fríggjadagur 18. juli 2014síða 52
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
juli
52
Ólavsøkan 2014
Sambært stýrisskipanarlógini, er tað
formansskapurin í løgtinginum, ið
tekur sær av skrúðgonguni á ólav
søku, tá politikarar og prestar ganga
úr løgtinginum í Dómkirkjuna.
– Eg rokni ikki við, at nøkur stór
vegis broyting verður. Eg havi so onki
frætt, og dugi heldur ikki at síggja,
at nøkur stórvegis broyting skuldi
verið, sigur Jógvan á Lakjuni, ið tó
leggur afturat, at sjálvari raðfylgjuni
tekur umsitingin hjá løgtinginum
sær av.
Til verka
Hinvegin hevur løgtingsformaðurin
verið í kalendaranum fyri at kanna,
nær løgtingið skal til verka eftir ólav
søku, tá ólavsøkurøða løgmans skal
til viðgerðar.
– Eg havi tó ikki avgjørt, um løg
tingið fer at umrøða løgmansrøðuna
longu 31. juli, ella bíðað verður til
vikuskiftið er farið, og vit bíða til
mánadagin 4. august, sigur Jógvan
á Lakjuni.
Fiskidagarnir
– Tað tekur vanliga tveir dagar at
umrøða løgmansrøðuna. Men tað er
nú so, at fiskidagarnir eisini koma
fyri, og skulu samtykkjast, sigur løg
tingsformaðurin.
– Lógin um fiskidagarnar skal
samtykkjast innan 18. august, sigur
Jógvan á Lakjuni.
Løgtingsformaðurin væntar ikki,
at onnur mál verða løgd fyri løgtingið
hesar fyrstu dagarnar eftir ólavsøku,
tí tað er ikki vanligt uttan so, at okk
urt óvanligt mál er, sum als ikki kann
bíða. Men løgtingsformaðurin kennir
onki til nakað slíkt mál í løtuni.
Roknast skal ikki við stórvegis broytingum í mun til undanfarin ár, hvat skrúðgonguni á ólavsøku
viðvíkur, tí Jógvan á Lakjuni, løgtingsformaður, veit onki um nakra broyting. Tað er løgtingsformaðurin,
ið skipar fyri, tá landsstýris- og løgtingsfólk, saman við bispi og prestum, ganga skrúðgongu
Dagfinn Olsen, dagfinn@sosialurin.fo
Veit onki um broytingar