fríggjadagur 18. juli 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
18
Ólavsøkan 2014
T
að verður ikki sami bólk
urin av kvinnum, sum í fjør
syrgdu fyri ólavsøkukaba
rettini, ið aftur í ár verða á
palli í Sjónleikarhúsinum.
Í staðin verða tað teir báðir royndu,
Bárður Persson og Jákup Dahl, ið
skulu standa fyri undirhaldinum á
ólavsøku.
– Vit eru stutt síðani komnir úr
summarfrí, og hava tí ikki havt góða
tíð til venjingar. Men vit fyrireikaðu
okkum sjálvandi nakað undan
summarfrítíðini, so vit stóðu ikki á
berum, sigur Bárður Persson.
Hann sigur, at ætlanin er at undir
haldið skal vara í ein tíma.
– Eg vit væl, at tað fyrr í tíðini
var vanligt, at kabarettirnar vardu í
hálvan annan tíma, men tað tykist ov
leingi, tí fólk hava so nógv at fara til
á ólavsøku. So tað meria passandi,
at undirhaldið varar í ein tíma ella
kanska gott tað, sigur Bárúr Persson.
Ætlanin var, at talan suldi vera
um eitt stand-up show burtur av,
men hetta er broytt soleiðis, at
umleið ein triðingur ella fjórðingur
verða stand-up, meðan restin verða
sketsjur og monologar.
– Tað verða sjálvandi ávís offur,
og upplagt er, at Jørgen Niclasen er
eitt teirra. Eisini verður talan um
inkarneraðan sambandsmann, ið
hatar Høgna Hoydal. Annars verður
talan um eina breiða viftu av sam
felags viðurskiftum, sumverða havd
á lofti, sigur Bárður Persson.
Hann heldur, at tað fyrst og fremst
ræður um, at fólk hava tað stuttligt.
– Tað er als ikki meiningin, at
oyðileggja ólavsøkuna hjá fólki, sigur
Bárður Persson.
Hann sigur, at teir hava úr at
gera í hesum døgum við at leggja
kabaduoina til rættis.
– Men eg eri vísur í, at vit klára at
seta eitt gott undirhald upp til ólav
søku, sigur Bárður Persson.
Tað verður ein kombinatión av
stand-up, sketsjum og monologum
í ólavsøkukabarettini í ár
Øðrvísi ólavsøkukabarett
Leo Poulsen, leo@sosialurin.fo Myndir: Sigmar Mørkøre