Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-18, síða 42
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. juli 2014síða 42

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

juli 42 Ólavsøkan 2014 S einastu árini hevur eitt av stóru tiltøkunum á ólavsøku verið undirhaldið, sum Rás2 stendur fyri á kvøldi ólavsøkudag. Síðani tiltakið var á fyrstan sinni hava túsundtals fólk á hvørjum ári verið savnað í Vágsbotni at hoyra góðan tónleik og verða undirhildin í ein tíma. Gjøgnum árini hava bólkar og tónleikarar sum Frændur, Nalja, Páll Finnur Páll, Kim Hansen, Terji Rasmussen og fleiri spælt, og undirhaldinum hava eitt nú Sjúrður Skaale, Jákup Veyhe og Hilmar Jan Hansen staðið fyri. Tiltakið hevur riggað so væl og verið so væl umtókt, at Rás2 hevur kent seg noytt at endurtaka hugaliga kvøldið. Og soleiðis verður aftur í ár. Ólavsøkudag kl. 22.00 verður pallurin uttan fyri studio hjá Rás2 aftur tikin í brúk, og fólk kunnu gleða seg til góðan tónleik og herligt undirhald. Hitt hjá Signari Ein av teimum, sum verður at uppliva á ársins tiltaki hjá Rás2, er Signar í Homrum. Hann er royndur tónleikari, sum eitt nú var sangari í bólkinum Kjølar. Seinastu tvey árini hevur hann – umframt at spæla í bólkinum Rox – verið virkin sum solistur, og tað hevur gingið sera væl hjá honum. Hann gav nýggjar sangir út undir egnum navni, og fleiri av teimum eru blivin stór hitt í Føroyum. Á Summar Festivalinum í fjør hevði Signar í Homrum eina minniliga framførslu, sum av álvara staðfesti hansara framgongd sum solist, og síðani hevur tað gingið støðugt framá. Signar gav fyri kortum út nýggjan sang, sum ivaleyst verður eitt av hittunum í Føroyum í summar. Signar fer at spæla nakrar av sínum bestu sangunum, tá ið hann trínur á pallin hjá Rás2 ólavsøkukvøld. Umframt Signar í Homrum verður eisini gott undirhald, sum meira verður at frætta um seinni, og onnur tónleikaframførsla verður eisini. F rændur eru upprunaliga sprotnir burturúr virkna ung­dómsfelagnum í Klaks­ vík fyrst í 1980'unum. Mann­ingin í bólkinum hevur verið nakað skiftandi, men tó hevur kjarnin verið Steintór Rasmussen og brøður­nir Rani Nolsøe og Eyðun Nolsøe Teir hava síðan fyrstu LP-plát­ una Saman við tær verið mill­um kendastu og best umtóktu tónleika­ bólkar­nar í Føroyum. Á fyrstu plátuni hevði Steintór Rasmussen skrivað øll orðini og mestsum øll løgini, men seinni mentu Rani Nolsøe og serliga Eyðun Nolsøe seg eisini sum sangskrivarar. Á plát­uni sungu beiggi teirra Niels Chr. Nolsøe og Hanus G. Johansen eisini á nøkrum av sangunum. Í 1986 kom næsta plátan hjá Frændum. Hon bar einfalda heitið Frændur II, og hon gjørdist so mikið væl umtókt, at hon skjótt var útseld, og innihelt bæði hittið Føroyar og Eros hjá Terja Rasmussen. 80'ini var triðja útgávan hjá Frændum, og samstundis gjørdist hetta fyrsta føroyska fløguútgávan. Í 1992 kom so útgávan Mítt land við heitislagnum Mítt land og Uttan­um­tos, sum tá og nú eru nógv at hoyra. Í 1997 kom savnsfløgan Svart Gull, sum innihelt flest øll hittini hjá bólkinum, og hevði nýmótans út­gávur av gomlu løgunum á. Fyri at markera, at nú vóru 20 ár liðin, síðan Frændur fyrstu ferð spældu alment, góvu teir í 2003 út eina fløgubox við teimum upp­runa­ ligu plátunum í. Boxin, ið hevði heitið Eg vil elska, eg vil liva. Tá bólkurin hevði 25 ár á baki valdi Frændur enn einaferð at út­ geva eina fløgu. Hesaferð fløguna Frændur V, ið kom út í 2009. Ólavsøkukvøld bjóðar Rás2 árliga showið við live-tónleiki og undirhaldi í Vágsbotni Í 1984 kom fyrsta plátan frá bólkinum Frændur á føroyska marknaðin. Plátan »Saman við tær« gjørdist beinan vegin eitt hitt um alt landið, og síðani hava Steintór Rasmussen, Eyðun Nolsøe og Rani Nolsøe ment seg til at vera millum fólkakærastu bólkar, ið nakrantíð hava verið í Føroyum. Á Ólavsøku fáa føroyingar eina heilt serstaka uppliving, tá ið ein tann fólkakærasti bólkurin í landinum seinastu 30 árini, Frændur, trína á pall á vaglinum í Havn. Sí skránna í blaðnum Tónleikur og undirhald í Vágsbotni Frændur halda 30 ára dagin á Ólavsøku Ólavsøkudag kl. 22.00 bjóðar Rás2 øllum føroyingum til live-tónleik og undirhald í Vágsbotni