leygardagur 19. juni 2004síða 18
‹ fyrra síða allar 25 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
34
Nr. 115 - 19. juni 2004
Nr. 115 - 19. juni 2004
35
Arbeiðshandskar
til øll endamál - bæði á sjógvi og landi
Landsins størsta úrval
frá eingangshandskum til
fóðraðar Japan-handskar
Beinleiðis frá framleiðara
Sosialurin 311820
spf
Ólavsøkufram-
sýningin 2004
Listafelag Føroya skipar fyri ólavsøkuframsýn-
ing í Listaskálanum. Øll kunnu senda verk til
ólavsøkuframsýningina.
Verkini skulu vera í hendi í seinasta lagi 18.juli.Sam-
an við verkunum skal vera listi yvir tøkni, heiti og
prís, og øll verk skulu vera týðiliga merkt samsvar-
andi listanum.
Tilmeldingarblað til framsýningina fæst í Listaskál-
anum.
Myndir undir glasi skulu hava rammu.
Listafelagið setir eina nevnd at skipa fyri framsýn-
ingini, og tilskilar sær rætt til at taka dagar í, hvussu
úrval og samanseting skulu vera.
Listafelag Føroya
Gundadalsvegur · Postsmoga 1141
FO-110 Tórshavn · Telefon 313579
Listaskálin er opin mánadag-fríggjadag kl. 11-17,
leygardag og sunnudag kl.14-18.
Pedagogur og
hjálparfólk
Søkt verður eftir einum pedagogi at arbeiða 29 tím-
ar um vikuna frá 16. aug. 2004. Lønarstig 10/16.
Einum hjálparfólki at arbeiða 20 tímar um vikuna
frá 16. aug. 2004. Lønarstig 1/5.
Barnagarðurin er ein sjálvsognarstovnur við 3 stov-
um, 12 børnum í hvørjari, í aldrinum 3-7 ár.
Vit ynskja at umsøkjarin:
• Hevur góð samstarvsevnir
• Er røkin, nærlagdur og álítandi
• Nýhugsan og ígongdsetandi
• Dámar væl at vera úti í náttúruni
Løn sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfel-
ag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.
Meira fæst at vita við at ringja til okkum og tosað
við leiðarin Borgarhjørt Larsen, tlf. 332948 ella
223423.
Umsókn við avriti av prógvi og møguligum viðmæl-
um skal verða okkum í hendi seinast 30.juni 2004:
Barnagarðurin »Sýslan«
FO-380 Sørvágur
Søkt verður eftir
Lærara í tíðaravmarkað starv vioð Hvalvíkar skúla
fyri 2004/2005 vegna avlopstímar og lækkað tíma-
tal. Í Hvalvíkar skúla ganga 49 børn og har verða 5
lærarar.
Starvið verður lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Ynskiligt er at tann, ið settur verður, kann undirvísa
í smíð.
Umsókn skal vera skúlastýrinum í hendi í seinasta
lagi 29. juni 2004.
Skúlastýrið við Hvalvíkar skúla
v/Sólgerð Foldbo
FO-435 Streymnes
Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin fevnir um alt land-
ið,og hevur til endamáls at veita sosialpedagogiska
hjálp, fylgi, eftiransan og umsorgan. Harumframt
eru røktar-uppgávur, sum eru skipaðar í samstarvi
við Heimarøktina.
Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin ynskir stuðlar, ið
m.a.:
• kunnu arbeiða sjálvstøðugt og einsamøll í heimi
brúkarans og samstundis eisini kunnu átaka sær
at arbeiða í einum øki, har tað ræður um intutión
• vísa áhuga og virðing og samstundis vera
professionellir
• eru stuðlandi og hjálpa brúkaranum uttan at taka
ábyrgdina fyri lívinum frá honum
• eru sterkir - bæði til sálar og likam
• kunnu handfara og trívast við einum arbeiðsdegi,
ið einki kann sigast um frammanundan
Størvini verða sett skjótast gjørligt.Søkt verður eftir
stuðul til:
Sandavágur:
Kvinna við ALS - Vøddasvinn.
Talan er um 35 tímar um vikuna, við skiftandi
vaktum. At byrja 01. august 04. Freistin at søkja er
10. juli. 2004.
Sørvági:
Talan er um 35 tímar um vikuna hjá 3 vaksnum
brúkarum, ið bera ymisk brek. At byrja skjótast
gjørligt.
Lønar- og setanartreytir:
Talan er um størv innan Heimarøktina og Serfor-
sorgina og roknast má við, arbeiðstíðirnar av og á
eru skiftandi, dag-, kvøld, og vikuskiftisarbeiði.
Løn sambært viðkomandi yrkisfelag og Fíggjar-
málaráðið.
Umsóknarfreistin er sett til leygardagin 10. juli 04,
nærri fæst at vita hjá serráðgeva, Odu Johansdóttir,
tlf. 354024.
Umsóknir skulu sendast til:
Stuðulsfólkaskipanin fyri vaksin
Att.: Oda Johansdóttir
Niels Finsensgøtu 28, 2. hædd · Fo-100 Tórshavn,
Tlf: 354024 · Telefax 354021
Heimarøktin
og Serforsorgin
Meginskrivstovan
Stuðlar til Stuðuls-
fólkaskipanina
fyri vaksin
Fysioterapeutur
Søkt verður eftir avloysara fyri fysioterpeut til
fysioterapideildina á Landssjúkrahúsinum tíðar-
skeiðið 1. september 2004 - 31. august 2005. Ar-
beiðstíðin er 35 tímar um vikuna.
Fysioterapideildin
Fysioterapeutarnir á Landssjúkrahúsinum hava
sum endamál saman við øðrum starvsbólkum og í
samstarvi við sjúklingin at bøta um fysisku, psyk-
isku og sosialu støðuna.Vit viðgera í størri mun inn-
lagdar sjúklingar á kirurgiskum,- medisinskum-, og
psykiatriskum depli, og í minni mun ambulantar
sjúklingar innan øll øki.
Á fysioterapideildini eru 11 fulltíðarstørv.Yvirfysiot-
erapeutur, deildarfysioterapeutur, fysioterapeutar
og sjúkrahjálpari, tilsamans 14 fólk.
Førleikakrøv:
Vit søkja eftir einum fysioterapeuti við áhuga og
kunnleika at arbeiða á medisinsku deildunum. Vit
vænta,at tú ert ágrýtin,hevur góð samstarvsevni,er
opin og tilreiðar at arbeiða neyvt saman við deild-
unum á medisinska deplinum.
Fleiri upplýsingar um arbeiðstíðir,arbeiðsuppgávur
o.a fáast við at venda sær til Marjun Poulsen, yvir-
fysioterapeut ella til Karin Djurhuus, deildarfysiot-
erapeut á telefon 304599, lokal 5790.
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum
Fysioterapeutfelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Umsóknarfreistin er 26. juli 2004 kl. 12.00.
Skrivlig umsókn, merkt »umsókn til starv«, við avriti
av c.v., prógvum og viðmælum skulu sendast til:
Landssjúkrahúsið
Starvsfólkadeildin
FO-100 Tórshavn
Á heimasíðuni hjá Landssjúkrahúsinum www.lsh.fo sæst meira um
størv við at klikka á leinkjuna »starvsfólk«.
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Til skundverða-
deildina
verður søkt eftir røskum fólki at arbeiða mána-
dag til fríggjadag.
Nærri upplýsingar fáast við ar ringja ella støkka
inn á gólvið og spyrja eftir Christian.
Tlf. 312161
Ergoterpeutur
Søkt verður eftir ergoterapeuti, at arbeiða uml.
20 tímar um vikuna.
Arbeiðið umfatar mest ergoterapeutiska viðgerð
av børnum við serligum tørvi og ráðgeving.
Børnini hava sera ymiskar trupulleikar og diag-
nosur so sum eti- og talutrupulleikar, motoriskar
trupulleikar, down syndrom, autisme, spastikarar,
seinment , fjølbrekað o.a.
Ynskiligt er um viðkomandi hevur royndir við
børnum, men er hetta eingin treyt.
Ergoterapeutur
Søkt verður eftir ergoterapeuti til avloysarastarv
juli og august 2004.
Arbeiðið umfatar ergoterapeutiska viðgerð av
børnum við serligum tørvi og ráðgeving.
Sølufólk
Til arbeiði um alt landið verður søkt eftir roynd-
um sølufólkið.
Starvið fevnir um:
•
Røkja verðandi viðskiftafólk.
•
Uppsøkjandi søluarbeiði.
•
Tilboðsgeving.
•
Upplæring av viðskiftafólki.
Vit bjóða eitt sera áhugavert og fjølbroytt starv,
við nógvum avbjóðingum.
Umsøkjari við royndum innan hjálpartólaøkið
hevur fyrimun, hetta er tó eingin treyt, neyðug
upplæring fer fram í Føroyum og uttanlands.
Góður málkunnleiki í skrift og talu er ein fyritreyt,
eins og koyrikort er neyðugt
Handilsfólk
Søkt verður eftir fólki til avloysarastarv til handil
okkara. Avloysarastarvið er í aug. og sept.
Arbeiðið umfatar handilsarbeiði og annað fyri-
fallandi
arbeiði.
Arbeiðstíðin
er
hvønn
gerandisdag frá kl. 12 -17.30
Vit vænta at tú ert:
•
Álítandi
•
Fyrikomandi
•
Røsk/raskur
Ynskiligt er um viðkomandi kennir til hjálpartól
og ergonomiska útgerð, men er hetta eingin
treyt.
Nærri upplýsingar um størvini fáast við at ringja
til leiðarin á tel 215 778.
Umsóknarfreist: 1. juli 2004.
Skrivlig umsókn við viðmælum og CV verður
at senda til, viðmerkjast skal á brævbjálvan
hvat starv søkt verður um:
J.C Svabosgøta 8 * FO 100 Tórshavn
www.ergo.fo
Ergo & Hjálpartól er ein fyritøka,ið umframt at selja hjálpartól
til stovnar, sjúkrahús og privat um alt landið, eisini bjóðar
ergoterapeutiska ráðgeving og viðgerð.
Fyritøkan er stovnað í 2001 og er í støðugari menning.
Søkt verður eftir
mekanikarum
til at arbeiða uttanlands.
Ring 332422 millum kl. 8.00 og 16.10, ella send
ein teldupost til jakup@oilwind.fo fyri at frætta
nærri.
Høli til leigu
í Runavík
Vælegnað til handil, skrivstovu v.m. Liggur beint
við høvuðsvegin, niðan fyri Sjómansheimið.
Umleið 110 km2.
Ring tlf. 772060 ella 472060
Mentamálaráðið
Fólkaskúladeildin
Starvið
Í Landsmiðstøðini eru nakrir ráðgevatímar leysir at
søkja til setanar frá 1. august 2004.
Ráðgevingin fevnir í fyrsta lagi um støddfrøði, alis-
og evnafrøði og náttúra/tøkni.
Samanlagt eru 8 lønartímar um vikuna at søkja.
Umroknað er hetta 533 fyrisitingartímar fyri árið.
Førleikakrøv
Umsøkjarar eiga at hava hollan ástøðiligan kunnleika
og starvsligar royndir í viðkomandi lærugrein og
starvsøki, starvið fatar um. Væntað verður, at læru-
greinaráðgevin hevur førleika í og er hugaður at nýta
kt í ráðgevastarvinum.
Setanar- og lønartreytir
Lærugreinaráðgevar verða settir eftir avtalu millum
Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag og løntir í
lønarflokki 30.3. Tann, ið settur verður, skal undirvísa
írestandi tímarnar í skúlanum, har viðkomandi
starvast dagliga.
Starvslýsing
Ein starvslýsing er galdandi fyri ráðgevastarvið. Eitt
nú verður sagt:
•
Ráðgevin skal í øllum lutum virka fyri einari náms-
ligari menning í skúlanum
•
Ráðgevin skal støðugt halda seg kunnugan við ta
menning, sum er á námsliga, fakliga og tøkniliga
økinum
•
Ráðgeva viðvíkjandi undirvísingarmiðlum og
arbeiðshættum í einstøku lærugreinunum.
Lagt verður upp til eitt skipað samstarv millum
ráðgevarnar, møguliga í tvørgreinaligum bólkum og í
toymum.
Umsókn
Umsóknir við prógvum o.ø.skulu vera Landsmiðstøð-
ini, Hoyvíksvegi 72, Postrúm 3084, 110 Tórshavn í
hendi í seinasta lagi mikudagin 30. juni 2004.
Gjøllari upplýsingar fáast frá Petur Simonsen, stjóra á
Landsmiðstøðini, tlf. 318825.
Endurlýsing
Lærugreinaráðgevi
Mentamálaráðið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju,
loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Landsmiðstøðin er tænastustovnur í undirvísingarverkinum. Landsmiðstøðin sýnir fram og lænir út undirvísingarmiðlar, hevur verkstaðar-
møguleikar,hevur saman við Mentamálaráðnum eina lærugreinaráðgevaskipan og skipar fyri skeiðum við fakligum og námsligum innihaldi.
Mentamálaráðið og Landsmiðstøðin
C
M
Y
K
35
34