týsdagur 22. juli 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hjørtu okkara gráta sáran, nú vit
mistu teg, og á ein so syrgiligan
hátt. Tað kennist tómt, nú okk
ara flokkur er skerdur. Vit vóru
seks systkin, at tú ikki longur ert
ímillum okkara, og at vit ongan
tíð aftur skulu møtast her er so
óskiljandi.
Vit mistu pápa okkara á ung
um árum, tað gjørdi líkasum, at
vit eftir tað hildu nógv saman
sum familja. Mamma elskaði at
samla sín flokk. Hóast mangan
rokaligt, tá ið børnini vóru smá
og fleiri teirra javngomul, so livdi
mamma mitt í verðini, tá ið hon
hevði øll rundan um seg. Takk
fyri mamma, at tú so mangan
hevur samlað okkum. Hesar
løturnar hava eisini styrkt okk
ara samanhald, og tá ið vit nú líta
aftur á, síggja vit, hvussu dýra
bærar løturnar vóru okkum.
Minnini eiga vit. Tey eru
mong og góð. Sum familja hava
vit ferðast land og ríki runt og
altíð havt tað stuttligt saman.
Fyrst bara vit, síðani við makum
og tí stóra barnaflokkinum, sum
vit eru vælsignaði við. Mangan
sótu vit og flentu, ja so tárini
runnu. Vit hava altíð dugað væl
at hugnað okkum saman.
Seinast vit systkini vóru sam
an, tilrættisløgdu vit ein túr til
Suðuroynna nú í juli. Tú var so
spentur Birgir, ynskti at fáa ein
frásøgumann at greiða okkum
frá familjuni og ymiskum í
Sumba, haðani abbi okkara var.
Góði Birgir, tú hevði fingið
staðfest alzheimers sjúkuna,
sum longu var byrjað at taka teg
frá okkum. Í mun til sjúkuna vart
tú fyrimyndarligur, tú goymdi
einki, var opin og erligur og bar
tað so virðiliga. Tú hevði nógv at
læra okkum, tú dugdi so væl at
liva bert dagin ídag. ”Vit eiga ikki
morgindagin”, segði tú so mang
an, ”liv tí í dag!”.
Sangurin sum Teddy Petersen
sang til jarðarferðina, ”One day
at a time sweet Jesus”, hóskaði
so væl til tín. Tað var, sum vart tú
klárur hvønn dag at fara hiðani.
Góði Birgir tað hava verið
tungir dagar, síðani tú doyði,
vit hava øll verði saman fleiri
ferðir. Vit hava grátið saman,
tosa saman og flent saman. Ja í
sorgini eru vit styrkt sum familja
við minnunum um teg. Vit hava
mint hvønn annan á týdningin,
at vera góð við hvønn annan og
liva í nú'inum, júst sum tú segði.
Tómt
verður
uttan
teg,
góði Birgir bróðir, men vit líta
frameftir og uppeftir og gleða
okkum til, at vit aftur ein dag
kunnu síggjast øll somul. Hvíl í
friði Birgir, og takk fyri alt, sum
tú vart fyri okkum. Má Jesus
styrkja okkum øll sum sakna
teg í dag.
Malena, Regin, Kári,
Conny og Majbritt
Nøvn
Takk góði Birgir!
Jóannes Niclasen
f. 27. august 1941 - d. 27. apríl 2014
So steðgaði aftur eitt hjartaslag
frá stríði og strevi á foldum,
ein sessur er tómur,
ein muður ei mælir,
ein sál fann sær frið undir moldum.
Vit drýpa høvur for deyðans makt
og lova av hjarta og sinni,
at vit skulu altíð minnast titt navn
og altíð æra títt minni.
Jórun
Minningarorð um Engelbrecht
Mørk Poulsen, Miðvági
Føddur 7. november 1918 - Deyður 15. juni 2014
Minningarorð um
Tórfríð Joensen
f. 01.10.1943 – d. 20.04.2014
Nú um dagarnar doyði ein kend
ur miðvingur, Engelbrecht Mørk
Poulsen, 95 ára gamal. Engel
brecht var ættaður úr Skúgvi,
men giftist til Miðvágs við Betti,
fødd Jørgensen. Hann hevði út
búgving
sum
møbilsnikkari,
lærdi hjá Sámali Ellefsen, sum sat
á tingi fyri Fólkaflokkin. Hann
fekk holla útbúgving hjá Sám
ali, og Engelbrecht gjørdist ein
sera dugnaligur snikkari. Hann
gjørdi bæði kommodur og aðrar
skreytlutir. Hann var sera fittur
í hondunum, og varð hann her í
Miðvági hátt virdur fyri sítt vala
arbeiði.
Engelbrecht hevði handil, og
seldi hann bæði tað, sum lætt var
at fáa hendur á, men eisini tað,
sum bara hann handlaði við her
í oynni. Vørurnar og lutirnir vóru
væl goymdir í handlinum, men
hann visti altíð, hvar teir lógu og
fann teir fram, tá ið onkur kom á
gátt at keypa. Hann kendi sostatt
sín handil út og inn. Engelbrecht
var góður at heita á, og vantaði
einum okkurt, so var bara at fara
til hansara. Hann hevði tað, sum
aðrir handlar ikki høvdu.
Engelbrecht var ein andliga
sinnaður maður og helt fast við
kirkju og missiónshús. Har leitaði
hann fyri at fáa andliga føði.
Hann var formaður í stýrinum
fyri missiónshúsið her í bygdini
í fleiri ár, eins og hann var stýr
islimur.
Engelbrecht var ein álitismað
ur, trúfastur og tolin. Hann ferð
aðist nógv í útlondum saman við
familjuni. Betti og Engelbrecht
fingu trý børn, tvær døtur og ein
son. Betti doyði fyri nøkrum ár
um síðani, og var hetta eitt hart
slag fyri hann. Men hann fall
ikki í fátt, helt áfram at arbeiða í
handlinum og evna ymiskar lutir
til úr timburi. Gudstrúgvin helt
honum uppi og gav honum dirvi
til dagin og vegin.
Eg og Engelbrecht kendust
væl. Eg plagdi at keypa køkur og
geva honum aftur við kaffi, og var
hann sera glaður fyri hetta. Eg
plagdi eisini at keypa frá honum
tað, sum eg hevði brúk fyri. Eg vil
tí minnast henda merkismann
við gleði, tøkk og virðing!
Ærað veri minnið
um Engelbrecht!
Finnbjørn
Tungt er at skriva minningarorð
um okkara góðu vinkonu, Tórfríð,
sum hevði so nógv at týða fyri
okkum. Vit hava kenst og komið
saman frá ungum av, og altíð
var tað hon, ið bæði andaliga og
handaliga gav tey røttu og góðu
ráðini. Hon dugdi væl at stíla fyri
og fáa alt at ganga væl í hond.
Tórfríð var tiltikið vælgjørd og
dugnalig til alt handaligt, húsligt
arbeiði. Hon var erlig og reiðilig
í øllum spurningum og fírdi ikki
fyri at siga sína meining á røttum
staði. Tú visti altíð, hvar tú hevði
hana. Samstundis hevði hon
framúr andaligt kjølfesti, vísti
samkenslu, menniskjatokka og
ein ótroyttiligan hug at hjálpa og
dugna, har tað trongdi til.
Mánakvøldið
10.
februar
vóru vit saman í føðingardegi
hjá aðrari vinkonu. Vit hugnaðu
okkum, sum vit plagdu, tá vit
vóru saman, bæði við gaman og
álvara, fylgdust á heimleiðini, og
áðrenn vit settu teg av, segði tú,
sum so ofta áður: “Í næstu viku
havi eg bindiklubb”.
Ikki grunaði nakar okkara, at
tað var seinastu ferð, tú vart við.
Mikudagin á veg til arbeiðis vart
tú sligin av herviligari sjúku og í
sjúkrabili førd til Havnar. Støðan
var álvarslig, men ilt var at siga,
hvønn veg tað bar, vóru boðini av
Landssjúkrahúsinum. Vit nøtr
aðust, men vónaðu tað besta. Øll
fingu vit uppaftur størri vónir,
tá tú vart flutt norður aftur til
Klaksvíkar, tí framgongd var
at hóma, hóast døpru útlitini.
Hetta hildu vit eisini. Sjálvt um
tað gekk spakuliga, so vóru vit
samdar um, at tað gekk rætta
vegin, og so smátt fóru vit at
gleða okkum til tann dag, tá vit
allar aftur kundu hittast undir
vanligum umstøðum.
Langafríggjadag vart tú eina
løtu heima við hús hjá tínum
kæru, og tað styrkti vónina um,
at nú fórt tú skjótt at blíva frísk
aftur. Men stokkut var gleð
isstundin, tí longu fyrsta Páska
dag fingu vit skakandi og syrgju
ligu boðini um, at tú vart farin.
Vøkur og hátíðarlig var jarð
arferðin úr nýggja Betesda, góð
veðursdagin í apríl. Stórur var
skarin, ið fylgdi tær til seinasta
hvíldarstað títt. Vit duga ikki
at skilja, at tú ikki ert her, men
uggin og vissan hjá okkum er, at
tú nú hevur funnið æviga hvíld í
einum betri staði.
Hjá okkum er saknurin stórur.
Størstur er saknurin hjá tykkum
góði Børge, Vera og Jan við fam
ilju. Tórfríð var miðdepilin í lívi
tykkara. Harrin styrki tykkum í
sorgini og sakninum.
Við hesum fátæksligu orðum
lýsa vit frið yvir minninum um
vinkonu okkara, Tórfríð.
Bindiklubburin