týsdagur 22. juli 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Føroyingar
drekka
minni
Rúsdrekkanýtslan í Føroyum
var í fjør tann lægsta í 31 ár.
Nýtslan av rúsdrekka og víni
eru kvinkað niðureftir, meðan
nýtslan av øli stendur í stað.
Áki Bertholdsen
Rúsdrekkanýtslan í Før
oyum er minkað.
Tað vísir ein uppgerð
yvir rúsdrekkanýtsluna í
Føroyum seinastu árini.
Tølini vísa, at í
Føroyum er rúsdrekka
nýtslan nú minni, enn
hon var í 1982 – ella fyri 31
árum síðani.
Í fjør drakk hvør
føroyingur yvir 15 ár 6,3
litrar av reinum alkoholi.
Tað eru 0,3 litrar minni
enn í 2012, tá ið nýtslan
var 6,6 litrar av reinum
alkoholi fyri hvørt fólk
yvir 15 ár.
Í 2007 drakk hvør før
oyingur yvir 15 ár 7,1 litur
av rúsdrekka, men síðani
er nýtslan stigvíst lækk
að til 6,3 litrar í fjør.
Hesi tølini umfata
rúsdrekka, sum er selt
í Rúsuni og føroysku
bryggjaríunum, og tollfrí
søla er sostatt ikki við í
uppgerðini.
Tølini vísa, at bæði
nýtslan av rúsdrekka og
víni eru kvinkað niður
eftir, men nýtslan av øli
stendur í stað.
Annars hevur rús
drekkanýtslan hesi
síðstu nógvu árini ligið
ímillum góðar 6 til 6,5
litrar, upp í góðar sjey
litrar fyri hvønn føroying
yvir 15 ár.
Eitt undantak er 1992,
tá ið nýtslan var 8,8 litrar,
men hetta árið er ikki
sambæriligt, tí tá kom
Rúsan og fólk hamstraðu
rúsdrekka tí tey høvdu
ikki álit á nýggju skip
anini. Og tað sást aftur í
1993, tá ið nýtslan mink
aði aftur niður í 6,2 litrar
fyri hvønn føroying yvir
15 ár.
aki@sosialurin.fo
Áki Bertholdsen
– Tað er geðiligt, at rús
drekkanýtslan minkar.
Tað
sigur
Pál
Weihe,
formaður í Fólkaheilsuráð
num.
Men hann leggur afturat,
at tað eru eini 25 prosent av
føroyingum, sum eru frá
haldsfólk, so tað eru summi,
ið drekka nógv.
Pál
Weihe
heldur,
at
gongdin ber boð um, at rús
drekkapolitikkurin
hevur
virkað eftir ætlan.
Hann
sigur
eisini,
at
gongdin hevur víst, at tey,
sum stúrdu fyri, at Rúsan fór
at føra okkum í óføri, fingu
ikki rætt.
Prísirnir hóskandi
Formaðurin í Fólkaheilsu
ráðnum hevur mangan ført
fram, at besti mátin at stýra
nýtsluni, er við prísinum á
rúsdrekka. Men sum støðan
er nú, heldur hann ikki, at
tað er neyðugt at mæla til at
hækka prísin.
Hann dugir ikki rættiliga
at siga, hvussu tað ber til at
nýtslan er lækkað.
Ofta verður sagt, at nýtslan
minkar í ringum tíðum, men
tann grundgevingin kann
ikki brúkast nú, tí í fjør vóru
tíðirnar farnar at batna.
Tølini
fyri
rúsdrekka
nýtsluni umfata tað, Rúsan
og bryggjaríini selja. Tað
umfatar sostatt ikki tollfría
innflutningin.
Pál Weihe ásannar, at
nógvir føroyingar arbeiða
uttanlands, men hann held
ur ikki, at tollfríi innflutning
urin er vaksin so nógv, at tað
sæst so væl aftur í tølunum.
Hann heldur, at eitt, sum
kanska ger seg galdandi er, at
føroyingar eru farnir at hugsa
meiri um heilsuna og hava
skert rúsdrekkanýtsluna í
hesum sambandi.
Seinastu árini hevur ein
sonn heilsubylgja rakt landið,
og eitt úrslit av tí kann eisini
vera, at fólk hugsa meiri um,
hvussu nógv tey drekka, sig
ur Pál Weihe.
aki@sosialurin.fo
– Tað er einki
sum talar fyri,
at tað verður
neyðugt at
hækka prísin
á rúsdrekka,
heldur
formaðurin í
Fólkaheilsu
ráðnum
– Vit mugu tryggja okkum, at rúsan hevur dygga undirtøku ímillum
føroyingar, sigur Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum
Áki Bertholdsen
Tað hevur avgerandi týdn
ing at varðveita eina skipan
fyri einkarsølu, og tað skal
millum annað gerast við, at
Rúsan hevur eitt stórt og
gott úrval.
Tað heldur Pál Weihe,
formaður í Fólkaheilsuráð
num.
Hann sipar til, at aðra
staðni,
eisini
í
okkara
grannalandi fyri vestan, Ís
landi, eru røddir nú frammi
um at avtaka Ríkið og at fáa
rúsdrekka í handlararnar.
Fólkaheilsuráðið
held
ur, at tað hevði verið eitt
bakkast, skuldi tað hent
í Føroyum, tí lættari rús
drekka er at fáa fatur á,
meiri drekka fólk.
Hann vísir á, at hóast
nýtslan í Føroyum fyri hvørt
fólk yvir 15 ár, er 6,3 litrar
um árið, og sostatt avgjørt
í allar lægsta endanum í
Norðurlondum, skulu vit
hava í huga, at eini 25 pros
ent av føroyingum eru full
komiliga avhaldsfólk. Tað
merkir, at summi drekka
munandi meiri enn 6,3 litrar
um árið.
Í Danmark eru kann
prosentið av fólki, sum eru
avhaldsfólk, teljast á aðrari
hondini.
Gott úrval
Pál Weihe heldur, at besta
trygdin fyri at varðveita
Rúsuni, er at tryggja henni
undirtøku ímillum vanliga
føroyingum.
Og tað kann gerast við
at skipa rúsuna soleiðis,
at fólk eru nøgd við hana
og ikki fara at krevja aðrar
skipanir.
Nettupp tí heldur hann,
at tað hevur avgerandi týdn
ing, at Rúsan hevur eitt so
stór úrval sum gjørligt.
– Vit eiga ikki at geva
fólki ta grundgeving fyri at
krevja eina aðra skipan, at
úrvalið í Rúsuni er ov vána
ligt, sigur hann.
Sjálvur dugir hann ikki
rættiliga at meta um úrvalið,
men hann ásannar, at tað
eru helst fólk, sum kundu
hugsa sær eitt betri úrval.
– Fólkaheilsuráðið mælir
avgjørt til at varveita okkara
skipan við eini einkarsølu.
Men vit eiga ikki at koma
í ta støðu, at fólk føla seg
fangað í eini einkarsølu,
har úrvalið er ov lítið og tí
hevur tað stóran týdning at
útvalið í Rúsuni er stórt, sig
ur Pál Weihe.
Annars er tað eisini eitt
krav, at Rúsan skal hava eitt
ávíst avkast um árið, sum
fer í landskassan.
Fólkaheilsuráðið heldur,
at kravið um eitt ávíst av
kast eigur at verða tikið av.
– Skuldi tað so hent,
at Rúsan hevur eitt av
kast, kann tað fara til fyri
byrgjandi arbeiði, sigur Pál
Weihe.
aki@sosialurin.fo
Rúsan skal hava stórt
úrval av rúsdrekka
Gleðiligt at
rúsdrekkanýtslan
minkar