fríggjadagur 18. juli 2014síða 34
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
34
Ólavsøkan 2014
F
yrsti dysturin um ólavsøk
una verður á Argjum leygar
kvøldið 27 juli, tá AB fær
vitjan av EB/Streymi.
AB hevur í alt ár verið í tungum
sjógvi í botnstríðnum, tí felagið hevði
ein størri málsetning undan kapp
ingarárinum. Tó bragdaði hjá AB í
seinasta umfarinum undan summar
steðginum, tá AB vann týdningar
miklan sigur í botnuppgerðini
móti kappingarneytunum úr B68.
Við sigrinum kundi AB fara í
summarsteðg við 4 stigum niður
til niðurflytingarstrikuna. Í mun til
kappingarárið í fjør, er tað ein fram
gongd hjá AB, at AB nú hevur 13 stig
aftaná 15 dystir, í mun til 12 stig í fjør
aftaná 15 dystir.
AB hevur í steðginum fingið styrk
úr B36. Talan er um unga leikaran,
Sandri Færø, ið hevur spælt nógv fyri
næstbesta liðið hjá B36.
Sundalagsmenn eru nakað skerdir
eftir summarsteðgin. Landsliðsleik
arin, Pól Jóhannus Justinussen, sum
undan kappingarárinum var ein av
stóru styrkunum á EB/Streyma lið
num hevur valt at skifta aftur til
barndómsfelagið NSÍ.
Uppflytararnir
vitja ólavsøkuaftan
Ólavsøkuaftan er Gundadalur
karmur um tann næsta dystin á ólav
søku. Tá fær HB vitjan av uppflyt
arunum úr B68.
HB heintaði stutt undan summar
steðginum landsliðsleikaran av
Toftum, Jóan Símun Edmundsson.
Hann skal ólavsøkuaftan leika sín
fyrsta dyst í Gundadali fyri HB, móti
barndómsfelagnum B68. HB hevur í
summar, ikki havt nakra summar
frítíð, tí at liðið hevur verið upptikið
av evropeiskum avbjóðingum. Fyrst
spældu teir móti Lincoln FC úr
Gibraltar og seinni móti FK Partizan
úr Beograd í Serbia.
Gestirnir ólavsøkuaaftan eru í
tungum sjógvi. Teir taptu seinasta
dystin undan summarsteðginum
móti kappingarneytunum úr AB.
Tískil hevur B68 fýra stig upp, fyri
at vera røttum megin niðurflytingar
strikuna. B68 hevur í summarsteðg
inum fingið nógvan styrk. Hans
Jørgensen, Ibrahima Camara, André
Olsen, Oddur Højgaard og Remi
Langgaard eru allir nýggir á B68
liðnum, í mun til liðið í fyrru hálvu.
KÍ vitjar oddaliðið
Seinasti dysturin á ólavsøku er ólav
søkudag, tá KÍ vitjar oddaliðið úr
B36.
B36 er sjey stig á odda í Effo-
deildini og hevur higartil ikki tapt
nakran dyst eftir 15 umfør. Undan
summarsteðginum fekk B36 eis
ini nógvan styrk. Odmar Færø og
Rógvi Poulsen, ið báðir hava um
boðað føroyska landsliðið, eru
nýggir í hópinum til seinnu hálvu.
Harumframt er Adrian Cieslewicz
eisini komin til felagið, eftir at hava
leikt í Onglandi síðani 2007. Tí er
talan um ein vælmannaðan B36 hóp
til seinnu hálvu.
Gestirnir úr KÍ hava í summar
steðginum ikki fingið nakran styrk.
Harafturímóti hava teir mist ein
leikara. Fyrrverandi landsliðsleikarin,
Atli Danielsen, ið hevur leikt nógv
við í ár, er givin í felagnum. Orsøkin
til at Atli Danielsen er givin, er tí
at hann ikki hevur nokk av tíð til at
leika fótbólt á hægsta stigið í Før
oyum.
27. juli AB - EB/Streymur
í Vika á Argjum
28. juli HB - B68
í Gundadali í Tórshavn
29. juli B36 - KÍ
í Gundadali í Tórshavn
Tórshavnar kommuna er karmur um tríggjar dystir um
ólavsøkuna, tá 16 umfar í Effo-deildini fer av bakkastokki
André Olsen, andre@sosialurin.fo
Tríggir dystir á ólavsøku