Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-07-24, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 24. juli 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 84 · 25. juli 2014 2 VIKUSKIFTI Mánadagin og týsdagin verður tjóðarhátíð føroyinga hildin. Tá fer Havnin aftur at vera karmur um ólav­ søkuna, sum hevur ein heilt serligan týdning fyri flestu føroyingar. Mána­ dagin verður skrúðgongan sum vant, har ítróttarfólk í høvuðsstaðnum ganga oman á Vaglið, áðrenn Ólavur Hátún flytur fram røðu og setir ólavsøkuna. Spennandi kapp­ róðurin verður sjálvsagt eisini, um­ framt ein ørgrynna av øðrum til­ tøkum til bæði børn og vaksin. Hátíðin endar á midnátt týsdagin, tá 10.000 fólk verða savnað til mid­ náttarsangløtuna á Vaglinum. Fólk hittast á Vaglinum á midnátt ólavsøkudag til midnáttarsang Sanghefti til midnáttarsangin á ólav­ søku eru at fáa í Ráðhúsinum og í Býráðs­salinum, meðan opið er ólav­søku­ dag millum klokkan 15.00 og 18.00. Eisini fáast sanghefti fyri sangløtuna á midnátt ólavsøkukvøld. Tá fara skótar at býta út á trappuni uttan fyri býráðs­salin og við tinghúsvøllin. Tónleikadysturin fluttur til Havnar Árligi Ovastevnudysturin, har tónleikarar yvir 30 spæla móti tónleikarum undir 30, er fluttur til Havnar. Dysturin verður leiktur á Eysturvølli við Eysturskúlan 27. juli kl. 19. Hetta er eftir at Faroe Pride skrúgongan er liðug. Undirhaldandi sigst vera at hyggja at tónleikarum, ið royna seg sum fótbóltleikarar. Men tó so, millum tónleikarar teljast eisini leikarar, ið hava roynt seg sum fótbóltsleikarar á leikvølli í bestu deildini, og onkur eisini á landsliðnum. Tórsfest Tórsfest er nýggja heitið á konsertini, sum áður hevur verið kallað Ólavsøkukonsertin. Tórshavnar Ítróttarráð skipar í ár fyri fyrstu ferð fyri konsertini, og tey hava fingið tveir kendar danskar bólkar henda vegin: Micheal Learns to Rock og Infernal. Til teirra, sum ikki kenna Infernal, so er tað bólkurin, sum X Factor dómarin Lina Rafn er sjálv onnur partur av. Konsertin mitt á gongugøtuni í Havn byrjar longu kl. 16, og umframt útlendsku bólkarnar verða eisini fleiri føroysk nøvn. Á heimsins hægsta tindi Leygardagin kl. 16 fer Arne Vatnhamar í Norðurlandahúsinum at greiða frá sínum túri upp á hægsta tind í heiminum, 8848 høga Mount Everest. Arne Vatnhamar er fyrsti føroyingurin, ið hevur staðið á heimsins hægsta fjalli. Verkætlanin hjá Arna kravdi drúgvar fyrireikingar, og sjálvur túrurin gjørdist sera harður, bæði kroppsliga og mentalt. Arne fer at greiða frá um ferð sína, og áhoyrarnir kunnu gleða seg til at hoyra um fyrireikingarnar, útgerð, kulda, og ikki minst hvørjar tankar Arne gjørdi sær, tá hann stóð yvir av síni lívs harðastu avbjóðing. Project Ásgar á ferð Føroya fremsti gyklari, Ásbjørn Berthelsen, mannar saman við Holgari Johannesen gyklarabólkin Ásgar. Holgar, sum kanska ikki er eins kendur gyklari í Føroyum sum Ásbjørn, hevur búð í Norra í fleiri ár og er serfrøðingur í kortgyklaríi. Í summar hava teir báðir ferðast runt í einum kampingvogni, sum hevur verið teirra gyklarapallur, har pláss er fyri 17 fólkum. Frá sunnudegnum til týsdagin kunnu børn og vaksin síggja gyklararnar í Havn. Atgongumerkini kosta 100 krónur og fáast við at ringja 585555. Fyrsta sýning er kl. 19, og um útselt er, verður næsta sýning kl. 20 o.s.fr. Ein av okkum: Åsne Seierstad um Utøya, Breivik og Noreg Fríggjakvøldið kl. 20 verður í Norðurlanda­ húsinum møguleiki at hoyra norska rit­ høvundan Åsne Seierstad viðgera Utøya, Anders Breivik og Norra. 22. juli 2011 varð Norra rakt av størsta álopinum í friðartíð, tá 77 fólk lótu lív. Hvussu kundi tað henda? Hvussu kundi tað verðið steðgað? Og hvussu skal óndskapurin í heila tikið fatast? Viðgerðin verður út frá nýggju bókini hjá Seierstad »En af oss«. Áður hevur hon skrivað altjóða bestseljararnar ”Boghandleren i Kabul” og »Englen i Groznyj«. Ólavsøka Summar redaktør: Óli Jákup Jacobsen Forsíðumynd: Sigmar Mørkøre Sanghefti til midnáttarsang