Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341899, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eyðun Klakstein Løgmaður er bjartskygdur og stoltur, nú hann situr og fyrireikar ólavsøkurøðuna. Tað skrivar hann á Facebook. Hann staðfestir, at kreppan er endaliga løgd afturum, og at tað aftur er vøkstur á øllum frontum. – Takk til allar føroyingur og tey, sum við hørðum og miðvísum arbeiði hava gjørt hetta sera góða úrslit møguligt. Lat okkum saman halda hesa kós, sigur løgmaður. Tað er sjálvsagt gott at vera positivur og at fegnast um góð úrslit. Men tað er ikki gott, um bjartskygnið blívur til naivitet, tí tá er vandi fyri, at ovasta leiðslan í landinum ikki skilir tær av­bjóð­ ingar, sum samfelagið hevur. Gamaní er nógv sum er gott. Men tað er ikki alt – og nú loyva vit okkum enn einaferð at hugsa um okkara egnu vinnugrein: Privatu føroysku fjølmiðlavinnuna. Hon hevur ikki verið í blóma undir stýr­ inum hjá Kaj Leo Holm Johannesen, hóast lyfti um batar. Arbeiðsplássini eru minkað niður í helvt, meðan Kaj Leo Holm Johannesen hevur sitið í Tinganesi, og Bjørn Kalsø hevur stýrt mentan­ ini av Hoyvíksvegnum. Tí høvdu vit vónað og vænt­ að – og tað loyva vit okkum fram­ vegis at gera – at ein partur av løgmansrøðuni fer at snúgva seg um, hvussu fjølmiðlarnir kunnu menn­ast, og hvussu samgongan held­ur, at vit best tryggja fjølmiðla­ lands­lagið í Føroyum. Orðaskifti og kjak eru horna­ steinar undir fólkaræðinum. Fyri at varðveita og menna fría orðaskifti, so hava vit brúk fyri miðlum, sum hava góðar og sterkar redaktiónir – redaktiónir, sum eisini megna at framleiða dygdargóðan journali­ stikk. Vit kunnu frøast um sosialu miðlarnar og um allar kjallara­ redaktiónirnar, sum poppa upp á internetinum. Men tað svitast ikki, at fyri at framleiða journalistikk, sum flytir mørk, so krevjast fleiri óheftar redaktiónir, sum í kapping tilsamans menna føroyskan journa­listikk. Higartil hevur viljin hjá politikar­unum bara verið at tikið frá privatu miðl­unum og givið al­menna Kring­varpinum. Politikararnir seta soleiðis privatu miðlarnar upp ímóti tí almenna. Og tað er spell. Men vilja politikararnir partú hava, at almenni miðilin skal taka lýsingar og sponsoreringar frá privatu miðlunum, so er tíðin komin til, at kringvarpsgjaldið verður býtt út eftir øðrum leisti, so­leiðis at privatir miðlar eisini fáa part av kringvarpsgjaldinum. Tað er øvugt mannagongd, ja. Men støðan er katastrofal, og polit­ iski viljin tykist heiladeyður. Støðan er katastrofal og politiski viljin heiladeyður Ólavsøkukabarettin í ár verður ikki sum hon plagar at vera. Tað verður nevniliga ikki sami bólkurin av kvinn­um, sum í fjør syrgdu fyri ólav­søku­kabarettini, ið aftur í ár verða á palli í Sjónleikar­húsinum. Í staðin verða tað teir báðir royndu, Bárður Persson og Jákup Dahl, ið skulu standa fyri undir­ hald­inum á ólavsøku. – Vit eru stutt síðani komnir úr summarfrí, og hava tí ikki havt góða tíð til venjingar, siga teir báðir við ólav­søku­blaðið hjá Sosial­ inum. Ætlanin var, at talan suldi vera um eina fram­ sýn­ing við skemti­søgum burtur­av, men hetta er broytt soleiðis, at umleið ein trið­ingur ella fjórðingur verða skemtisøgur og restin verða so stuttir skemtileikir og einrøður. – Tað verða sjálvandi ávís offur, og sjálvsagt er, at Jørgen Niclasen er eitt teirra, siga teir báðir. Eisini verður talan um heil­hugaðan sambands­ mann, ið hatar Høgna Hoydal. Annars verður talan um eina breiða viftu av sam­felags viðurskiftum, sum verða havd á lofti, sigur Bárður Persson. Hann heldur, at tað fyrst og fremst ræður um, at fólk hava tað stuttligt. – Tað er als ikki mein­ing­ in, at oyðileggja ólavsøkuna hjá fólki, sigur hann. Løgreglan fekk í gjárkvøldið fráboðan um, at tvær motor­súkklur koyrdu alt ov skjótt úr Havnini, og á Kaldbaksvegnum fekk løg­ reglan fatur á motor­súkklu­ førarunum.  Løgreglan máldi ferðina hjá tí einu motorsúkkluni, og ferðin var tá 119 km/t, hóast ferðin var munandi hægri áðrenn mált varð.  – Eini motorsúkkluførarin fekk treytaða frádøming av førararættinum, sigur vakt­ havandi á løgreglu­støðini í Havn. – Noreg er ikki vikna av terror­álopinum hja Anders Behring Breivik í Oslo og á Utøya fyri júst trimum árum síðani. Tvørturímóti. Tað sigur Erna Solberg, forsætisráðharri í Noregi. – Eg haldi, at hópálopið hevur byrgt ein sterkari ryggja­geisla móti rasismu og stereo­typum. Tað kenn­ ist kanska ikki so, tí á sosialu miðlunum síggjast fram­vegis mong av hesum páhaldum, men eg haldi, at al­menna verjan móti hesum er sterkari nú, enn undan 22. juli. Tey flestu taka frá­ støðu frá rasistiskum og islamofobiskum holdning­ um, sigur Erna Solberg. Hetta er fyrstu ferð, at Erna Solberg heldur minn­ ingar­løtu 22. juli sum for­ sætis­ráðharri. Hinvegin er tað seinastu ferð, at hátíðar­ haldið fer fram á Utøya, meðan summarlegan hjá Arbejder­partiet á oynni fram­vegis sær út, sum tá Breivik fór í land á oynni og avrættaði verjuleysu ung­ dómarnar. Í alt 77 fólk vorðu dripin av bumbuni hjá Breivik móti stjórnarbygningunum í Oslo og eftirfylgjandi hóp­dráp­ unum á Utøya. 57 av ofru­ num vóru yngri enn 20 ár. Tað er ikki ætlanin at oyðileggja ólavsøkuna Motorsúkklur koyrdu ov skjótt Breivik gjørdi Noreg sterkari Bjartskygni skal valdast Rúsan skal hava stórt úrval Pál Weihe s 10 Hjúna­ bandið er sum urta­ garður Jógvan Zachariassen s 16-17 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo