Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Betri karmar til væl­umtóktu Spaniastovu Ann Kristina S. Simonsen Seinnu árini eru Spaniastova og Leikalund vorðin tvey kend og sera væl umtókt støð í Klaksvík. Hópur av fólki, ikki bert í Norðoyggjum, men allastaðni úr landinum, hava leitað sær til hugnaliga handilin Leikalund og til tiltøkini í Spania­stovu. Eitt sum hevur gjørt hesi støð eitt sindur serlig og sera væl umtókt, eru tey søguligu og hugna­ligu hølini hjá Norðoya Forn­minnis­avni úti í gomlu Klaksvíkini, har Spaniastova og Leikalund halda til. Í Spaniastovu hevur mill­um annað verið skipað fyri kon­sert­um eina ferð um mánaðin í vetrar­ hálvuni, har kend nøvn sum Hanus G Johansen, Teitur Lassen, Eivør Pálsdóttir og mong onnur hava framført. Miðstovan hevur verið nýtt sum kaffihøli til tiltøkini í Spaniastovu. Eisini hevur hon rúmað smáum konsertum, fundum og stand-up, umframt at hølið verður lænt út til føðingardagar, brúdleyp og aðrar veitslur. Trupulleikin við at nýta Miðstovuna til tiltøk er, at hon er í sera ringum standi. Umframt at har als eingin bjálving er, eru el inn­leggingarnar sera gamlar og ótíðar­hóskandi, ið ger tað trupult at hava køksfacilitetir á staðnum. Til stóra gleði fyri mong, hev­ur Klaksvíkar Kommuna í mai 2014 samtykt at játta pening til um­væling av Miðstovuni hjá Norðoya Fornminnusavni. Tað er Jógvan Andrias Joensen, ið leigar seg inn í hølini, og skipar fyri konsertum og øðrum tiltøkum. Jógvan Andrias hevur leingi ynskt at Miðstovan skuldi umvælast, og hann hevur stórar ætlanir við høl­unum framyvir. – Áhugin fyri at nýta Spania­stovu er so stórur, at tað er ein fløsku­hálsur fyri okkum at Mið­stovan er í tí standi hon er í, sigur Jógvan Andrias Joensen, sum eisini eigur handilin Leikalund, ið nýtir hølini hjá Norðoya Forn­minnu­savni. Leingi verið ávegis Tað eru heili tvey ár síðani at Jógvan sendi umsókn til kommununa um at fáa Miðstovuna umvælda, so hann er sera spentur uppá, at tað er samtykt at fara undir hetta í 2015. Jógvan spurdi av fyrstani tíð Norðoya Fornminnusavn um tey kundi fara undir at gera hetta, men tá var sagt, at tey høvdu aðrar ætlanir við teimum pengunum, ið tey hava um hendi, so tað strekti ikki til. Tann 28 mars í ár sendi Norðoya Fornminnusavn loksins eina umsókn til Klaksvíkar Komm­unu, um at fáa ein fíggjarligan stuð­ul á 400.000kr til umvæling av Miðstovuni, útyvir tann van­liga stuðulin til rakstur. Út frá um­sóknini sæst, at umframt at hava ætlanir um at umvæla og bjálva Mið­ stovuna, er eisini ætlanin at ríva niður núverandi køkin, leggja el inn av nýggjum og seta ein nýggjan køk upp. Kommunan samtykti síðani ein­mælt, á fundi tann 20.05.14 at játta 100.000 kr um árið í fýra ár til hetta arbeiðið, við tí treyt at um­ væl­ingin verður góðkend av Søvnum Landsins. Politisk avgerð at hækka stuðulin Spurd um hví kommunan gekk um­bønini at hækka stuðulin til Norðoya Fornminnafelag á møti, sigur Signhild Johannesen, for­ kvinna í mentunarnevndini, at av­gerðin varð tikin tí at kommunan ynskir at stuðla virkseminum í hús­inum, av tí at tey meta tað er gott fyri okkara bý. Eisini duga tey væl at síggja týdningin í at tikið verð­ur hond um okkara fortíð. Av hesum varð tað ein politisk av­gerð um at stuðla og betra um um­støður­nar í húsinum hjá Norðoya Forn­ minnu­felag. Ymisk ynski og ætlanir við hølunum Jógvan Andrias hevur í mong ár glett seg til at Miðstovan møguliga varð umvæld, tí hetta ger at tað eru nógv betri og fleiri møguleikar at skipa fyri tiltøkum. Hann vónar at Miðstovan verður umvæld á ein hátt, ið ger at hon er enn betur egnað til tað virksemi hon verður nýtt til í løtuni, nevniliga kaffi- og fundarhølið. Fyri hann snýr tað seg um at menna og bøta um tæn­astuna til tiltøkini sum koma at verða, ið eisini ger tað møguligt at bjóða staðið út til enn meira virk­ semi. – Sum nú er tími eg als ikki út at bjóða fyritøkum at hava fundir og annað tílíkt her, tí tá ið ein næstan ikki fær gjørt kaffi uttan at streym­urin fer, so loysir tað seg ikki. Men alt hetta verður heilt øðrvísi tá um­ vælingarnar eru gjørdar, sigur Jógvan Andrias. Tað sum Jógvan Andrias Joensen, og Norðoya Forn­ minnu­savn eru samd um, er at Miðstovan skal umvælast á sama hátt sum Spania­stova varð umvæld fyrst í 90'inum, men meðan Jógvan Andrias hevur nógvar ætlanir um, hvussu hann ynskir at nýta hølini fram­yvir, hevur Norðoya Forn­minni­savn heilt aðrar ætlanir. Jógvan Ravnsfjall, leiðari á forn­ minni­savninum, heldur nevniliga fast við, at tá ið hølini eru friðaði, og hoyra undir Søvn Landsins, so skulu tey ikki nýtast til at hýsa konsertum og annað tílíkt, men heldur til savnsvirksemi. – Ætlanin hevur ongantíð verið at virksemini hjá Jógvan Andrias skal verða nakað varandi Hjá okkum snýr tað seg bert um at umvæla Miðstovuna til savns­virk­semi, og ikki til útleigan ella tiltøk á annan hátt, sigur Jógvan Ravnsfjall. Nógvar fyrir­ eikingar krevjast Hóast tað er avgjørt at byrja uppá arbeiðið í 2015, skulu nógvar fyri­reikingar gerast áðrenn farið verð­ur undir sjálva umvælingarnar. Av tí at alt húsið er friða, skal alt ger­ast í samstarv við Søvn Lands­ins, og ávísar mannagongdir skulu fylgjast. Mannagongdin er at Savnsstjórnin fyrst ger eitt upp­skot, sum síðani skal projekterast. Eftir hetta verður tað mett um, hvussu nógv alt arbeiði kemur at kosta og at enda skal alt góð­kennast av Søvn Landsins. Eftir hetta kann sjálvt arbeiðið loksins fara í gongd. post@sosialurin.fo Hóast Spaniastova í Klaksvík hevur verið nógv brúkt seinastu árini, hava umstøðurnar rundan um hana ikki verið serliga góðar. Eitt nú er Miðstovan, ið er ein forhøll til Spaniastovu, í sera ringum standi, og í mai í ár varð samtykt at fara undir at umvæla hana