fríggjadagur 18. juli 2014síða 48
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
48
Ólavsøkan 2014
Viðgerð í undantaksstøðu
Politiska viðgerðin av uppskotinum
um nýggja stýrisskipan fyri 20 árum
síðani var merkisverd og eyðkend av,
at tað so at siga kom speril í tíðar
ætlanina, tá ið løgtingsvalið varð
útskrivað at vera 7. juli.
Stýrisskipanarlógin verður søgd
at hava hægri tignarstig enn aðrar
løgtingslógir. Soleiðis verður sagt í
stýrisskipanarálitinum frá 1994, og
har verður eitt nú víst á, at hon skuldi
verða samtykt óbroytt av tveimum
løgtingum, og at broytingar í lógini
skulu samtykkjast av tveimum
løgtingum.
Hóast hesa serstøðu so heimilaði
tingið sær at víkja frá tíðarfreistunum
í tingskipanini, tá ið lógin varð
viðgjørd og samtykt – bæði í fyrra
førinum og í seinna førinum. At tað
kom speril í politisku viðgerðina
komst av, at løgtingsval varð út
skrivað, áðrenn tað varð roknað við,
at val skuldi vera.
Fyrsta viðgerð var 6. apríl 1994.
So varð uppskotið beint til nevndar
viðgerð. Fyrsti fundurin í serligu
nevndini var 2. juni, ella trettan
dagar eftir at løgtingsvalið varð út
skrivað, 22. juni legði nevndin álit
fram, og fyri at fáa lógina samtykta
innan ásetta tíðarmarkið varð lógar
uppskotið til bæði aðru og triðju
viðgerð 28. juni 1994 ella undir val
stríðnum til løgtingsvalið. Tá varð tað
endaliga samtykt við 24 atkvøðum
fyri og ongari ímóti.
Summarvalið 1994
So snúði politiska dagsskráin fyri
20 árum síðani seg um valstríð
fram til 7. juli, tá ið ivaleyst minnis
ríkasta løgtingsvalið í heimastýris
tíðarskeiðnum varð hildið. Hetta var
bara annað løgtingsvalið í juli mánað
í 20. øld. Tað fyrra var 18. juli 1906,
sum var fyrsta valið eftir floksbýtið
á tingi.
Valluttøkan 7. juli 1994 var 81,3
prosent. Á valinum í 1990 var hon
86,1 prosent, og á valinum í 1998 var
hon 87,5 prosent.
Á valinum í juli 1906 vann
sambandsflokkurin, sum fekk 12
tingmenn, meðan sjálvstýrisflokkurin
fekk átta tingmenn. Úrslitið á valinum
7. juli 1994 var, at sambandsflokkurin
taldist millum vinnararnar. Stórar
broytingar vóru millum flokkarnar
í tingmannatali: Fólkaflokkurin
6 (-1), Sambandsflokkurin 8 (+2),
Javnaðarflokkurin 5 (-5), Sjálvstýris
flokkurin 2 (-1), Tjóðveldisflokkurin
4 og Kristiligi Fólkaflokkurin 2.
Nýggir flokkar á tingi vóru
Verkamannafylkingin (+3) og
Miðflokkurin (+2).
Umframt at fleiri flokkar vóru
broyttir nógv í stødd, og at tað vóru
lagstir tveir flokkar aftrat, so var
útskiftingin stór millum tey, sum
mannaðu tingið.
Afturvald vórðu Anfinn Kalls
berg, Vilhelm Johannesen, Heini O.
Heinesen, Edmund Joensen, Jógvan
I. Olsen, Lasse Klein, Signar á Brúnni,
Tordur Niclasen, Óli Breckmann,
Lisbeth L. Petersen, Finnbogi Arge,
Marita Petersen, Helena Dam á
Neystabø, Finnbogi Ísakson, John
Petersen, Jógvan Adolf Johannesen,
Jóannes Eidesgaard og Henrik Old.
Nývald vóru Álvur Zachariasen,
Óli Jacobsen, Kjartan Joensen, Maria
Hansen, Jógvan Durhuus, Ivan
Johannesen, Jørgen Niclasen, Bjarni
Djurholm, Bjørn á Heygum, Kristian
Magnussen, Jenis av Rana, Jákup
Olsen, Jákup Joensen og Ingeborg
Vinther.
Tey, sum ikki bjóðaðu seg fram
aftur ella ikki vóru aftuvald, vóru
Karl Heri Joensen, sum var komin
í tingið fyri Asbjørn Joensen, Niels
Pauli Danielsen, Olaf Olsen, Jørgen
Thomsen, Terje Davidsen, Thomas
Arabo, Svend Aage Ellefsen, Frank
Davidsen, Jógvan Sundstein, Birgir
Danielsen, Atli P. Dam, Flemming
Mikkelsen, Sverre Midjord og
Hergeir Nielsen.
Í fløkju við valbrøvini
Átta dagar eftir at løgtingsvalið hevði
verið, samtykti landsstýrið, sum var
fyribils starvsstjórn, at leggja upp
skotið um nýggja stýrisskipan fyri
nývalda løgtingið. At tað ikki varð
bíðað við hesum inntil á ólavsøku
hevði sína orsøk.
Undir skipanini, sum hevur verið
galdandi síðani á ólavsøku í 1995, er
bara ein tingseta. Hon er frá á ólav
søku og til á ólavsøku. Undir gomlu
skipanini var møguleiki fyri fleiri
tingsetum í einum tingári.
Eftir løgtingsvalið 7. juli 1994
ella fyri 20 árum síðani var politiska
skipanin upptikin av formligu áset
ingunum, sum í hesum førinum vil
siga, hvussu tað nú skuldi vera við
nývalda tinginum og ólavsøkuni.
Hildið varð, at tað fór ikki at bera
til hjá nývaldu tingmonnunum at
ganga í skrúðgongu á ólavsøku,
uttan at valbrøvini vóru kannað og
góðkend og tingið hevði góðkent løg
tingsvalið. Tí var neyðugt at stevna
nývalda tinginum saman fyri ólav
søku.
Tá ið hetta varð gjørt, so var
talan um nýggja tingsetu. Uppi í tí
hekk, at so var neyðugt hjá nývalda
tinginum at viðgera og samtykkja
stýrisskipanarlógina, áðrenn tað á
ólavøku varð farið undir nýtt tingár.
Ásetingarnar søgdu, at fyri at nýggja
stýrisskipanin skuldi verða lóg, so
skuldi hon samtykkjast í einum løg
tingi og síðani í fyrstu tingsetuni
eftir valið samtykkjast óbroytt av
nýggjum.
Marita Petersen legði 20. juli
vegna landsstýrið, sum altso var
starvsstjórn, uppskotið um stýris
skipanarlóg, sum undan valinum
var samtykt, framaftur. 22. juli var
tað til fyrstu viðgerð, og so varð
uppskotið beint í serliga nevnd at
verða viðgjørt.
25. juli vórðu 2. og 3. viðgerð
av uppskotinum, sum var endaliga
samtykt við 29 atkvøðum fyri og
ongari ímóti, og 26. juli varð lógin
lýst at fáa gildi frá á ólavsøku 1995 –
burtursæð frá grein 33, sum snýr seg
um broytingina frá kollegialum stýri
og til ráðharrastýri og um leiklut
løgmans í hesum sambandi. Henda
greinin varð sett at koma í gildi á
ólavsøku í 1996. Tá var landsum
sitingin umskipað. Hesum arbeiðnum
stóð Finn Norman Christensen fyri.
Hann var forstjóri í Tinganesi frá 1.
juni 1995 og fram til 1. august 1996.
Næsta árið – frá á ólavsøku 1994
og fram til á ólavsøku 1995 – varð
arbeitt við uppskoti um nýggja ting
skipan.
Ólavsøkudag fyri 20 árum síð
ani gekk nývalda tingið saman
við starvsstjórnini og prestum og
embætismonnum í skrúðgongu í
kirkju og aftur úr kirkjuni og niðan
á tinghúsvøllin. Hetta var seinasta
ferðin, at løgmaður og ríkisumboðs
maðurin gingu lið um lið fremstir í
skrúðgonguni, meðan løgtingsfor
maðurin og varabiskupurin gingu
teimum næstir.
Eftir at Jógvan Ingvard Olsen,
løgtingsformaður, hevði sett tingið,
helt Marita Petersen løgmansrøðuna,
sum er tann einasta løgmansrøðan,
ið er hildin, uttan at løgmaður hevur
havt samgongu aftanfyri seg.
Mikroovnur og brenniovnur
Á valinum fyri 20 árum síðani
vóru sambandsflokkurin og nýggju
flokkarnir, miðflokkurin og verka
mannafylkingin, stóru vinnarar
nir. Fýra ár seinni var tjóðveldi
stóri vinnarin. Tá varð fullveldis
landsstýrið skipað millum fólka
flokkin, tjóðveldisflokkin og sjálv
stýrisflokkin.
Millum átøkini hjá fullveldissam
gonguni var arbeiðið at fyrireika
grundlógaruppskot. Seinni varð
navnið broytt til nýggja stjórnar
skipan.
Umframt uppskot um sjálvu
stýrisskipanina, valdsbýtið og eftir
lit og ásetingar um, hvussu farast
skal fram, tá ella um Føroyar og
føroyingar ynskja broytingar í ríkis
rættarligum viðurskiftum og sátt
málum verður í álitinum nógv gjørt
burturúr ásetingum um rættindi og
skyldur. Jóan Pauli Joensen, pro
fessari, var formaður í nevndini, og
Kári á Rógvi, sum nú er professari,
var fyrstu árini skrivari og seinni
næstformaður í nevndini.
Spurningurin um nýggja stjórnar
skipan hevur verið uppi og vent í
øllum valskeiðunum síðani 1998.
Málið hevur verið viðgjørt í tinginum
og í serligum nevndum, og nógvir
fundir og samráðingar hava verið,
men tað er ikki eydnast at finna
breiðu semjuna um hetta málið, sum
tað hevur verið dyrgt eftir.
Myndaliga kann sigast, at stýris
skipanarlógin fyri 20 árum síðani,
sum var grundað á álitið frá 1994,
varð viðgjørd í mikroovni og harvið
uttan møguleika at verða vend og
snarað, og breiður meiriluti í ting
inum tók undir við henni. Uppskotini,
grundað á álitið frá 2006, hava verið
viðgjørd í brenniovni, har tað hevur
verið møguleiki at venda og snara
spurningum og avbjóðingum, uttan
at tað hevur borið til at evna lógar
uppskot til, sum hevur vunnið breiða
undirtøku í tinginum.
Hetta valskeiðið er lítið lagt aftrat
eldinum, sum harvið hevur verið lítil
og kraftarleysur.
Sjálvandi fer spurningurin um
nýggja stýrisskipan ella stjórnar
skipan ella grundlóg aftur at koma
á dagsskrá. Tríggir tingmenn, sum
vóru við til at viðgera uppskotið fyri
tjúgu árum síðani, eru framvegis
valdir tingmenn – Bjarni Djurholm,
Jenis av Rana og Jørgen Niclasen,
sum tó hevur latið tingsessin frá sær,
meðan hann er landsstýrismaður í
fíggjarmálum.
Spurningurin er, hvørji av teim
um, sum nú manna politisku sessir
nar, vera har um tjúgu ár, og um tað
um tjúgu ár verður sama stýrisskipan
galdandi, sum var samtykt heita
politiska summarið upp undir ólav
søku í 1994.