Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Tað kom óvart á tær báðar Ruth Vang og Birgit Debess, tá tær í Sosialinum í gjár kundu lesa um, at foreldur og starvsfólk í Dag­ stovn­inum í Øksnagerði ivaðust í, um Tórshavnar Kommuna ætlar at lata serstovuna fyri børn við kon­ takt- og samskiftistrupulleikum á stovn­inum halda fram. Ruth Vang er deildarleiðari fyri alt økið Børn og Ung í Tórshavnar Komm­unu, og Birgit Debess er leið­ ari fyri námsfrøðiliga ráð­gev­andi toym­ið hjá kommununi og fyri tíma­grunnin, sum hevur ábyrgdina av sertilboðum til børn og ung. Ruth Vang avsannar avgjørd, at kommunan umhugsar at lata ser­ stov­una aftur. – Eg eri øgiliga hørm um – serliga vegna børn, foreldur og starvsfólk – at leysasøgur eftir øllum at døma fram­haldandi hava gingið, sum sáa iva um ætlanirnar við serstovuni, men tað liggur púra fast, at komm­ un­an absolutt ongar ætlanir hevur um at steingja stovuna, sigur hon. Birgit Debess stuðlar undir. – Vit eru tvørturímóti sera glað og errin av at kunna hava hetta til­ boð­ið, og okkara ynski er, at hetta og øll sertilboðini aftur fáa hægri rað­festing, sigur hon. Her sipar Birgit Debess til broyt­ ing­ina í kommunalu fíggj­ar­ætl­an­ ini, har ein pulja, sum øk­ið Børn og Ung fyrr hevði til ym­isk enda­mál, til dømis serligt skeið­virk­semi og ráð­geving, ikki er til long­ur. Umhugsa skeiðspengar Í greinum í Sosialinum í gjár fýlt­ ist Anja Djurhuus, leiðari á Dag­ stovninum í Øksnagerði, júst á, at stovnurin nú má finna peng­ar at serútbúgva starvsfólk til upp­gáv­ urnar á serstovuni innan egn­ar fíggj­arkarmar. Fyrr rindaði komm­ un­an fyri hetta uttanum karmin hjá stovninum. – Tað var ein politisk avgerð, at hand­an puljan skuldi burtur, men hetta er nakað, vit verða noydd at hyggja at av nýggjum, tí tað er ikki ein haldbar støða, um úrslitið verð­ ur, at starvsfólkið ikki fær tað før­ leika­menning, ið er neyðug fyri at arb­eiða við børnum við serligum tørvi, sigur Ruth Vang og leggur dent á, at tað er galdandi fyri øll ser­ til­boðini, sum kommunan hevur. Birgit Debess vísir á, at talan so­statt ikki er um eina ørðvísi rað­ fest­ing av serstovuni, men um at upp­hæddin til alt økið er skerd. – 40 stovnar hoyra til økið, og tað kann vera trupult at geva nøkrum fram­í­hjárætt. Tað hevur nokk eisini ver­ið eitt politisk argument fyri at broyta fíggingina av til dømis skeiðs­virkseminum. Vónandi verð­ur hendan avgerðin tó tikin upp­aftur, tí neyðugt er sjálvandi at tryggja fakliga støðið í teimum til­boðum, sum kommunan bjóðar sín­um borgarum, sigur hon. Undrast á søgur Tær báðar undrast á áhaldandi søg­ urnar um stongsul, og hvaðani tær koma. – Vit kenna væl søgurnar, men eg haldi, at vit hava gjørt, tað vit kunnu, at vissa bæði foreldur og starvs­fólk í Øksnagerði um, at ser­ stov­an ikki verður nortin. Vit mugu tó taka til eftirtektar, at tað eftir øll­ um at døma ikki er eydnast at sann­ føra øll. Men tað vóni eg, tey verða nú, tí eg vil bara endurtaka, at onki sum helst hald er í leysasøgunum, og serstovan verður ikki stongd, sig­ur Ruth Vang. Hon vísir eisini á, at kommunan í vár helt ein kunnandi fund fyri all­ar dagstovnaleiðararnar í komm­ un­uni fyri at varpa ljós á tilboðini, sum kommunan hevur, og hvussu tey best verða ment og skipað fram eft­ir. – Vit hyggja sjálvsagt altíð at okk­ara tilboðum fyri at vita, um vit kunnu gera okkurt betri. Tað skulu vit. Á fundinum bleiv eisini tosað um pengar, og tað kann kanska hava gjørt, at onkur uppfataði sign­alið øv­ugt – at hetta snúið seg um at finna út av, hvar sparingar kundu finn­ast. Tað er óheppið, og tað mugu vit taka til eftirtektar og ansa betri eftir fram eftir, hvørji signal, vit senda, sigur Ruth Vang. Birgit Debess sendi eisini so seint sum 2. apríl í ár ein teldupost til all­ ar dagstovnarnar í kommununi, har hon avsannar leysasøgurnar um stongsul av serstovuni í Øksna­ gerði. Hon skrivar millum annað so­ leið­is: “Tað er komið okkum fyri oyra, at fleiri í økinum tosa um, at komm­ unan ætlar at niðurleggja ser­stov­ una Bólið í Øksnagerði. Vit vilja gera vart við, at hetta á ong­an hátt er aktuelt – tvørturímóti hava vit avgjørt tørv á slíkum til­ boði í kommununi. Tilboðið fungerar væl og er av­ ger­andi neyðugt fyri tey børnini, sum ganga har.” Kapping um pengar Við hesum hildu hon og restin av kommunalu umsitingini, at øll trøll vóru rikin í jørðina. – Men tað hevur so ikki verið nóg mikið kortini. Ein orsøk til, at fólk óttast framtíðina, kann vera, at tey síggja, at bólkurin á serstovuni er minkaður gjøgnum árini. Men tað kunnu vera fleiri orsøkir til tað. Ein er, at tað er eitt rák í tíðini – ikki minst ímillum foreldur – at øll børn helst skulu ganga á vanligum stovni. Eisini spælir tað kanska inn, at dagstovnaøkið higartil hevur ver­ið raðfest sera høgt í Tórshavnar Komm­unu, og nú óttast fólk møgu­ liga, at so nógv annað, sum kemur á fíggjarætlanina – til dømis eldra­øk­ ið og onkrar stórar íløgur – fara at ganga út yvir sertilboðini. Tá færri pengar eru samanumtikið, so vil tað sjálvsagt eisini merkjast onku­ staðni, sigur Birgit Debess. ingolf@sosialurin.fo Onki hald er í leysasøgum um, at Tórshavnar Kommuna hevur umhugsað at stongt serstovuna á Dagstovninum í Øksnagerði. Umsitingin harmast, at foreldur og starvsfólk kunnu hava fingið hesa fatan og vissar um, at ynskið tvørturímóti er betri raðfesting. Ruth Vang, leiðari fyri økið Børn og Ung, og Birgit Debess, leiðari fyri námsfrøðiliga ráðgevandi toymið og fyri tímagrunnin, sum hevur ábyrgdina av sertilboðum til børn og ung í Tórshavnar Kommunu. Tær vórðu tiknar av bóli, tá tær í Sosialinum í gjár kundu lesa, at leysasøgur framhaldandi ganga um, at serstovan í Øksnagerði fer at steingja. Tað fer hon ikki, vissa tær um. Í greinum í gjár vóru foreldur og leiðsla á Dagstovninum í Øksnagerði ørkymlað, tí tey áhaldandi hoyra søgur um, at serstovan fyri børn við kontakt- og samskiftistrupulleikum skal latast aftur. Í dag avsannar leiðslan á økinum Børn og Ung í Tórshavnar Kommunu staðiliga søgurnar. Á trimum dagstovnum í Tórs­ havn­ar Kommunu eru serligir før­leikar savnaðir at taka sær av børnum, ið á ein ella annan hátta hava serliga tørv. Í Dagstovninum í Øksnagerði er ser­stovan fyri børn við kontakt- og samskiftistrupulleikum. Í Miðstovninum í Gundadali hava tey førleikar at taka børn inn, ið hava trupult við at passa inn aðrastaðir. Í Birkilund er eitt sertoymi, ið hevur serligar førleikar at arbeiða við motorikki. Serstovan komin fyri at verða Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ingolf S. Olsen Børn við autismu ella øðrum kontakt- og samskiftis- trupul leikum hava gjørt stór framstig innan lutfals- liga stutt tíð, tá tey eru kom- in á serstovuna fyri børn við kontakt- og sam skiftis- trupulleikum á Dag stovni- num í Øksnagerði í Havn. Hetta kunnu foreldrini hjá Jens, Marius og Gabriel skriva undir uppá, men tey er ørkymlað, tí óttin fyri, at hetta tilboðið verður strik- að, lúrir alla tíðina. Tey hoyra hetta sum leysasøgur í heilum og halda eisini, at kommunan ikki ger serliga nógv fyri at gera vart við, at til boðið er har. Jens Miriam av Reyni er mamma fimm ára gamla Jens, ið helst hevur autismu, hóast enda- liga diagnosan ikki er stað- fest. - Tilboðið her er heilt fantastisk. Stovan hev ur eina góða náms frøð inga- norm er ing, so leið is at tey veru liga kunnu geva sær stund ir til tann einstaka. Jens hevur gingið her í skjótt tvey ár, og her er hann blivin sosial ur. Áðrenn tað gekk hann í vanligum barnagarði, men har var ikki rúm fyri hon um, og tí var hann ofta einsa mallur. Hann segði held ur ikki eitt orð, tá hann kom her, men nú sigur hann heilar setningar, sigur Miri- am av Reyni. Hon er tó bangin fyri, at Tórshavnar Kommuna spaku liga er í ferð við at pína til boð ið niður. - Vit vita, at eitt sovorðið til boð sum hetta krevur nógv bæði av leiðslu og starvsfólki, og tað kostar tí sjálvandi eisini meira í pengum fyri hvørt barnið her enn á einari van ligari barnagarðsstovu. Kommun- an ger ikki nógv fyri at varpa ljós á tilboðið. Sjálv visti eg ikki, hvat hetta til boð ið veruliga var, fyrr enn Jens var sloppin inn. - Áðrenn tað helt eg í veru leika num, at børnini, ið gingu her, vóru nógv verri fyri, og tí ivaðist eg í, um hetta var tað rætta fyri hann. Men tað er tað. Inklusjón skilt á tann hátt, at øll altíð skulu vera sam an og hava sama tilboð, sær so pent út á pappírinum, men fyri børn við autismu rigg ar tað ikki. Tey mugu hava skipað og reglulig viður s kifti í bakhondini fyri at tora at lata seg inkludera. Her gera tey eitt stórt og gott arbeiði fyri at fáa tað at rigga, og tað riggar so væl, at ofta finni eg Jens á einari van ligari stovu, tá eg komi eft ir honum, sigur Miriam av Reyni. Hon hevði ynskt, at fólka- skúl ar nir eisini høvdu líkn- andi tilboð sum tað í Øksna- gerði. - Um Jens skuldi í skúla nú, so hevði eg vilja havt hann í Skúlan á Trøðni, sum er hin einasti, ið eg haldi hava eitt tilboð og umstøður, ið hóska til Jens, sigur Miriam av Reyni. Gabriel Tanja og Steingrím Ósá fluttu fyri tveimum árum síða ni úr Klaksvík til Havnar fyri at yngs ti sonurin Gabriel kundi slep pa í serstovuna í Dag-stovni num í Øksnagerði. Tó at diagnosan ikki er formliga stað fest, so fingu tey at vita, longu tá Gabriel var tvey ára gamal, at hann hevur autis mu. - Hann gekk í vøggustovu í Klaksvík, og tey vóru ógvu- liga góð við hann har, men tey søgdu eisini sum var, at tey høvdu ikki nakað veruligt Vón um varandi tilboð serstova í øksnagerði Serstovan í Dagstovninum í Øksnagerði er júst tað rætta tilboðið til børn við autismu. Tað eru foreldrini samd um, og tey vóna, at Tórshavnar Kommuna fer at halda fast um tilboðið Seinasta dagin fyri summarfrítíðina var øll familjan komin eftir Gabriel Ósá– úr vinstru er tað pápin Steingrím Ósá, beiggin Benjamin, og mamman Tanja Ósá, ið situr undir Gabriel Hvørt barn hevur sína egnu boardmaker-talvu Gabriel heldur eitt vakið eyga við matpakkanum, tí honum dámar bert eitt ávíst slag av livradeiggi, sum Vivian Midjord, námsfrøðingur, skal smyrja á breyðið 5 Mánadagur 21. juli 2014 · Nr. 82 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 serstova í øksnagerði - Eg veit onki um, at nakrar ætlanir skulu vera um at steingja ella skerja ser stovuna í Dag stovni- num í Øksna gerði. Men eg má spyrja trivn að ar- stjór an, sum í løtuni er í summar frí, nærri um hetta. Tað sigur Heðin Morten sen, borgarstjóri í Tórshavnar Kommunu um leysasøgurnar, sum for eld ur og starvsfólk í Dag stovni num í Øksna- gerði hoyra um møguligan stongs ul av serstovuni fyri børn við kontakt- og sam skifti s trupulleikum. Heðin Mortensen vátt- ar, at kommunan hevur broytt politikk, tá tað snýr seg um at rinda fyri skeið hjá starvsfólki á stovn- unum – eisini tá tað snýr seg um at serútbúgva fólk, ið arbeiða við eitt nú børnum við autist- um. Aðra staðir her á síðu num finst leiðarin á Dagstovninum í Øksna- gerði at, at tey nú mugu finna pengar til skeiðs- virk semi og ráð gev ing á sjálv ari rakstr ar æt lan ini fyri stovnin. Fyrr rindaði kom mun an fyri hetta uttan um rakstrar ætlan- ina. - Generelli politikkurin hjá okkum nú er, at stovn ar nir sjálvir fíggja skeiðsvirksemi. Hetta er partvíst fyri at spara peng ar, men tað telur eins nógv, at við hesi skipan fær ongin stovn ur framíhjárætt til skeiðs- peng ar fram um aðrar, sigur borgrstjórin. Borgarstjórin í Havn veit onki um, at kommunan hevur ætlanir um at steingja serstovuna í Dagstovninum í Øksnagerði. Men hann váttar, at kommunan hevur broytt politikk, tá tað snýr seg um at fíggja skeiðsvirksemi Borgarstjórin kennist ikki við søgur Ingolf S. Olsen Hóast tey í Øksnagerði kunnu vísa á sera góð úrslit, so óttast Anja Djurhuus, leið ari á stovninum, eins og foreldrini at børn unum á serstovuni fyri børn við kontakt- og sam skiftis- trupul leikum, at Tór s havn ar Kommuna spakuliga fer at niðurlaga hetta tilboðið. - Vit síggja í øllum før um, at raðfestingin ikki er tann sama, sum hon var fyrr. Tá kundu vit senda fólk á skeið at fáa ser út búgvin at arbeiða við børnum við autismu ella við kontakt- og sam- skiftis trupul leik um ann ars. Og fólk frá danska Cent er for Autisme komu hig ar at halda skeið einar tvær ferðir um árið. Kom mun an rindaði fyri alt skeiðs virk semið tá, men nú skulu vit sjálvi finna pengarnar til hetta innan okkara egnu fíggjar ætlan, sigur Anja Djurhuus. Hon sigur, at tað eisini er sera ørkymlandi, at tað eisini allatíðina ganga leysa sø g ur í býnum um, at ser stov an skal leggjast nið ur. - Foreldur og øll onnur spyr ja, tí hesar søgurnar ganga, og tær fáa eisini meg sjálva at ivast í, hvat kom- mun an ætlar, sigur Anja Djurhuus. Einasta tilboðið Hon heldur sjálv, at tað vildi verið ein vanlukka, um tað skuldi hent, at kom mun an stongdi serstovuna. - Hetta er einasta til boð- ið av hesum slagi í kom- mun uni. Tað byrjaði sum ein royndarverkætlan tíð- liga í 2002, tí pedagogar sóu tørvin á einum sovorðnum til boði. Í 2008 varð tilboðið gjørt varandi, og tørvurin er ikki vorðin minni síð ani tá. Tí eigur hetta til boð ið at raðfestast, sigur leið ar in á Dagstovninum í Øksna gerði. Á Dagstovninum í Øksna- gerði eru tey tilvitað um, at tað krevur góðar før leik ar at arbeiða við børn unum á serstovuni, og øll tey føstu starvsfólkini har skulu vera námsfrøðingar. Og dentur verður eisini lagd ur á, at tey skulu hava møgu leika at serútbúgva seg, sjálvt um pengarnir nú skulu finnast á fíggj ar ætlan ini fyri allan stovnin. - Tí er vandi fyri, at hesin parturin verður av mark aður, tí tað eru sjálv sagt mørk fyri, hvussu nógv kann sparast aðra stað ir á stovninum, fyri at pengar skulu vera til skeið og serútbúgving. Eg hevði viljað, at Tórshavnar Kommuna aftur fór at rað- festa tilboðið eins høgt, og kommunan gjørdi fyri nøkr- um árum síðani. - Vit hava frætt, at eitt nú Runavíkar Kommuna hevur satsað uppá góð til boð til børn vi autismu. Í febru ar í ár var ein danskur autis- mu konsulentur og vitj aði í Føroyum. Her kun du vit fáa helvtina av kostnaðinum fyri ráð gev ing til starvsfólk goldnan. Konsulenturin segði okk um, at hann eisini hevði verið í Runavík, og har rindaði kommunan fyri ráðgeving í tveir dag ar bæði til foreldur og starvs fólk. Hjá okkum skulu for eldrini í sovorðnum før um antin gjalda sjál vi ella royna at søkja Al mann stovuna um pengar til endamálið. Ofta orka for eld ur ikki í holtur við at søkja um pengar, so tey annaðhvørt enda við at gjalda sjálvi ella vel- ja ráðgeving frá, sum tey annars høvdu havt fyri mun av, sigur Anja Djur huus. Leiðarin á Dagstovninum í Øksnagerði heldur ikki, at serstovan á stovninum longur hevur somu raðfesting í Tórshavnar Kommunu, sum hon hevði fyrr, og leysasøgur hoyrast alla tíðina um stongsul Kommunali áhugin minkaður Anja Djurhuus, leiðari á Dagstovninum í Øksnagerði, er ørkymlað av, at leysasøgur alla tíðina ganga um, at kommunan ætlar at lata serstovuna fyri børn við kontakt- og samskiftistrupulleikum aftur. - Foreldur og øll onnur spyrja, tí hesar søgurnar ganga, og tær fáa eisini meg sjálva at ivast í, hvat kommunan ætlar, sigur hon