Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 24 Ólavsøkan 2014 T að er tann elsti av teimum ungu prestunum í embæti í før­oysku fólkakirkjuni, ið ikki áður hevur prædikað á ólavsøku, ið prædikar ólavsøkudag. Ikki færri enn 7 ungir prestar eru á lista­num, og elstur teirra við atliti at starvs­aldri er Kvívíksprestur. Soleiðis stendur at lesa á www. folkakirkjan.fo, og sostatt er tað Theodor E. D. Olsen, ið prædikar á ólavsøku í ár. Theodor verður tó ikki kvívíks­ prestur so longi afturat, tí í september verður hann innsettur í Hoyvíkar Kirkju. Hann er settur sum prestur í nýggja prestagjaldinum, ið fevnir um Hoyvík og Kaldbak. Provokerar ikki – Prestar hava í øldir hildið konvent ella prestafund í sambandi við ólav­ søku, sigur prestur um tað søguliga í hesum høpinum. At halda ólavsøkuprædiku er gylt høvi hjá prestum at gera vart við seg, tí hetta er ein pallur, ið fer kring alt landið beinleiðis í loftmiðlunum, umframt at landsins kosnu menn og kvinnur eru til staðar í kirkjuni á ólavsøku. Tað er eisini komið fyri, at prestar hava nýtt høvið til at prika og taka upp viðkvom evni. Onkur hevur nevnt hetta at provokera. Men soleiðis verður neyvan í ár, sigur nýggi presturin í Hoyvík. – Prestur hevur prædikutekstin at halda seg til, men er fríur til at leggja tekstin út. – Hetta er ein stórur dagur, har tað verðsliga valdið og tað andaliga valdið fylgjast og ganga lið um lið. Tey umskarast og blandast ikki, men fylgjast, sigur Theodor Eli Dam Olsen. Theodor E. D. Olsen ætlar at venda sær til alt fólkið, tá hann á ólavsøku fer at prædika í Dómkirkjuni. – Í stuttum kann eg siga, at eg ætli at halda eina prædiku, ið helst skal vera fyri at fólkið, sigur Theodor E. D. Olsen. Ein heild Samanumtikið kann sigast, at tað tykist, sum leggur komandi hoy­ víks­prestur dent á, at guðstænastan á ólavsøku verður ein heild. – Neyðugt er, at sálmarnir hóska til inni­haldið og eru viðkomandi hend­an dagin, sigur Theodor E. D. Olsen, sum í hesum døgum leggur síðstu hond á handritið til ólav­søku­ prædikuna 2014. Í ár er tað Theodor Eli Dam Olsen, prestur, ið fer at halda ólavsøkuprædikuna í dómkirkjuni. – Hetta er ein stórur dagur, har tað verðsliga valdið og tað andaliga valdið fylgjast og ganga lið um lið. Tey umskarast og blandast ikki, men fylgjast, sigur presturin í Kvívík, sum tó eftir ólavsøku fer í starv sum prestur í nýggjasta prestagjaldinum, ið fevnir um Hoyvík og Kaldbak Ein prædika fyri alt fólkið Tað hevur týdning, at kirkjan er opin, heldur Theodor E. D. Olsen, ið ætlar at halda eina ólavsøkuprædiku, ið helst skal vera fyri alt fólkið Prædikteksturin er hesin: Seinna tekstarøð. Jóhs. 12, 24-26: »Sanniliga, sanniliga sigi eg tykkum: Fellur ikki hveiti­ kornið í jørðina og doyr, tá er og verður tað einsamalt; men doyr tað, tá ber tað miklan ávøkst. Tann, sum elskar lív sítt, missir tað; og tann, sum hatar lív sítt í hesum heimi, skal varðveita tað til ævigt lív. Tænir nakar mær, fylgi hann mær eftir, og har sum eg eri, har skal eisini tænari mín vera. Tænir nakar mær, skal faðirin æra hann«. Urguleikari verður Gudmund Mortensen, og Havnarkórið tekur eisini lut í guðstænastuni. Ólavur Hátún stjórnar. Eftir ætlan verður skráin hendan hjá Havnarkórinum: 1. Nú rennur sólin fríð – gl. føroyskt sálmalag, kórsatsur: Kári Bæk – orð: Kingo / Chr. Matras týddi 2. Fedranna kirka – lag: Hans Arvesen, kórsatsur: Karl Clausen – orð: G. Bruun føroyskaði 3. Sum hjørtur hyggur tráandi – lag og satsur: Ólavur Jøkladal – orð: Victor Danielsen, 4. Tað, Gud mín vil, tað komi á – gl. føroyskt sálmalag, kórsatsur: Karl Clausen – orð: Albrecht av Brandenburg / G. Bruun týddi Eftir ætlan verða sálmarnir hesir til guðstænastuna: 585 – Tú alfagra land mítt (orð: Símun av Skarði / lag: Petur Alberg) 604 – Nú morgunsólin fevnir fjøll (orð: Sólrun Michelsen / lag: Jens Mortan Mortensen) 323 – O, kristni tú alt (orð: Grundtvig / G. Bruun týddi ) Prædika 592 – Vár Guð, tær veri hægsta rós (orð: Mikkjal á Ryggi týddi/ lag: Vár Guð er føst og haldgóð borg) 588 – Boðar tú til allar tjóðir (orð: Jóannes Patursson)