Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-24, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. juli 2014 · Nr. 84 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Ólavsøkudagarnar verður fram­sýning við Amariel Norð­oy og Joel Cole í Galerie Focus í Havn. Fram­sýn­ingin letur upp ólav­søku­aftan kl. 16.00 og hevur opið til 30. juli. Allar dagar millum 16.00 og 18.00. Joel Coel vaks upp í USA, og umgyrdur av skógi, áum og opnum slætt­um lærdi hann at veiða og samla, og hetta var til at vekja eitt sterkt til­knýti til náttúruna. Ein holl og djúp vitjan um tað organ­iska tilfarið loyvir Joel at spæla við tær lítlu nuansurnar ímillum kon­si­stens, mynstur og lit. Við at arbeiða uttan tekningar og fá mát loyvir Joel tilfarinum at avgera, hvat verður sett saman og hvussu. Listar­ligu møblarnir, stand­mynd­ir­ nar og vasarnir, Joel skpar, spæla við markið ímillum list og funktionalitet og av­bjóð­ar definitiónini av list hjá áskoðaranum. Amariel Norðoy er málari og grafikari. Hann hevur sýnt fram ym­sa staðni í Europa, USA og Japan, hann er út­búgv­in skipasmiðjur. Aftur­vend­ andi tema hjá Amariel Norð­oy eru skiftandi ljós­ ið, báturin, Mikladalur og Kalsoyarfjørður. Lægri bruttoúrtøka og hækkandi lønir ótu hál­va millión kr burtur av árs­úrs­ liti­num hjá smá­parta­felag­ num Guðrun & Guðrun 2013 í mun til undanfarna ár, tá avlopið var slakar 700.000 eft­ir skatt. Hóast afturgongd í úrs­ liti, hevur virksemið hjá før­oysku klædnafyritøkuni, ið eisini er kend uttanfyri før­oysku landoddarnar, havt stóra framgond í virk­ seminum tey seinastu árini. Av roknskapinum, sum júst er tøkur á Busi­ness-line, framgongur, at brutto­úr­tøk­ an hjá smá­parta­felag­num Guðrun og Guðrun er nærum tví­faldað tey seinastu fimm ár­ini, úr 1,4 mió kr í 2009 til 2,5 mió kr. í 2013. Ársúrslitið 2013 eftir skatt gjørd­ist 123.000 kr móti 674.000 í 2012. Guðrun & Guðrun rindaðu í fjør góðar 2,1 millión í løn­ um. Eginpeningurin var við árslok slakar 1,5 mió kr. Áki Bertholdsen Higartil í ár eru inntøkurnar av skatti og mvg væl hæg­ri, enn tær vóru í sama tíðar­ skeiði í fjør. Tað boðar Fíggjar­mála­ ráð­ið frá. Fyrra hálvár í ár eru inn­ tøk­urnar hjá landinum frá meirvirðisgjaldi eini 12 pro­ sent hægri enn tær vóru um somu tíð síðsta ár. Inntøkurnar frá lands­ skatt­inum eru eini 6 prosent hægri enn somu tíð í fjør. - Í fíggjarlógini fyri í ár er innroknaður vænt­ að­ur vøkstur í mun til í fjør, men eisini í mun til tað eru inntøkurnar frá meir­v­irðisgjaldi og lands­ skatti hægri, sigur Fíggjar­ málaráðið. - Heldur hendan gongdin fram, tað sum eftir er av ári­ n­um, verða inntøkurnar hjá landskassanum frá meir­ virðis­gjaldi og lands­skatti einar 150 milliónir krónur hægri, enn mett verður í fíggjar­lógina fyri í ár. Jørgen Niclasen, lands­ stýris­maður sigur í eini frá­ boðan, at hetta boðar frá góð­um. Nú ræður um at tálma útreiðsluvøkstrinum, so undirskotið á fíggjarlógini fæst burtur, sigur hann í skrivi úr Fíggjarmálráðnum. Málið er at hallið á fíggjar­lógini skal vera burtur úr 2016 og samgongan hevur fleiri ferður staðfest, at tað er framvegis endamálið. Fyri stuttum segði løgmaður við Sosialin, at tað er alt sum bendir á, at tað fer at eyd­ nast. aki@sosialurin.fo Amariel og Joel sýna fram Klaksvíkingur í Havn og amerikumaður í Føroyum sýna list fram á ólavsøku Dagfinn Olsen Listamaðurin Kári Svens­ son hevur ólav­søku­dag­ ar­nar framsýning í kenda lista­skálanum í Havn, ið nevnst Smiðjan í Lítluvík. Heitið á sýningini er Hug­birtingar. - Hugbirtigar, tað er tá tú sær og teknar. Tú goymir løtuna í minni­num, og tú málar síðani, greið­ir Kári Svensson frá. Árstíðir - Eg havi í ár ferðast norða­ liga í Føroyum, og sigast kann, at tað snýr seg um árstíðirnar, sigur Kári Svensson, ið hevur eini 20 myndir við á fram­sýn­ ingini. Fernisering verður leygar­dagin 26. juli frá klokk­an 16 til 19. Opið verður síðani alla ólav­søkuna. Sunnudagin frá klokkan 14-19. Mána­ dag­in og týsdagin frá 14 til 22 og mikudagin frá klokk­ an 14 til 19. dagfinn@sosialurin.fo Hugbirtingar í Smiðjuni Kári Svensson hevur á ólavsøku listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Hann hevur ferðast norðaliga í Føroyum, og tað eru árstíðirnar, ið seta dám á Guðrun & Guðrun framgongd – men fallandi avlop Landið munandi meiri inntøkur í ár Landið hevur fingið munandi meira inn í landsskatti og mvg