hósdagur 24. juli 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 25. juli 2014 · Nr. 84
vikuskiftisblaðið
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Oddagrein
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341899, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tingsetan 2014, sum byrjar á ólav
søku, verður tann seinasta heila
tingsetan hjá hesi samgongu. Tí í
seinasta lagið 29. oktober næsta ár
verður løgtingsval.
Á ólavsøku setir løgmaður út í
kortið stóru linjurnar hjá landsins
leiðslu fyri komandi tingestu. So
leiðis verður eisini hjá Kaj Leo
Holm Johannesen ólavsøkudag.
Um hann vil tað ella ikki, so
verður næsta tingsetan seinasti
heili róðurin hjá hesi samgongu,
áðrenn fólkið skal kjósa manning
ina, ið ráða skal fyri borgum næstu
árini.
Borgarliga
samgongan
legði
hart út við skattanýtskipanum –
skattakollvelting við flatskati og
forskatting av pensjónum – sum
dugnaði væl hjá teimum, sum
høvdu frammanundan. Fakfelags
rørslan
og
andstøðuflokkarnir
mótmæltu hart, men tað bøtti einki
– samgongan kundi trygt føra sín
politikk út í verki, og mótmælini
fánaðu burtur.
Fyrrverandi formaður Javnaðar
floksins var einaferð frammi við
áheitan á andstøðuna um at savna
seg í ein reyðan blokk – sum skuldi
verða eitt alternativ til borgarligu
samgonguna.
Men tað fall ikki í góða jørð
hjá andstøðuleiðarunum, Høgna
Hoydal og Akseli V. Johannesen.
Tann fyrri tí at hann – umframt
viljan at samstarva við Javnaðar
flokkin – má hava einar dyr opnar
til Fólkaflokkin. Um Tjóðveldi vil
tað ella ikki, so mugu tjóðveldisfólk
dúva upp á Jørgen Niclasen og
Fólkaflokkin, um vónin um loys
ingina skal haldast uppi.
Javnaðarflokkurin hevur ikki
fyri neyðini at dúva upp á Tjóð
veldi, og helst er tað tí, at Aksel V.
Johannesen er so fámæltur um
uppskotið hjá Jóannes Eidesgaard.
Javnaðarflokkurin hevur funnið út
av, at hann fær nógv størri undir
tøku við at halda »samríkiskósina«.
Tí hevur Aksel V. Johannesen tvær
dyr opnar, einar til Sambands
flokkin og einar til Tjóðveldi.
Men aftur til seinasta róðurin.
Løgmaður hevur lovað skattalættar
til lægru inntøkurnar. Skal løg
maður gjara út, so má tað verða
nú. Um hinar orrusturnar, Jørgen
Niclasen-málið og dómarakannigin
av løgmanni, forkoma løgmanni og
samgonguni, so er tað mest taktiskt,
at uppskotið um skattalættar til
lág- og miðalinntøkur kemur nú,
hóast eitt møguligt løgtingsval í
heyst kann forkoma eini slíkari
nýskipan.
– Hetta verður tann hugaligasta
løgmansrøðan, eg havi hildið. Í ár
farið eg at leggja dent á tey, sum
ikki hava so nógv, sigur løgmaður
um sættu røðu sína. Um hon verður
hugalig, og um lyftini kunnu fremj
ast í verki, fer bara tíðin at vísa.
Vit í Miðlahúsinum vilja ynskja
øllum somlum eina góða ólavsøku!
Skal løgmaður gjara út,
so má tað vera nú
Aftur í ár skipar Rás2 fyri
stórum
Ólavsøkutiltaki
við undirhaldi og tónleiki í
Vágsbotni.
Seinastu
árini
hevur
Rás2 staðið fyri ókeypis til
taki í Vágsbotni 29. juli, har
túsundtals føroyingar hitt
ast á hvørjum ári.
Tiltakið
verður
ólav
søkudag 29. juli frá kl 22.00
til 23.00, og seinastu árini
hava upp í 10.000 fólk verið
í Vágsbotni og lurtað.
Í ár spæla fólkakæri
Signar í Homrum, sum sein
astu tvey árini hevur havt
fleiri stór hitt, og væl kendi
countrykongurin
Hallur
Joensen. Eisini verður
undirhald við Hilmari Jan
Hansen á odda.
Tiltakið verður hildið
uttanfyri
Miðlahúsið
í
Vágsbotni. Pallurin verður
uttan fyri studio hjá Rás2.
– Foreldur eiga at halda eitt
vakið eyga við, hvar børn
teirra eru um kvøldarnar,
men samstundis er tað bara
gott, at børn og ung sjálvi
sleppa at royna seg í sam
felagnum frá heilt ungum
aldri.
Tað heldur Óli Rubeksen,
sum er ráðgevi hjá SSP í
Føroyum.
Kanningin
»Ungfólk
í
Føroyum« vísir, at tey ungu
í Føroyum sleppa at vera
seinni úti um kvøldið og
um náttina enn tey ungu í
Íslandi.
Blaðið sigur, at tey ungu
í Føroyum tykjast at hava
størri frælsi at vera úti
saman við vinum, og tað eru
ikki øll foreldur sum vita,
hvat tey ungu takast við, tá
ið tey ikki eru heima.
– Børn og ung í Føroyum
hava í stóran mun góða at
ferð, og trívast væl. Men
týdningarmikið er, at for
eldur fylgja við í hvar teirra
børn gera uttanfyri heimið,
sigur Óli Rubeksen.
– Tað er gleðiligt, at føroy
ingar drekka minni. Men
sølan av tollfríum rúsdrekka
er eksploderað seinastu árini,
og tað eiga vit at steðga.
Tað sigur Karsten Hansen,
landsstýrismaður við heilsu
málum.
In.fo skrivaði í vikuni, at
nýtslan av rúsdrekka hetta
einasta árið er minkað 0,3
litrar fyri hvørt fólki yvir 15
ár. Í 2012 drakk hvør føroy
ingur yvir 15 ár, tað sum
svarar til 6,6 litrar av reinum
alkoholi, men í 2013 er tað
minkað niður í 6,3 litrar.
Hetta er lægsta nýtsla í 31 ár.
Karsten Hansen sigur, at
tað er gleðiligt, at vit drekka
minni í Føroyum, men hann
ivast um tað er rætt, tí sam
stundis er sølan av tollfríum
rúsdrekka er økt nógv sein
astu árini.
Ólavsøkubrak
í Vágsbotni
Børn læra at uppføra seg í Føroyum
Karsten vil steðga tollfríari sølu
Seinasti róður løgmans
Sam
gongan
økir hallið
Kristina Háfoss
Tíðargrein s 10-11
Giftist
eitt ár eftir
ferðslu
óhapp
Danjal & Ró
Summar s 8-9
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo