Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82 mánadagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Hjá einum unglinga fekk G festivalurin í Gøtu ein heldur bráan enda. Hann meiðslaði seg, men tá ið hjálparfólk skulu hjálpa honum, gjørdi hann ikki mæt­ari enn at leggjast á tey og stútaði tað eina hjálpar­ fólkið. Løgreglan sigur, at tískil varð hann tikin og førdur á skaðastovuna í Havn til við­ gerðar, men tá ið hann varð liðugur og fór heim ígjøgn­ um býin, legði hann á ein bil og breyt ein rút.  Sostatt tók løgreglan hann einaferð afturat og um­ framt at verða skuld­settur fyri harðskap, verður hann nú eisini skuldsettur fyri her­verk. Út ímóti miðdegi sunnu­ dagin tók løgreglan eisini ein bilførarar í Norðoya­tunl­ inum fyri at koyra við kenn­ ing. Hóast vit í Evropa halda okkum liva í einum rímuliga sivilieraðum heimsparti, har fólkaræði í øllum førum so nøkulunda er í hásæti, so er veruleikin kortini ein annar. Tað síggja vit javnan. Ræðu­ leikarnir á Blakan í nítiárunum vóru ógvuslig dømi – og maleisiska flogfarið, sum varð skotið níður í síðstu viku var annað ræðuligt dømi. Í skrivandi stund bendir nógv á, at maleisiska flogfarið varð skot­ið niður av ukrainskum upp­ reistrar­monnum, sum eru russara­ trúgvir, og at tað varð skotið niður við rakettum, sum uppreistrar­ menninir hava fingið frá russisku stjórnini, sum stuðlar teimum í stríðnum fyri at loysa partar av Ukraina frá Ukraina fyri at leggja undir Russland. Tað er av sera stórum týdningi, at ein slík brotsgerð móti manna­ ættini verður kannað til botns. Her eigur heimssamfelagið at leggja trýst á, soleiðis at óheft altjóða kanningarfólk kunnu greina sorgarleikin út í æsir. Tað er sjálvsagt, at heims­sam­ felagið eigur at leggja uppí. Tað átti langt síðani at verið gjørt. Heims­ samfelagið eigur ikki at góð­taka, at lond fara í innan­hýsis­kríggj og drepa hvønn annan, tí at onkur held­ur at ein ávísur landslutur heldur skal hoyra til annað land – ella verða sjálvstøðugur. Ongar slíkar støður eiga legitimera kríggj – einki kríggj skal góðtakast. Øll kríggj eiga at verða ólóglig, og øll tey, sum drepa í kríggi – og tey sum varða av kríggi, eiga at verða drigin til svars. Tað eigur eisini at verða gjørt í hesum sorgarleikinum, har 298 púra ósek fólk eru dripin, tí at nakrir fanatikarar í Ukraina hava tikið feil. Hesi fanatikarar skulu setast til svars fyri sínar gerðir, og tað skulu eisini tey, ið hava latið teimum vápnini. Um so er, at Russland og Vlademir Putin hava latið ukreinsku uppreistrarmonnunum vápn, so eigur russiska stjórnin og russ­iski forsetin persónliga at verða drigin til svars. Avvarðandi at teimum deyðu í flog­vanlukkuni vita ikki, nær ella um tey fáa síni kæru aft­ur, so tey kunnu jarða tey. Tað vísir bara, hvussu lítla ávirkan heims­ samfelagið hevur, og at onnur lond bara standa sum kánus, meðan eitt lið av uppreistrarmonnum og nakrir lúsutir politikarar í Russ­ landi og Ukraina kunnu leggja sær næsta leik til rættis. Men hetta skal ikki góðtakast. Tað skal ikki góðtakast at ósek fólk hava latið lív í hesum stríði, sum tí eigur at enda – og tey seku drigin til svars, um tað so merkir, at sjálvur Vlademir Putin skal handtakast. Tey seku skulu sjálvandi dragast til svars fyri illgerðina Handtakið Vlademir Putin 2013 var eitt gott ár hjá ali­ feløgunum í Vágum, Luna og Fútakletti, sum eru saman­ løgd. Ársúrslitið í fjør var 105 milliónir krónur. Tað er munandi hægri avlop enn árið fyri, tá tey bæði feløgini høvdu um 15 milliónir í yvirskoti í part. Nettosølan í fjør var góðar 412 milliónir krónur og bruttovinningurin um 168 milliónir krónur. Felagið hevur goldið 25 milliónir krón­ur í lønum í fjør og 21 milliónir í skatti. Eginognin hjá felagnum er vaksin úr 153 milliónum upp í 228 milliónir krón­ur. 30 milliónir eru goldnar í vinningsbýti til parta­eigarar­ nar, sum er smápartafelagið í Tungu í Gøtu, sum teir tríggir brøðurnir, Atli, Páll og Regin Gregersen eiga gjøgnum síni smápartafeløg. Luna hevði gott ár Gjørdi seg inn á vaktarfólk Ikki ónormalt at onkur er øðrvísi Anna Djurhuus síða 4-7 Tað góða og minni góða á G! Eftirmeting síða 10-13 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Kate krympar tær – Syndarligt – og eitt sindur tærna­krympandi – at síggja, at tit í hesum bólkinum reypa av at hava so nógvar »limir/vinir« móti átakinum hjá Sea Shepherd júst nú. Tað skrivar Kate Sanderson, føroyska sendi­ kvinnan í Brússel, sum við­ merking til Facebookbólkin »Sea Shepherd í Føroyum 2014«, sum er ein opin bólk­ ur á Facebook 3.613 limum. Kate Sanderson, sum áðrenn hon varð send til Brússel at umboða Føroya, hevur starvast á Løg­mans­ skrivstovuni í mong ár, har hon hevur fingist við at svara útlendingum, sum eru ímóti grindadrápi. – Tøgn er avgjørt besti mátin at gera upp við royndir­nar hjá Sea Shepherd í Føroyum, held­ ur enn at hava eina heila Face­book­síðu móti Sea Shepherd, sum í heims­ høpi ein sera lítil, rættiliga við­gongdur, men hóast alt fátækur og ikki altjóða viður­kendur »fringe« felags­skapur (kjaftamiklar eru teir, men stórt sæð bert í føroyskum miðlum), skrivar Kate Sanderson. Hon vísir á, at vit tíverri hava eina nógv størri av­ bjóðing við einum nógv størri ráki ímóti at brúka til­feingi úr sjónum til matna yvirhøvur. – Um ikki grind, so verð­ ur tað jú eisini toskur, sild, makrelur, kræklingar, djup­ havs­fiskur, lundi, ja alt sum kann kallast »veiða«, Onnur (sterkari enn Sea Shepherd) fara at seta sjóneykuna á alt hetta. Og tá fer Sea Shepherd at síggja út sum minsti trupulleikin, skrivar Kate Sanderson.