Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-18, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2014síða 40

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 40 Ólavsøkan 2014 Ólavsøkan og eg... V anligt er, at farið verður til Havnar Ólav­ søku­aftan og gongur eftir ætlan, verður tað eisini í ár. Sum føroyingar flestir fari eg eisini í føroyska búnan og gangi saman við vinum og kenningum oman og niðan Áarvegin at møta vinum og kenningum. Einki er sum so planlagt, men mær dámar væl at fara til árligu Ólavsøku­fram­ sýningina í Listasavninum, og annars vitja tey gallarí, sum eru opin. Tónleikurin hevur, eisini á Ólavsøku, sín týðandi samansjóðandi leiklut, og mær dámar væl at fara til tær konsertir, sum verða hildnar kring býin – eitt nú á Vaglinum. Ólavsøkudag verða føroysku klæðini eina løtu skift út við prestakjólan. Skrúðgongan, guðstænastan, kantatan og ábit í biskupsgarði eru nú vorðin fastur partur av míni Ólavsøku. Hetta er bæði hugnaligt og hábærsligt og gleðiligt at sleppa at vera partur av. Farið verður í aftur føroysku klæðini, og ferðin gongur enn einaferð oman og niðan eftir Áarvegnum. Hugnaligt, at møta teimum, ein sjáldan møtir; teimum, sum eru búsitandi uttanlands, ella á annan hátt eru fjarskotin einum. Midnáttarsangurin, sum savnar ein fjórðing av fólkinum, er nakað heilt serstakt. At sleppa at vera partur av heimsins størsta kóri eina ferð um árið vekir goymdar og gloymdar kenslur. Saman, í felag, í senn syngja vit um veður og vind, um minnir og farnar tíðir, um náttúru og fólk, um føroyingar og Føroyar. Prikkurin yvir i’ið, tann góði endin, er, tá ringur verður sligin, og dansurin byrjar. Ketan er long, og saman standa vit sterk. Soleiðis tykist tað, sum farið verður út í náttina, oman og niðan Áarvegin, enn einaferð, at ynskja vinum og kenningum eina góða Ólavsøku, og takka fyri í ár. Ólavsøkan er tjóðarhátíð okkara, m.a. tí her kenna vit okkum sum eitt. Eitt fólk, eitt mál, eitt flagg, og ein búni. Sum ein góður starvsfelagi hjá mær eina­ferð segði, so spæla vit Ólavsøku. Vit syngja somu sangir, ganga í sama búna, og hátíðarhalda, at vit eru føroy­ ingar, serstøk tjóð. Vit spæla eina løtu, at einki skilir okkum, at vit eru eins. Hetta er umráðandi leikur, tí tað minnir okkum eina løtu á, at tað sum savnar er størri enn tað, sum skilir okkum at. Eins og føroyingar í forðum sungu sálmasang sum farið var til útróðrar, eins og vikan byrjar við guðs­ tænastu sunnumorgun, byrjar á Ólavsøku nýggja tingárið við guðstænastu. Hetta er vakur og sigandi siður. Byrjað verður við, at ferðin verður løgd í Harrans hendur, og hvílast kann í hesum, at Harrans hendur halda øllum uppi – bæði í sorg og gleði. Á Ólav­søku verða vit mint á, at vit eru ein kristin tjóð. Tá gingið verður úr Løgtinginum oman í Dómkirkjuna, og árið verður lagt í Harrans hendur áðrenn Tingið verður sett. Eisini hevur hetta, at vinir frá nær og fjar møtast, nógv at siga. Útisetar koma heim, og hýrurin er góður. Tá eg búði uttanlands var hetta, at koma heim at møta fólki á Áarvegnum nakað heilt serligt, og er tað ikki minni serligt nú, sum eg búgvi í Føroyum – at møta øllum teimum, sum ein ikki sær so ofta. Ólavsøkan er, fyri mong, endin á summarfrítíðini, fólk fer aftur av land­inum, men við hesum í huganum, at vit enn eru føroyingar, sum saman halda Ólavsøku. Á Ólavsøku verða føroysk klæði og fýrverk, kapp­ róður og kandifloss, hurra og halleluja, tombola og tivoli, frændi og fíggindi, alt koyrt í ein posa, rist og blandað. Úrslitið er framúr. Samanhald tvørturum van­ lig mørk. Kanska virkar hetta bert á Ólavsøkum, dagin, tá allir føroyingar eru samdir um, at einki er, sum skilir okkum. Men hetta er grundleggjandi partur av okkara tjóðarsamleika, av okkara felags mentan og arvi. Savnandi leikluturin, Ólavsøkan hevur fyri okkum sum einstaklingar og tjóð, hevur eina mest at siga. Tí tá dagligdagurin, við sínum avbjóðingum, byrjar aftur, hava vit øll eina løtu merkt, at vit eru partur av størri heild, og at tað, sum skilir okkum, eina løtu stendur í skugganum av tí, sum savnar og knýtir okkum saman – sum einstaklingar, sum tjóð. Ólavsøkan og eg... Maria Jørðdal Niclasen Ó lavssøkan verður vanliga hildin saman við vinum og familju. Men tað slepst ikki undan, at øðrum av døgunum fer fótbólturin avstað við, í ár er tað 28 juli, har vit skulu spæla dyst. So skrúðgonga og dyst, tað er altíð ein partur av ólavssøkuni hjá mær. Annars fer man í tivoli við soninum, gongur sær nakrar túrar ímillum allar tær frálíku máltíðirnar, og til síðst enda vit alt við miðnáttarsanginum. E g haldi mína Ólavsøku við konuni hjá mær, sum hevur føðingardag Ólavsøkuaftan. Vit ganga eitt sindur oman og niðan í miðbýnum og hitta fólk, síðani verður farið til fótbóltsdyst, og tvey tey seinastu árini havi eg sjálvur spælt 29. juli. Aftaná fótbólsdystin fara vit niðan at eta góða buffet á Hotel Føroyum, har búkurin skal mettast. So fara vit nokk oman aftur í býin ein túr, áðrenn leiðin gongur til Eysturoynna. Sum smádrongur helt eg tað vera spennandi at fara á Ólavsøku, har man kundi fara inn í KFUM og prøva ymisk tombola og annað. Nú, tá man er blivin eldri, eri eg ikki líka spentur at fara suður, men tað er altíð spennandi at fara til fótbóltsdyst. Sum so hevur Ólavsøkan ikki so nógv at siga fyri meg. Eg hevði sikkurt klára meg Ólavsøkuna fyri uttan. F yrst og fremst fari eg út at ganga oman og niðan gøturnar at møta og heilsa uppá positiv og væluppløgd fólk, tað er ein fantastisk kensla, ið er ring at seta orð á! Vit plaga at fara inn til sera góð vinfólk aftaná kappróðurin, har møta vit nógvum góðum fólki, men vertinir er staddir uttanlanda á Ólavsøkuni 2014. Men tað eru onnur góð fólk at vitja Ólavsøkan hevur alt at siga fyri meg, føroyingar úr øllum ættum eru at síggja í gøtunum, tað samansjóðar okkum, tað er mentan í hásæti. Á Ólavsøku eri eg so sera stoltur av at vera føroyingur! Símun Samuelsen Pól J. Justinussen Ingi Sørensen