Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-18, síða 38
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2014síða 38

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 38 Ólavsøkan 2014 T að hevur altíð verið ein sjálvfylgja hjá mær, at vera á Ólavsøku. Í ár gleði eg meg til at verða við til setanina Ólavsøkuaftan. Tey seinastu nógvu árini havi eg arbeitt til á middegi, so eg havi sjálvdan nátt tað, men í ár skal tað verða. Eg búgvi í Hoyvík, sum er ov langt burtur til at fólk detta inn á gólvið, tí fari eg oman til Havnar. Til kappróðurin plagi eg at standa á leið sama stað hvørt ár og møta somu fólkunum sum undanfarin ár, tað er nakað heilt serligt, góður stemningur, hýrurin er góður, fólk eru veitsluklødd og heilt nógv eru í tjóðbúna. Mær dámar væl tað siðbundna í hesum. Avtalur vera síðani gjørdar, um hvar skal farast eftir róðurin og um kvøldið. Hæddarpunktið á Ólavsøkuni fyri meg er hátíðar­ løtan Ólavsøkumorgun, tá prestar og tingfólk koma úr kirkjuni, og sangurin undir Tinghúsinum. Tað er Ólavsøkan fyri meg. Eg minnist bara eina Ólavsøku, har eg ikki havi verið til hesa løtu. Ólavsøkan hevur nógv at siga fyri meg, einamest tjóðskaparliga. Hetta, at vit øll koma saman og gera tað sama og saman pussa tjóðskaparkensluna. Ólavur kongur og tað, ið hendi á Stiklastøðum, fyllur ikki so nógv. Ólavsøkan er vorðin ein tjóðskaparsamkoma. Tað er ein samansjóðing av føroyingunum. Vit standa saman og minna hvønn annan á, at vit eru ein tjóð, og at vit kunnu vera stolt av at vera føroyingar, um ikki politiskt, so í hjartanum. F astur siður er, at vit byrja dagin við tjóð­sang­ inum og góðum morgunmati. Øll familjan verður latin í føroysk klæði, meðan setanin verður notin í sjónvarpinum, og vit gera okkum til at fara. Síðani gongur leiðin til høvuðstaðin, har tjóðarhátíðin er farin av bakkastokki. Leiðin gongur oman ígjøgnum býin, har børnini sleppa at royna tað, tey hava hug til. Tað plagar millum annað at inkludera ballónir, candyfloss, tombola og fiskibrunn. Eg nýti høvi at hyggja at, hvussu fólk hava latið seg í. Hvussu sita klæðini, er nakað serligt ið fangar mítt eyga, ein serlig samanseting, ið gevur lookinum eitt øðrvísi twist, bæði hvat sjálvum tjóðarbúnaðnum viðvíkur, og eisini bíti eg sum heild merki í, hvat fólk velja at lata seg í. Eftir býtúrin verða allar listaframsýningarnar vitjaðar, og eg loyvi mær at ogna mær ein nýggjan málning til næstan hvørja Ólavsøku. Eg seti prís uppá góða list, og Ólavsøkan er eitt gott høvi, til at síggja hvat føroysk listafólk duga. Eg haldi, at tað hevur stóran týdning at stuðla okkara dugnaligu listafólkum. (Keyp við hjartanum, keyp føroyskt). Nú er sálin mett, men búkurin er enn svangur, og tá er so passaligt at fara til vinfólk at fáa sær náttarða. Tá øll eru mett og væl sett og børnini troytt av upplivingum, verða tey sett av hjá ommum og abbum. Vit bæði vaksnu fara sum par einsamøll oman aftur í býin at heilsa uppá fólk. Ólavsøkan er tíðin, har eg kann heilsa uppá nógv andlit, sum eg ikki havi sæð í langa tíð, og eg elski tað. Ein góð suppa frá Birgir Enni kemur altíð væl við, og miðnáttarsangurin á Vaglinum er eitt must. Eg gleði meg hvørt ár til Ólavsøkuna og fari sjálvdan at ferðast uttanlands hesa tíðina. Tað, sum serliga situr eftir í minninum, frá tá at eg var barn, er fiskibrunnurin í KFUM. Lítlu innpakkaðu smápakkarnir í avíspappíri vóru altíð líka spennandi at fanga, og ikki minni spennandi at lata upp. Einasta tíðin, ein fekk candyfloss, var á Ólavsøku. Tað var forkunnugt og ikki sum í dag, har tað kann keypast allastaðni. Tombola, ballónir og kappróður vóru á skránni, júst sum í dag. Babba hevur altíð verið sera oyðslutur á Ólavsøku. Tað var løtan, har ein fekk næstan alt, ein peikaði á. Líka stuttligt sum jólaaftan. Ta kensluna havi eg borið við mær líka síðani, og leggi eg nógva orku í, at míni børn hava tað líka stuttligt, sum eg hevði tað. Á Ólavsøku er bara alt eitt sindur stuttligari. Ó lavsøkan fer at snúgva seg um andsligan kærleika fyri meg. At elska næsta mín, um eg so má siga. Eg havi, eins og Dante á sinni, verið ein svipp í helviti (ein lækni vildi kalla tað nakað so ópoetiskt sum tunglyndi). Eftir mína helvitisvitjan, eri eg nú staddur í reinsanareldinum. Her vera hugmóð, girnd, grammleiki o.a. svitsa av mær, sum gomul, skitin ull av seyðarhøvdi. Fyri hvønn dag sum gongur og hvønn ullbita sum fer upp i royk, gerst tað mær greiðari, at størstur er kærleikin. Í hesum anda fari eg at halda Ólavsøkuna. Mín hjálpari í helviti er av eysturlendskum uppruna og ber navnið Yoga. Yoga merkir at sameina. Ólavsøka merkir sum so tað sama. Tá vit sum tjóð, á Ólavsøku, sláa ring, og saman kvøða um okkara samleika, er tað tá ikki í veruleikanum Yoga vit gera? Ella tá ein yogini í meditatión kveistrar tíð og rúm til viks, til tess at gerast eitt við alheimin, heldur hann tá ikki í veruleikanum Ólavsøku? Ó lavsøkan er fyrst og fremst tjóðarhátíð føroyinga, og tað eiga vit at vera stoltir av. Hugsa vit um upprunan, so hava vit, sum einastu norðbúgvar, hildið Ólavsøku í skjótt 1000 ár, tað er serstakt og hevur stóran týdning bæði mentanarliga og sosialt. Sjálvur plagi eg at fara til kappróður og spáka eitt sindur í miðbýnum, møguliga vitja áhugaverd tiltøk, men einki er fast. Ein táttur er at vitja vinir, kenningar og skyldfólk, men síðani taki eg tað har frá og veit sjáldan, hvar eg endi – eitt sindur av tilvild skal til. Góða Ólavsøku. Ólavsøkan og eg... Siri Eysturoy Laila av Reyni Búi Egason Dam Archibald Black