Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-22, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 22. juli 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. juli 2014 · Nr. 83 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 SKANSAGARÐUR II (Uppískoyti) Viðvíkjandi teimum gapandi tómu, illa hildnu húsunum í okkara býi, kunnu vit taka eitt dømi úr rúgv­ uni umframt Skansagarð: Nóls­oy­ ar­stova. Hon stendur í tí søguligu Gong­ ini. Hvør ið eigur húsið, veit eg ikki. Kanska eitt legat. Húsið hev­ur ann­ ars fingið navn eftir tí ald­ar­gomlu Nóls­oyarstovu, sum átti sín leik­lut í Tórshavnar søgu, og sum stóð har, sum ”tað stóra hvíta húsið” stend­ ur. Nær og av hvørjum hetta stási­liga hús er bygt, veit eg ikki. Kanska var tað ríkmaðurin Olaf Fin­sen (1859-1937), bróður Niels R. Finsen, sum bygdi tað. Hann bygdi eisini ríkmannahúsið ytst á Tinganesi í 1907. Hann var apo­tek­ ari, handilsmaður, formaður í Tórs­ havn­ar býráð o.m.a. Fyri 85 árum síðani var apotek og materialhandil í hesum stóra húsi. Har var Djurhuus, apotekari, og ein defektrica. Frá henni keyptu vit børn fyri eitt fimmoyra lakress- stong ella saltpastillur, sum vit ikki kundu keypa yvirav hjá Karl á Lað. Har keyptu vit suk­ur­ kand og fikur. Nú heldur tað ís­ lendska generalkonsulátið til har í Fútastovu. Um fútin Wenceslaus Hamm­ershaim (1765-1815) hevði sítt almenna arbeiði í Fútastovu, so tel­ist hon millum tær heilt gomlu stov­urnar í tí gomlu Havnini. Hetta hvíta húsið var eina ferð­ ina vakurt og væl hildið. Hevur óiv­ að altíð verið hvítt. Flott sum ein ambassada í øðrum londum. Ann­ ars hevur húsið í nýggjari tíð ver­ið brúkt til ymiskt: løgtingsins fíggj­ ar­nevnd, skrivstovur, konsulát við tí italska flagginum á stong, mat­ stova o.a. Eitt virðiligt og livandi bý­arandlit. Og nú eitt óunniligt, deytt hus við 20 stórum, gapandi tómum vind­ eygum við onkrum gloymdum urta­ potti móti Kongabrúnni. Ómálað. Og balustradan á tekjuni: illa farin, tol­ir valla nógvan vind, áðrenn hon end­ar í túninum o.s.fr. Tað er harmiligt, at hesin arki­ tekt­urur, sum í eini øld hevur ak­ klima­tiserað seg væl við teimum hugna­l­igu, vøkru og nú vælhildnu gomlu stovunum í grannalagnum, skuldi fáa eina so ússaliga, siðspilta lagnu. Men hvussu leingi kann bý­ ráðið tola slíkt? Er kassin nú tóm­ ur? Eitt hanagleiv frá Nólsoyarstovu er Húsabrúgv nosslig og vælhildin. Har heldur kriminalforsorgin til í einum gomlum, restaureraðum húsi. Tað er ein sonn fragda at síggja, hvussu eitt gamalt hús í van­røkt kann gerast vakurt og ein sonn perla. Vit mugu takka teim­um, ið hava staðið fyri hesum snøgga arbeiði. Men beint yvirav standa tvey hús í sama standi sum Nólsoyarstova – ella verri. Mis­ljóð­ ið millum tað vakra og tað ljóta er skríggjandi. Í øðrum býum breggja tey sær av at hava vakrar strondvegir. Eitt nú í Keypmannahavn við strond­vegnum millum Hellerup og Hel­sin­gør. I 1935/36 breiðkaði Tórshavnar bý­ráð uppdyrkingarvegin úti á Pena­plássi frá Sersjantavíkini til Boðanesgjógv. Tá fekk hesin veg­ urin navnið Yviri við Strond. Har, á Penaplássi – økið við Válg­ara­ vík og har um leið – høvdu havn­ armenn velt úr haga nógvar, vakr­ ar traðir við fleiri eplaveltum og hoyggj­húsum. Traðirnar høvdu eig­aranøvn. Á teimum vóru klettar, sum gjørdist livandi, tá ið bøurin var sligin, og eingin gróður var í bø­ num Og strondin hevði nøvn. Alt andaði lív. Eina bátslongd frá sjóv­ ar­málanum var Eystfallssker við liv­andi streymasjógvi, tá ið kyrrindi ikki vóru. Í skrift og talu gjørdi pápi mín tá vart við, at umráðandi var hjá Tórs­ havn­ar kommuna at ansa eftir, at ein komandi vøkstur av Havnini – nú vegur, sum ætlanin var at sam­ binda við Hoyvíksvegin, varð gjørd­ ur – fór fram á ein skilagóðan hátt soleiðis, at møguleikarnir fyri ein­ um vøkrum strondvegi ikki vórðu oyðilagdir við skilaleysari húsa­ bygg­ing kanska serliga niðanfyri veg­in, har eingi hús yvirhøvur átti at verið bygd. Tá var M. A. Jacobsen bý­ráðsformaður í Havn, og hann hev­ur eftir øllum at døma lurtað eft­ir vinmanninum! Tað tók býráðnum nógv ár so líð­ andi at byggja ein strondveg, sum vit í dag eru stolt av. Óivað fer tað at taka býráðnum nøk­ur ár at fáa tað nógva, sum skemm­ir býin, burtur og ruddað. At lokið yvir Áarvegin frá Ess­ aba til økið omanfyri Vaglið skal bein­ast burtur, eru tað óivað nógv, sum halda. Og at grótmúrurin má fara sama veg, er eingin ivi um, hann átti ongantíð at verið lað­að­ ur, minnist meg rætt í 1950. Ein av­ leið­ing av hesum múri er, at næstan eing­in veit av, at ein av teimum vøkru urtagørðunum í Havn er Amt­mansgarðurin, sum er fjaldur av múrinum. Eitt lítið flog Sum smádrongur var eg tvær ferðir heima á Sandi. Eg fekk at vita, at pápi mín hevði fleiri systkinabørn har, uttan tó at vita nakað um mínar røt­ur annars uttan fyri Havnina. Eg vitj­aði tá eitt umhvørvi, eg einki vitsti um. Vitjaði trímenningar í bygd­ini og seinri eisini í Trøðum. Pápa­beiggi mín, Gunnar Mohr, plagdi at tosa um tað vakra málið (dialekt) heima á Sandi. Í hansara oyrum var tað musikkur. Nú á ellisárum dugi eg at síggja, at hesar vitjanar heima á Sandi hava ávirkað meg, og hvussu varandi spor nøvnini Win­ther og Mohr hava sett í okkara ment­an­ ar­lív. Orðið mentan at skilja sum heit­ið, áðrenn tað varð tugt til tað ókenni­liga. So segði maðurin á sinni: Mentan, nær hevur tað verið kult­urur? Marin í Hoyvík og maður henn­ ara Mouritz og Nicolai Mohr og Mads Andreas Winther og fleiri við teimum livdu hóast alt ikki til fá­nýtis. Ein romari segði á sinni: Fyri alt tað haldi eg, Karthago eigur at verða oyðilagdur. Uttan sammeting: Eg haldi, saltsiloin hjá Tórshavnar kommunu eigur at eita Rundingur. Heri Mohr Havnin um hundrað ár? Skansin-Jónas Broncksgøta-Fjósatrøð-Kongaminnið-Egholmstrøð: Havnar Champs Élysées. Á Debesartrøð akademikarar í hundraðtali granska og svansa í olju og gassi. Á trøðni stór standmynd við innskrift: Koltvetni Guda Borin (uttan stytting) Føroya menning í øldir og nógv nøvn innritað á monnum og kvinnum, ið løgdu rygg til – í olju. Hundrað ár! Júmen, tá er eingin av okkum á foldum. Kanska eini tvey, trý. Og hvør man tá troða dansin oman moldum – um kálvin – í olju? kjak Heri Mohr