka alternativini til okkum. – Alsamt fleiri velja
at hava ein alternativan vest, eitt øðrvísi turriklæð ella eitt stutt
skjúrt, soleiðis at føroysku klæðini eisini kunnu brúkast aðrar tíðir
á árinum og ikki bara á ólavsøku. Tað sigur Majbritt Jacobsen, sum
eigur og rekur handilin Marjun Heimá, ið ger føroysk klæðir
Rannvá G. Fossaberg, rannva@sosialurin.fo Myndir: Álvur Haraldsen
Føroysk
klæðir eru
í hæddini
» Bæði troyggjur og skjúrt eru
fyri tað mesta í reyðum, men
tann blái liturin er av álvara
eisini blivin væl dámdur«