Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-21, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. juli 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Kári er føddur í Havn og uppvaksin í Hoyvík, foreldrini eru Eydna og Jógvan Hansen, Eydna er ættað úr Kollafirði og Jógvan er ættaður úr Miðvági. Kári er giftur við Jensu Mariu, og eiga tey fýra børn: Jógvan, Lailu, Ólavur og Maibritt, eisini eiga tey 9 ommu og abbabørn. Kári er útbúgvin bil­mekan­ ikari, og lærdi hann hjá Beinar Vesturgaard, sum hevði Bila­ sølu­na Norrøna. Tá Kári var av­lærd­ur, fór hann at koyra lastbil hjá Jón Hansen, har hann arbeiddi í nógv ár, eitt tíðarskeið starvaðist hann eisini sum portør og ambulansumaður á Lands­ sjúkrahúsinum. Fyri nøkrum árðum síðan keyp­ti Kári sín fyrsta lastbil og fór somu­leiðis undir sítt egna virki, og hevur hevur hann altíð nógv at takast við. Kári er skilamaður og sera álítandi, loypir ikki frá gjørdum avtalum, eisini er hann sera røkin og hevur altíð ein tryggan og vælhildnan lastbil. Væl dugir hann til hendurnar, líka sum abbin var kendur fyri, er Kári eisini ein góður hand­verkari tá tað kemur til timbur­arbeiði. Hann hevur umvælt hús­ini, og er hann komin sera væl frá hesum stóra arbeiði. Kári er altíð fyrikomandi, skemtingar­samur og skjótur við kaffi­koppinum, tað er líkamikið um tú kemur á gátt heima hjá Kára og Jensu, í campingbilinum, ella tú fer í lastbilin at vitja, kaffi­ kannan er altíð klár. Frítíðina brúkar Kári til camp­ ing og at fiska síl. Vit hava haft nógvar góð­ar sílatúrðar saman, á Leynavatni og Eiðisvatni. Ikki at gloyma tað einu nátt­ina úti við vatnbrunnin í Havnardali, tá køli­taskan var full av øllum góð­um, eg mun­di eti ballið, og vit máttu hava hjálp frá konunum til at fáa bilarnar heim við aft­ ur. Hev­ur tú fingið Kára sum vin, hev­ur tú ein góðan og trúfastan vin. Tann 20. juli fer Kári saman við konu síni umborð á Nørrønu áveg­is til Dan­mark­ar við vón um at náa Barcelona. Vit í Herborg vilja her ynskja Kára við famil­ju hjartaliga til­ lukku og Harrans ríku sign­ing og vóna at vit fáa nakrar góðar dag­ ar saman við tykkum í Danmark. Kári verður burturstaddur á føð­inga­r-degn­um. Vinur tín Heðin Føðingardagsheilsan til Kára Joensen Hansen Ein vinur í millum vinir verður fimmti ár týsdagin 29. juli 2014 merkisdagar lýsingartorg Silvurbrúdleyp Ólavsøkudag hava vit verið gift í 25 ár. Dagurin verður hildin í Mikladali leygardagin 26. juli frá kl.11 og úteftir. Øll eru hjartaliga vælkomin Bernhardina og Heðin Klein Gullbrúdleyp Friggjadagin 25 juli, halda Oddveig og Tóri Eið, (hann ættaður frá Vági) 50 ára brúdleypsdag. Dag­ur­in verður hildin í Samkomu­húsi­num á Kvamsoynni. Adr. Oddveig og Tóri Eið 6087 Kvamsøj Norge 90 ára føðingardagur Mikudagin 23 Juli verður Alma Joensen á Strondum 90 ár, dagurin verður hildin hjá Ansy og Mass Djurhuus, Geilin 6 - Innan Glyvur, frá kl. 17.00. Har øll eru hjartaliga vælkomin. 80 ára føðingardagur. Mánadagin 21. Juli 2014 fyllir John Klein Olsen 80 ár. Dagurin verður hildin heima hjá John, á Niðara Vegi 79, 350 Vestmanna frá kl. 17. Øll eru vælkomin 70 ára føðingardagur. Leygardagin 2.august, verður Tage Jørgensen Sørvágur 70 ár. Dagurin verður hildin í gamla terminalinum á flogvøllinum, klokkan 19:00. Øll eru hjartaliga vælkomin 60 ára føðingardagur Mánadagin 21. juli verður Sigurlaug Eiriksdóttir Joensen 60 ár. Dagurin verður hildin í bygdasalinum í høllini á Skála frá kl 19.00. Øll eru hjartaliga vælkomin. 50 ára føðingardagur 24. juli eri eg so heppin at blíva 50 ár. Í hesum sambandi hevði tað glett meg at sæð familju, vinir og kenningar til opið hús á Svangaskarði 26. juli. Vit byrja kl. 19. Øll eru hjartaliga vælkomin. Edvard Mikkelsen Arbeiði MÁLARAARBEIÐI Skal húsið, takið ella annað málast í summar ring og fá eitt gott tilboð. Kontakt: malaraarbeidi@hotmail.com 509409 Málaraarbeiði Alt málaraarbeiði verður gjørt í Havn, Hoyvík og á Argjum. Ring og fá eitt óbindandi tilboð. 586499/274331 Málaraarbeiði í Tórshavn Alt uttandura málaraarbeiði verður gjørt. Ring, so kann eg geva eitt óbindandi tilboð 252637 Tilboð upp á timburarbeiði ynskist Tilboð ynskist upp á at smiða leveggir við skurði og garð 216812 Arbeiði Ynskir nakar at fáa tekjuna skifta ella annað timburarbeiði, gjørt av væl gjørdum Húsasmiði. Ring og fá eitt gott tilboð. 263464 Arbeiði Ynskir nakar at fáa tekjuna skifta ella annað timburarbeiði, gjørt av væl gjørdum Húsasmiði. Ring og fá eitt gott tilboð. 263464 BETONG SAGING Tlf: 560056 Vit saga út fyri vindeygu, hurðum,garageportur, ventilatiónshol o.a,ring og fá ein góðan prís.www. 2xj-bygging.com 560056 Bátar og bátaútgerð 4 mannafar í góðum standi til sølu 4 mannafar við meistur og segl og 4 árum til sølu. 226817 Snellur ynskjast 2 brúktar hondsnellur ynskjast til keyps. 514204 Startari til bátamotor bíliga til sølu Ein nýggjur startari til 10 hestar Saab bátamotor, til sølu Eitt lita ekkolod, kodan CVS103, við botni, bíliga til sølu Tlf 441225 ella 281225 Bingo EB/Streymur Bingo Bingo verður við Margáir mánakvøldið 21-07-2014 . kl. 19 Øll hjartaliga vælkomin. EB-STREYMUR Burturm. /funnið Jakki funnin Ein myrkabláur dýnujakki Peak Performance slagnum Peak Performance, XL, er funnin í Hoydølum, er helst fokin við vindinum. Tann sum eigur hann, kann venda sær til 512528 Býli í Føroyum Íbúð søkist í Havn Tilkomin kvinna søkir góða íbúð í Havn til í seinasta lagi 1. oktober. Havi fast arbeiði og royki ikki. 212901/560985 Kamar centralt í Havn til leigu Kamar 10 min.frá midbýnum til leigu frá 1. august til fridarligan mann. Saman vid 3 ødrum deila tit stovu, køk, grovkøk,wc,badirúm,vaskirúm. 287580/517580/317580 Hús til leigu Nýggj hús í Kunoy til sølu ella leigu. 276889 Sethús til leigu Sethús í Tórshavn til leigu fyri 6.500 kr um mánaðin uttan ljós og hiti. Talan er um eini 1-plans hús við trimum kømurum. blankagotanr19@ gmail.com Til leigu EItt kamar til leigu á Hoyvíksvegnum, við atgongd til køk, bað og vaskimaskinu 211208 Húsarhaldstól LEIGA VASKIMASKINU V/ KEYPSRÆTTI TD. SIEMENS VASKIMASKINA 8 KG 1400 SNÚNINGAR.ELLA . EINKI DEPOSITUM ÓKEYPIS ÚTKOYRING UM ALT LANDIÐ. LEIGA VIÐ KEYPSRÆTTI. RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160 Matur Kjøt Kjógv & bøgir til sølu 504599 Út- & Sjónvarp LEIGA FLATSKERM V/ KEYPSRÆTTI 32” 40” OG 42” FLATSKERMAR V.TELEVARP, SMART TV MPEG 4 . EINKI DEPOSITUM. ÓKEYPIS ÚTKOYRINGUM ALT LANDIÐ. LEIGA VIÐ KEYPSRÆTTI. RADIOVERKSTAÐIÐ TLF 251160